mikudagur 19. desember 2012síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. desember 2012 · Nr. 148
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
nakrar øl undan eini venjing. Aldrin
havi eg havi eina so ringa venjing,
og eg lovaði mær sjálvum aldrin at
drekka fyri venjing ella dyst aftur,
tí eg sá hvussu nógv tað ávirkaði
avrikið. Tað situr enn fast í mær,
sigur Hans Fróði.
Besta deildin
og landsliðsboð
Mitt í 90'unum livur LÍF eina tilveru
í næstbestu deildini. Tað eru spæl
arar á liðnum, sum vilja royna seg
millum teir bestu. Tað gerst alsamt
meiri vanligt at spælarar hugsa um
seg sjálvar, og taka avgerðir, sum
ikki fella í góða jørð hjá viðhalds
fólkunum.
Hans Fróði kennir á sær, at LÍF
ikki kann geva honum tær avbjóð
ingar, sum hann ynskir. Tað eru boð
eftir honum av Toftum, men tað er
torført at venda barndómsfelagnum
bakið. Fleiri røddir vilja ikki hoyra
talan um eitt skifti.
– Í dag eri eg glaður fyri at eg
lurtaði eftir teimum røttu rødd
unum, og ikki teimum, ið bara hugs
aðu um sína egnu reyv, sigur Hans
Fróði, sum í 1996 skiftir til B68.
Tað gerst skjótt greitt, at hetta
er ein røtt avgerð. Avrikini eru
góð og Hans Fróði heldur fram at
menna seg á einum liðið, ið telur
menn sum Øssur Hansen og Fróða
Benjaminsen.
Í apríl mánaði fer landsliðið til
Jugoslavia. Hans Fróði er við vegna
avboð. Hetta gerst ein minnisríkur
túrur fyri leirvíkingin.
Kríggj hevur herjað í Jugoslavia,
og tað bæði sæst og merkist. Fyri
Hans Fróða er talan um ein púra
ókenda støðu, og hann roynir bara
at fáa sum mest burtur úr uppliv
ingini.
Føroyska landsliðið gistur á
sama gistingarhúsið sum Jugoslav
iska landsliðið. Frá at hava spælt í
næstbestu deildini stendur Hans
Fróði nú andlit til andlit við fót
bóltsstjørnur sum Dejan Savicevic,
Savo Milosevic, Predrag Mijatovic,
Darco Pancev og Sinisa Mihajlovic.
Tað er tó ein annar av spæl
arunum á Jugoslaviska landsliðnum,
sum veruliga staðfestur, at Hans
Fróði nú er komi í ein nýggjan heim.
Tað er lágvaksni og næstan skalluti
Bolton spælarin, Saša Ćurčić.
– Eina dagin kom hann gangandi
við tveimum lekkrum damum inn á
gistingarhúsið. Eina undir hvørjum
armi, greiður Hans Fróði frá og
flennur.
Leirvíkingurin kemur ikki inn í
dystinum, sum endar við 3-1 sigri til
Jugoslavia.
Í Føroyum fær Hans Fróði ein
skaða og spælir ikki so nógv í
seinnu hálvu. Hann velur eftir lokið
kappingarár at skifta aftur til barn
dómsfelagið.
Tað gongur bara eitt hálvt ár, so
er Hans Fróði greiður yvir, at hann
má skifta felag aftur um hann skal
koma víðari sum fótbóltsspælari.
Hesa ferð gongur leiðin til
Havnar.
Ion kollveltur Hans Fróða
Um summarið í 1997 er tíðin aftur
komin at skifta frá LÍF. Hans Fróði
ringir til Oddbjørn Joensen, sum
bæði hevur verið venjari og spælari
í Leirvík. Hann er nýggjur venjari
hjá HB, sum eltir grannarnar úr
B36, sum standa til at vinna fyrsta
meistaraheitið í longri tíð.
– Hann segði, at eg var vælkomin
at venja við, men at hann einki
kundi lova mær, sigur Hans Fróði.
Aftur her er Hans Fróði umring
aður av stórum persónligheitum.
Hann granskar tí skiftirúmið væl,
og finnur sær eitt pláss, ið ongir
annars hevur.
Í 1998 fær HB nýggjan venjara.
Inn kemur rumenski Ion Geolgau,
sum hevur tikið eystur evropska
siðvenju við sær til Føroyar.
Hans Fróði lýsir Ion sum ein
»svakligan« venjara. Aldrin hevur
hann vant so hart. Eisini fær hann
saman við tveimum øðrum spæl
arum eina yvirháling, tá teir koma
forseint.
– Eg, Jóhannus Joensen og Magni
á Lakjuni komu ein minutt ella
tveir forseint til ein taktikk fund í
HB húsinum. Tá vit koma fram er
úthurðin stongd. Hallur Danielsen
gongur framvið innanfyri, men
yppir bara við øskluni, greiður
Hans Fróði frá.
