Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. desember 2012síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 17. desember 2012 · Nr. 147 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rannvá G. Fossaberg Tíðindakvinnan Dagmar Joen­sen-Næs skal byrja í nýggj­um starvi 1. Februar kom­andi ár. Dagmar Joense-Næs skal bygg­ja upp eina Euraxess tæn­ astu í Føroyum, sum er ein 2 ára verkætlan, ið er fíggjað av ES-gransk­ing­ ar­samstarvinum FP7. Hon skal byggja upp eina tæn­ astu í Føroyum, sum eftir ætlan skal verða partur av ein­um altjóða netverki, har eini 200 sentur eru við og 38 lond umboðað. Granskarar skulu kunnast Uppgávan hjá Dagmar Joen­sen-Næs er ítøkiliga at savna saman og eisini miðla upplýsingar, ið eru við­kom­andi fyri granskarar, sum kundu hugsað sær at komið til Føroya ella at far­ið út í heim at granska. Við­kom­andi upplýsingar verða millum annað um skatta­viður­skifti, uppi­ halds­loyvi og onnur prakt­isk viðurskifti í sam­ band við at flyta til annað land. Harafturat verð­ur tað eisini uppgávan hjá Dagmar Joensen-Næs at lýsa føroyska gransk­ing­ar­ um­hvørvið. Ætlanin er at skipað verð­ur fyri verkstovum og skeiðum, har starvsfólk á avvarðandi stovnum kunnu hittast og umrøða prakt­ isk viðurskifti og forð­ing­ ar. Endamálið er í stutt­ um at gera tað lættari hjá granskarum at koma til Før­ oya ella at fara út í heim at arbeiða í styttri og longri tíð. Gera ein portal Allir upplýsingar og ann­ að tilfar skal koma út í eini hondbók og á ein ensk­mæltan portal. Hesin verður at finna á euraxess. fo. Tænastan EURAXESS Jobs fer at vera ein týdn­ ing­ar­mikil partur á portali­ num. Har fer at bera til at finna leys størv, sum gransk­ ingar­stovnar ­í Evropa lýsa við. Møguleiki verður at leita eftir størvum innan eitt ávíst granskingarevni og innan landafrøðilig øki. Á EURAXESS Jobs skulu øll leys størv, sum verða fíggjað ígjøg­num FP7, lýsast. Eisini før­oysk­ir stovnar og virki hava møguleika at lýsa leys størv her, og harvið røkka hvørj­um króki í Evropa uttan kostnað. Granskingarráðið hevur fing­ið játtað umleið 900.000 kr. frá ES til EURAXESS- verk­ætlan­ina. Innkomnu um­sókn­irnar vóru 12 í tali, tá freistin at søkja var úti 2. desem­ber. Talan er um eitt part­tíð­ar­starv. Dagmar Joensen-Næs er journalistur og korrespon­ dent­ur og hevur seinastu góðu 20 árini arbeitt sum journal­istur í Føroyum og Dan­mark. Rannvá G. Fossaberg Fríggjakvøldið varð skipað fyri stuðulskonsert til frama fyri Í menniskjum góður tok­ ki annað árið á rað. Stigtakararnir høvdu savn­að saman fleiri av Føroya frems­tu tónleikabólkum og ein­stak­lingum at framføra á dansistaðnum Rex, sum eins og í fjør var karmur um stuðuls­tiltakið. Tilsaman komu 40.800 krónur inn hetta kvøldið, og tað er væl meira enn í fjør, tá nakrar 30.000 krónur komu inn. Fleiri av teimum ið vóru kom­in á konsertina valdu at gjalda eitt sindur meir enn tað, sum atgongumerki kostaði. Tann innkomna upp­ hædd­in verður latin í gávu­ kortum frá leika­handli­num Klávus. Rúni Djurhus, ein av fyri­ skiparunum, letur væl at kvøldi­num. - Eg eri ótrúliga væl nøgd­ ur, hóast vit tíverri høvdu fleiri forfall frá tónleikarum orsakað av sjúku, sigur Rúni Djurhus. Eitt nú Lív Næss, Petur Háberg og guitar­ leikarar hjá Bárði á Lakju­ ni og MC-Hár kundu ikki luttaka sum ætlað, av tí tey øll løgdust sjúk. Eyð­ un Nolsøe, sum skuldi á pallin beint eftir klokkan 23, gjørdist seinkaður við Smyrli, og alt hetta tilsamans gjørdi, at skráin bleiv nakað broytt. - Tað er ótrúligt, at eitt og sama tiltak kann verða rakt av so nógvum. Sjálv­andi var tað spell, at øll ikki kundu vera við sum ætlað, men hinvegin so vóru tón­leik­ar­ ar­nir ógvuliga hjálp­sam­ir og fleksi­blir, soleiðis at tiltakið eydn­aðist, og fólk vóru væl nøgd, sigur Rúni Djurhuus. Tey nógvu avboðini høvdu við sær, at aðrir tónleikarar máttu traðka til, fleiri spældu longri, enn tey upprunaliga skul­du, og Jákup Eli Joensen var tvær ferðir á pallinum og fram­førdi. Dagmar skal fáa granskarar til Føroya Tað skal vera lættari hjá granskarum, at flyta millum lond at arbeiða. Tí hevur Granskingaráðið sett Dagmar Joensen-Næs í starv sum verkætlanarleiðari Rokkaðu fyri 41.800 krónur Hóast fleiri tónleikarar løgdust sjúkir og máttu geva avboð, eydnaðist stuðulskonsertin fyri sperdum familjum betur enn í fjør