Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-09, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. januar 2013síða 17

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 9. januar 2013 · Nr. 3 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 grindadrápi grindadráp Hóast Edmund Joensen, fólkatingsmaður, ikki sær nakran vanda, heldur hann, at hendan nýggja hóttanin ímóti grindadrápi, skal takast í álvara og tí má málið kannast Áki Bertholdsen – Eg dugi ikki at síggja nakran vanda. Edmund Joensen, fólkatingsmaður, held­ur ikki, at kæran hjá Sea Shepherd til ES Komm­issiónina um grindadráp, fer at fáa nakr­ar avleiðingar. Hann sigur, at hann hevur ikki hoyrt eitt orð um hetta nýgga átakið hjá Sea Shep­herd. Hinvegin staðfestir hann, at Sea Shep­ herd er ein felagsskapur, sum ikki verður tik­in í álvara longur, yvirhøvur, og tí­skil iv­ast hann í, hvat ES fer at gera við mál­ið. - Altjóða samfelagið lurtar ikki eftir Sea Shepherd longur. Kortini heldur hann, at málið má tak­ ast í álv­ara og tískil ætlar hann sær at kanna mál­ið. Edmund Joensen staðfestir annars, at al­tjóða samfelagið hevur mestsum slept all­ari mótstøðu ímóti grindadrápi. – Vit hava prógvað, at talan er um burð­a­r­dygga veiði. Harafturat hava vit bøtt munandi um drápsháttin og síðani er al­menna mótstøðan ímóti grindadrápi tagn­að. Kort­ini heldur fólkatingsmaðurin, at er Sea Shepherd farin í lógbøkurnar í eini roynd at steðga grindadrápi, eigur tað eis­ ini at bera til hjá okkara løgfrøðingum at vísa tí aftur við løgfrøðini. Áki Bertholdsen – Hetta er ikki nakað, sum vold­ir okkum høvuðbrýggj. Jacob Vestergaard, lands­ stýr­is­maður, sum eisini um­s­i­t­ur grinda­lóg­gávuna, hevur als ongan ampa av, at Sea She­pherd nú hevur lagt spurningin um grindadráp fyri Es kommissiónina. – Vit hava tilskilað okkum rætt til at gagnnýta okkara nátt­úru­tilfeingi burðardygt. Tað er okkara frumborni rætt­ur og tann rættin halda vit fast um. Landsstýrismaðurin legg­ ur afturat, at hetta er ein støða, danska stjórnin stuðl­ ar før­oy­ingum í. – Hesin rætturin um­fat­ ar eisini burðardygga gagn­ nýtslu av súgdjórum í havi­ num, leggur hann afturat. Hava ongan rætt Jacob Vestergaard hevur ikki hoyrt, at Sea Shepherd hev­ur lagt spurningin um grind­a­ dráp fyri ES kommisjónina. Upp á standandi fót kenn­ ir hann ikki hesar tríggj­ar sáttmálarnar, sipað ver­ð­ur til í kæruni hjá um­hvørv­is­ fel­ags­skapinum. Men hann staðfestir, at fyri tað um Danmark hevur ein altjóða sáttmála í gildi, er hann av sær sjálvum ikki galdandi fyri Føroyar, fyrr­ enn vit sjálvi hava sett hann í gildi. – Vit hava sjálvi fult ræði á okk­ara altjóða viðurskiftum á he­s­u­m og á ymsum øðrum økj­um og tískil kunnu hvørki ES ella danir seta okkum krøv í sam­bandi við grindadráp. Jacob Vestergaard dugir illa at hugsa sær, at ein al­ tjóða sáttmáli bannar veiði eftir einum djóraslagi, bara fyri at banna. – Ein altjóða sáttmáli má hava nakrar haldgóðar grund­gev­ing­ar fyri at banna eini veiði. – Tað kann vera, at talan er um eitt hótt djóraslag og at veiða tískil ikki er burð­ar­ dygg. – Men eg dugi onga hald­ góða orsøk vera fyri at banna grind­a­drápi, tí talan er als ikki um eitt hótt djóraslag. Kanningar vísa, at tað eru grindahvalir í hundr­að­ tús­und­atali í Norð­ur­at­lants­ havi. – Teir fáu hundrað hval­ ir­nir, vit taka um árið, hev­ur als onga ávirkan yv­ir­høvur, á stovnin, sigur lands­stýr­is­ mað­ur­in. Onki at viðgera Tí sær Jacob Vestergaard als ikki, hvussu ein kæra til ES kommissiónina um grind­a­ dráp, kann elva okkum trup­ ul­leikar. – Eftirsum grindahvalur ikki er ein hóttur stovnur á nakr­an hátt, kann ES heldur ikki hava nakra heimild at banna okkara grindadrápi. – So har er onki hjá ES at við­gera. Hann veit væl, at summi hava lyndi til at geva hvali menniskjansligar eginleikar. – Men tað er ikki nóg góð or­søk til at friða hval, bara tí hann er so fittur, ella klókur sig­ur Jacob Vestergaard. Annars ivast hann í, um tað yvirhøvur ber til at kalla okkara grindadráp fyri veiði. – Talan er ikki um nakra skip­aða veiði, tí ongin fer út at leita eftir grind. Tað er bara tann grindin, sum av tilvild verð­ur funnin, sum vit drepa, før­ir landsstýrismaðurin fram. tíðindi grindadráp Ongin danskur ella altjóða myndugleiki hevur heimild at forða okkum at drepa grind, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum Fingrarnar vekk ES steðga føroyingum Tiltikni umhvørvisfelagsskapurin, Sea Shepherd ger enn eina roynd at steðga grindadrápi, men tað er mest sannlíkt, at heldur ikki hesuferð fer nakað at koma burturúr Edmund Joensen fer at kanna málið