Ion hevur stongt hurðina. Stutt
seinni fáa Hans Fróði, Magni og
Jóhannus at vita, at teir als ikki eru
í hópinum til dystin.
– Tað var pínligt. Hvat skuldu vit
siga við viðhaldsfólk, sum spurdu
hví vit ikki vóru við, sigur Hans
Fróði og smílist.
Rumenski venjarin er ikki stinn
ur í enskum og tað er ein trupulleiki.
Hann megnar ikki at orða seg, og til
tíðir kemur boðskapurin ikki fram.
Til aðrar tíðir er neyðugt at hugsa
eitt sindur kreativt.
– Bjarki Mohr legði eina skeiva
avlevering. Ion ýldi á síðulinjuni;
»Bjarki, you need hospital«, sigur
Hans Fróði og kann ikki lata verða
við at grína.
Ion er eirindaleysur og velur
sær nakrar spælarar burtur úr, sum
hann ilskast mest inn á. Hans Fróði
er ein teirra
– Eg skilti ikki hví hann altíð
rópti eftir mær, og gav mær skyld
ina fyri alt møguligt, greiður Hans
Fróði frá.
Tað er ikki fyrr enn nakað seinni
út á árið, at Hans Fróði tekur seg
saman og spyr Ion.
– Hann segði, at tað var tí hann
visti at eg toldi tað. Tá hann segði
tað, so bleiv eg eitt ella annað stað
stoltur, sigur Hans Fróði.
Eisini er venjingarlega í Brøndby.
Makarnir sleppa við, men tað eru
ikki allar, sum eru í góðum lag.
Menninir venja tríggjar ferðir um
dagin. Um kvøldini liggja teir púra
ferdigir í songini.
– Eg haldi vit vóru úti eina ferð
allan túrin. Tann eina dagin kom eg
ikki úr songini, tí kroppurin var so
stívur, sigur Hans Fróði og ristur á
høvdinum.
HB vinnur meistaraheitið í 1998.
Hans Fróði hevur sítt besta kapp
ingarár higartil. Árið eftir er geist
urin tó burtur. HB endar á fjórða
plássi.
– Eg haldi at hátturin hjá Ion
riggaði fyrsta árið, tí tað var nakað
nýtt. Seinna árið fór geisturin. Tað
var ómenniskjaligt, staðfestur Hans
Fróði.
Hann er nú fastur á landsliðnum
og útlandið kallar.
Uppflytari við Sogndal
Í 2000 fer Hans Fróði til Noreg at
royndarvenja við Sogndal, sum
spælir í næstbestu deildini. Felagið
hevur longu Kurt Mørkøre og Julian
Johnsson í hópinum. Tað gongur
væl og Hans Fróði fær sáttmála.
Sogndal flytir upp og hetjan er Kurt
Mørkøre.
– Hann er ein Zlatan Ibrahimovic
týpa. Hann torir at vera egin og trýr
upp á seg sjálvan. Hann var ein
fantastiskur spælari, greiður Hans
Fróði frá og fer at flenna.
– Hann kundi eisini blíva óður.
Eina ferð taklaði Julian Kurt, sum
reisti seg upp og fór rennandi eftir
Julian, sum tvísporaði undan, sigur
Hans Fróði flenanndi.
Venjingin mátti steðgast, meðan
Kurt í øðini drønaði runt vøllin eftir
Juliani.
– Aftaná eina løtu koma teir
báðir pøstir og smílandi yvir til
venjaran og biðja um umbering.
Guð viti hvat hinir hava hugsað,
leggur miðverjin afturat.
Hans Fróði verður tó ikki drúgv
ur í Sogndal. Tað eru boð eftir hon
um á Toftum. Pengafótboltur er av
álvara farin at gera um seg í Føroy
um, og B68 keypir miðverjan leysan.
Hans Fróði spælir í trý ár við B68,
áðrenn útlandið aftur kallar.
Tvey ár í Íslandi
Tað er Fram úr Reykjavík, sum
vil hava Hans Fróða og Fróða
Benjaminsen til Íslands at spæla
fótbólt. Leiðslan spyr eisini Hans
Fróða um hann hann viðmæla ein
venjara.
– Eg viðmældi teimum Ion
Geolgau, men tað skuldi eg ongantíð
havt gjørt, ásannar Hans Fróði.
Samstarvið við Fram riggar als
ikki, og rumenski venjari verður
koyrdur frá longu aftaná tríggjar
mánaðar í starvinum.
Tað gongur sum heild illa í felag
num. Hans Fróði fær ikki løn tá
hans fróði hansen vangamynd
Í dag eri eg glaður fyri at eg lurtaði eftir
teimum røttu røddinum, og ikki teimum,
ið bara hugsaðu um sína egnu reyv