Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. desember 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. desember 2012 · Nr. 147 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Tað var undir lasting niðri í Kastrup, at ein trukkførari var óansin og lyfti ein platt ov høgt soleiðis, at hann kom upp undir loftið á lasti­rúm­i­ num, og gjørdi skaða á nakr­ ar loftsbjálkar. Av trygdarávum kann Air­ bus flogfarið tí ikki flúg­va, fyrr enn skaðin er bøtt­ur. Og tað verður hann nú. Airbus flogfarið hjá Atlantsflog væntast aftur í rakstur millum jóla og nýggjárs, so bráðfeingis til­ lag­ingini av jólaferðsluni stend­ur við. Hetta merkir, at jóla­gestirnir koma heim við British Aerospace flog­føru­ num, meðan Airbus flogfarið í stóran mun fer at flyta gest­ir­nar av aftur landinum aftan­á nýggjár. Síðani Airbus flogfarið varð sett og hetta fram til jóla, hevur Atlantsflog laga til eina bráðfeingis ferða­ ætlan við British Aerospace flog­før­unum, ið taka mun­ andi færri gestir enn størra Airbus flogfarið. Fyri at fáa kabalina at ganga upp, hevur felagið sett inn 11 fráferðir fleiri enn upp­ runa­liga ætlað. Bráð­feingis ferðaætlanin hevur havt við sær broytingar í fráferðum hjá summum gestum, og felag­ið hevur í tann mun tað hevur borið til sett seg í samband við ferðafólkini, sum hava fingið broyttar frá­ferðir. Á heimasíðuni hjá At­ lants­flog ber eisini til at stað­fes­ta, um tín ferðing er broytt undir slóðini »Kanna tína bílegging«. Airbus flogfarið verður flog­ið til eina verksmiðju á fast­landi­num, har skaðin verð­ur umvældur. Airbus flogfarið verður nú umvælt og fer aftur í rutuflúgving millum jóla og nýggjárs Airbus í ferðslu eftir jól Nýggja Airbus flogfarið hjá Atlantsflog, sum fekk skaða undir lasting herfyri, verður nú umvælt, og fer aftur í rutuflúgving millum jól og nýggjár Leo Poulsen Leingi ætlaða keypið av trygg­ingar­felagnum, LÍV, tók eitt risafet fríggjadagin, tá partarnir skrivaðu undir keyps­sáttmála. Pætur Niclasen, sum er talsmaður hjá fakfelags sam­ taki­num, sigur, at keyp­ið nú skal góðkennast av Trygg­ing­ ar­eftirlitinum og av Kapp­ ingarráðnum. Hesir stovnar hava sínar manna­gongdir, og væntandi fer tað at taka einar tveir mán­aðir hjá teimum at av­ greiða viðurskiftini. Nú eru vit jú komin inn í jóla­mán­ að­in, og tað hendir neyv­ an nakað fyrr enn eftir høgtíðina, sigur Pætur Nicla­ sen. Hann væntar tí, at komið verð­ur nakað út í mars mán­ að, tá góðkenningin fyri­ligg­ ur. Men arbeiða stovnarnir skjótt, kann endaliga yvir­ tøk­a­n verða nakað fyrr, kanska í februar ella longu í januar, sigur Pætur Niclasen. Hann sigur, at skattingin av pensjónunum við inn­ gjald var ein fyritreyt, sum feløgini longu kendu framm­ an undan. Tað hevur alla tíðina verið við í roknistykkinum hjá okkum. Vit skulu eisini minn­ast til, at LÍV hevur fing­ið útvið 1500 nýggjar kund­ar, sum framman und­ an høvdu sína pensjóns upp­ spar­ing í Danmark, sigur Pæt­ur Niclasen. Bíligari loysn Eitt av málunum við at keypa LÍV var, at kundarnir skul­du fáa meira burtur úr. Vit hava lækkað um­sit­ ing­ar­gjaldið niður í 6%, og verð­ur tað roknað um til donsk viðurskifti, hevði tað svar­að til 3,6%. Og tað halda vit er bíligt, sigur Pætur Nicla­sen. Hann sigur, at áður høvdu fak­felø­g­ini sínar egnu, ser­ ligu skipanir. Vit høvdu kanska einar 20 ymiskar skipanir, og tað var tungt at umsita. Nú hava vit bert ta einu skipanina, og á tann hátt kunnu vit lækka um­sit­ingarkostnaðin niður í eina helvt, sigu Pætur Nicla­ sen. Talan verður sostatt um eina væl bíligari loysn hjá kund­unum í LÍV. Yvirtøkan verður so formelt væntandi í mars kom­andi ár. Nøæyggjur stjóri tekur tó við 1. januar, tá Jan Jacobsen setur seg í stjóra­stólin í LÍV. Partarnir skrivaðu undir keypssáttmálan fríggjadagin, men formliga yvirtaka fakfeløgini ikki LÍV fyrr enn í mars komandi ár Yvirtaka helst LÍV í mars Fríggjadagin skrivaðu partarnir undir sáttmála sum tryggjar fakfelags samtakinum ognarrættin yvir tryggingarfelagnum, LÍV, og roknað verður við, at yvirtøkan fer fram í mars