mánadagur 17. desember 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. desember 2012 · Nr. 147
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Fimm línuskip landa í
dag. Trý skip hava mest
av toski og hýsu, meðan
hini bæði hava mest av
brosmu og longu.
- Seinni í hesi vikuni
vænta vit einki línuskip.
Tá hava øll lagt stilt til
jóla.
Tað sigur Fiskamark
naður Føroya í sínum
metingum fyri hesa viku
na.
Streymurin
verður
harður fyrst í hesi vikuni,
men hann batnar, sum
vikan gongur. Veðrið sær
út til at gerast hampiligt.
- Nú stundar til jólar,
og tí vænta vit ikki nakr
an serligan útróður hesa
vikuna.
Fýra djúpvatnstrolarar
eru til vanligan fiskiskap,
og teir fiska mest upsa.
Fiskiskapurin hjá trolar
unum er smáligur.
- Djúpvatnstrolararnir,
sum fiska ísfisk, koma
væntandi inn fyrst í hesi
vikuni. Aðrir eru úti og
frysta veiðina umborð.
Partrolararnir eru úti
og fiska upsa, men eisini
hjá teimum kundi veiðan
verið betri. Hesi skipini
koma eisini inn, sum vik
an gongur.
Á Fiskamarknaði Før
oya vita tey at siga, at ein
trolbátur kemur inn at
landa í dag, og hesin hev
ur mest av havtasku.
- Eitt garnaskip fiskar
havtasku og landar helst
týsdagin ella mikudagin.
Eitt
annað
garnaskip
fiskar svartkalva og land
ar eisini týsdagin ella
mikudagin, verður sagt í
metingum fyri hesa viku
na.
Vilmund Jacobsen
Lógaruppskotið hjá lands
stýrismanninum
í
fiski
vinnumálum, Jacobi Vester
gaard, er partur av semju, har
samgongan vil hava avgjald
frá fiski- og alivinnuni, sum
skal geva landskassanum
120 miljónir krónur um árið
í meirinntøkum.
- Vit vilja fáa somu materi
ellu heimild sum í 2012 at
krevja inn ávikavist veiði- og
avreiðingargjald í sambandi
við fiskiskap eftir makreli í
2013.
Jacob Vestergaard vísir í
sínum viðmerkingum á, at
í galdandi lóg er heimild at
krevja inn gjøld í sambandi
við fiskiskap eftir makreli í
2012, men at hesar heimildir
fella burtur hin 31. desember
2012.
- Tað, sum vit vilja, er,
at heimild eisini verður
at krevja inn gjøldini í
2013,
og
at
treytin
um
manningarviðurskiftini
eisini verður galdandi í 2013.
Sama gjald
Uppskotið hjá samgonguni
hevur við sær, at eigarar av
fiskiførum, sum fáa loyvi
at veiða makrel í 2013, skulu
rinda eitt veiðigjald fyri
hvørt kilo, soleiðis at tey skip,
ið veiða tær størstu nøgdir
nar, gjalda størsta veiðigjald
ið tilsamans.
Landsstýrismaðurin vísir
á, at eftir lógaruppskotinum
fyri 2013 skulu øll før gjalda
0,75 krónur fyri hvørt veitt
kilo í rundari vekt.
- Skipanin er broytt í mun
til 2012, har gjaldið er skipað
í tveimum stigum, eitt gjald
fyri kilo fyri veiði undir 3.000
tons og annað hægri gjald
fyri kilo fyri veiði yvir 3.000
tons.
Jacob Vestergaard sigur,
at broytingin til eitt kilo
gjald fyri 2013 er gjørd fyri
at byrgja upp fyri, at skipa
eigarar spjaða kvotur á fleiri
fiskifør við tí endamáli at
minka um samlaða avgjaldið.
- Haraftrat skal sama
kilogjald eisini beina burtur
vandan fyri, at skipaeigarar
aftra seg við at nýta bestu
vinnutólini í fullan mun, um
so er, at hetta viðførir eitt
høgt samlað veiðigjald.
Landsstýrismaðurin sig
ur, at veiðigjaldið verður
roknað fyri hvørt veiðiloyvi.
Ikki samdir
Minnilutin í vinnunevndini,
sum er Aksel V. Johannesen
og Páll á Reynatúgvu, taka
ikki undir við uppskotinum
hjá
landsstýrismanninum,
tó at flokkarnir taka undir
við tilfeingisgjaldi. Umboðini
fyri Javnaðarflokkin og Tjóð
veldi vilja heldur hava eina
langtíðarskipan, sum skal
fevna um alla fiskivinnuna.
Umboðini halda ikki, at fiski
menn skulu gjalda tilfeingis
gjald, men tað skal reiðarin
gera.
Meirilutin í vinnunevnd
ini mælir til at samtykkja
uppskotið hjá Jacobi Vest
ergaard
og
Janus
Rein,
uttanflokkatingmaður,
er
við í meirilutanum, tó at
hann eisini hevur onkrar
viðmerkingar um, hvussu
hann heldur, at tilfeingis
gjaldið kann gerast rætt
vísari.
Fiskimenn gjalda
Sambært tølum, sum Før
oya Fiskimannafelag hevur
lagt fram í málinum, metir
felagið, at hvør maður á nóta
skipunum sambært upp
skotinum hjá landsstýris
manninum skal rinda 87.500
krónur í tilfeingisgjaldi fyri
makrelveiðina næsta ár.
Men tað verða ikki bara
nótaskip og fiskimenn við
nótaskipum, sum koma at
rinda
tilfeingisgjald.
Tað
koma eisini teir, sum fiska
makrel við eitt nú partrol
arum, og hesir sleppa heldur
ikki undan at gjalda.
F i s k i m a n n a f e l a g i ð
hevur roknað út, at fiski
menn við partrolarum eftir
uppskotinum
hjá
lands
stýrismanninum koma at
rinda einar 25.000 krónur í
tilfeingisgjaldi næsta ár.
-
Tilfeingisgjaldið,
sum fiskimenn koma at
rinda
næsta
ár,
verður
soleiðis nógv hægri enn
gjaldið, sum hevur verið
galdandi í ár, sigur Føroya
Fiskimannafelag.
Skipini
leggja
nú stilt
til jólar
Í vikuni koma seinastu
skipini inn at landa, og
síðan verður lagt stilt, til
jólahøgtíðin er løgd aftur um
Fiskimenn fara at
rinda nógv hægri
tilfeingisgjald
Sambært skránni til løgtingsfundin, sum byrjaði klokkan 11 í
morgun, var eitt av málunum 2. viðgerð av tingmálinum, ið snýr
seg um gjøld í sambandi við fiskiskap eftir makreli. Uppskotið,
ið verður samtykt, kemur at merkja, at fiskimenn, sum fiska
makrel í 2013, koma at rinda eitt nógv hægri tilfeingisgjald
- Fiskimenn, sum fara at fiska makrel næsta ár, koma at rinda eitt nógv hægri tilfeingisgjald, sigur Føroya Fiskimannafelag
eftir lógaruppskotinum
fyri 2013 skulu øll før gjalda
0,75 krónur fyri hvørt veitt
kilo í rundari vekt