Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-19, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. desember 2012síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 19. desember 2012 · Nr. 148 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur hann skal hava løn. Hvørki hann ella Fróði Benjaminsen sláa til. Sum heild eitt miseydnað ár fyri Hans Fróða. Í 2005 skiftir hann til Breiðablik, sum spælir næstbestu deildini. Her gongur nógv betri. Hans Fróði kemur á ársins lið, liðið flytir upp og hann fær vinir fyri lívið. Alt leggur upp til at halda fram í felagnum, men konan trívist ikki. – Eg angri í dag, at eg valdi at geva meg og flyta heim. Teir bjóð­ aðu mær ein góðan sáttmála og tað heila, sigur Hans Fróði nakað argur á málinum. Tíðin á landsliðnum er komin at enda. Tað er dreymurin um yrkis­ fótbólt eisini. Í staðin velur Hans Fróði at taka av møguleikanum at verða leikandi venjari hjá barn­ dóms­felagnum. Felagið liggur til uppflyting, men Hans Fróði hevur høvdið fult av øðrum hugskotum. – Tað var mín skyld, at vit ikki fluttu upp tá. Eg hevði ov lítla tíð til at verða venjari í seinni hálvu, sigur Hans Fróði, men leggur afturat, at hann minniast aftur á 2006, sum eitt stuttlig og spennandi ár í LÍF. Nýggj tíð nýggj avbjóðing Ikki fyrr enn í ár er Hans Fróði Hansen aftur at síggja í føroyskum fótbolti. Hann flytur suður og verð­ ur ein partur av TB, sum júst hevur vunnið sær uppflyting til bestu deildina. Leikluturin hjá honum er nakað ógreiður, til hann verður endaliga settur sum ítróttarstjóri. Tá kapp­ ingarárið var liðugt gjørdist greitt, at Milan Kuljic ikki heldur fram í felagnum. Fleiri gitingar vóru frammi um hvør skuldi taka við, men tey mundu verða fá, ið roknaðu við at tað fór at blíva Hans Fróði Hansen. Hans Fróði hevur seinastu tíðina tikið ymisk skeið, sum skulu til fyri at kunna verða venjari í Effo- deild­ini. Hann hevur ikki lokið A-prógvið, men tað skal hann so í holt við nú. Nógvu royndirnar sum spælari geva honm eisini eginleikar innan­fyri yrkið. Hans Fróði hevur eisini sína heilt greiðu hugsan um hvussu fótbóltur skal spælast. Tað skal verða uttan mørk við trúgv upp á ein sjálvan. – Eg eri ikki ein, sum ger tingini sum hinir. Eg fari ikki at standa við eini taktikk talvu dagin langan, og greiða frá hvørjari einastu flyting, sigur Hans Fróði. Hann vil hava spælararnar at trúgva upp á síni egnu evni og av­ gerð­ir. Hann vil ikki seta TB í ein kassa, sum sigur at málið bara er at yvirliva í bestu deildini, tí so røkka teir ikki hægri enn tað sama. – Hví skulu vit avmarka okkum til tað? Fleiri spælarar skulu bara hava ein venjara, sum trýr upp á teir, og torir at geva teimum møgu­ leikan, sigur Hans Fróði. Hann er eisini útbúgvin »Mental Coach«. Tað er nakað, sum Hans Fróði metir manglar í føroyskum fót­bólti. Hann vísur millum annað til teir mongu spælararnar, sum eru farnir av landinum, men eru skjótir heim­aftur. – Føroysk feløg ger einki burtur úr at venja spælarar mentalt. Tað verð­ur næsta stigið í føroyskum fót­bólti. Vónandi kann eg ganga und­an í TB, sigur nýggi venjari hjá aldurs­forsetanum. Mangan hevur Hans Fróði verið út­stillaður í føroyska samfelagnum, men hann er ikki bangin fyri at taka móti enn einum slagi, miseydnast TB-ævintýrið. – Flyta vit niður, so er tað mín skyld. Tað er einki trýst á mínum spæl­arum, sigur Hans Fróði. Hann ætlar at bjoða stirvna spæli­háttinum í føroysku kapp­ ingini av. Fótbólturin skal ikki verða av­gjørdur á taktikk talvuni, men held­ur í hjartanum og høvdinum. Tað er ongin ivi um, at Hans Fróði Hansen trýr upp á nýggju verk­ætlanina hjá Tvøroyrar Bólt­ felagi. Samrøðan hevur verið ein ferð gjøgnum ein heim, har TB hev­ur møgu­leika at vinna hvønn tann ein­ asta dyst í komandi kapp­ingar­ári. Megnar Hans Fróði at taka TB spælararnar við sær í tann heim­in, so hevur aldursforsetin eitt spenn­ andi kappingarár fyri framman. trondur@sosialurin.fo hans fróði hansen vangamynd Hans Fróði Hansen Føddur: 25. juli 1975 Foreldur: Jóhanna í Ysthúsið og Sylverius Hansen Unnusta: Charlotta Djurhuus Starv: Høvðusvenjari og ítróttarstjóri í TB Yrkisleið: 1990 - 1995 LÍF 1996 B68 1997 LÍF 1997 - 1999 HB 2000 Sogndal 2001 - 2003 B68 2004 Fram 2005 Breiðablik 2006 LÍF (Leik. venjari) 2013 TB (Høvðusvenjari) Eg eri ikki ein, sum ger tingini sum hinir. Eg fari ikki at standa við eini taktikk talvu dagin langan, og greiða frá hvørjari einastu flyting Eg haldi at hátturin hjá Ion riggaði fyrsta árið, tí tað var nakað nýtt. Seinna árið fór geisturin. Tað var ómenniskjaligt Mál! Hans Fróði hevur júst javnað til 1-1 móti Skotlandi (1999) í evstu løtu. Í dag hugsar Hans Fróði ikki so nógv um málið, ið tey flestu munnu kenna hann best fyri á landsliðnum