mikudagur 9. januar 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. januar 2013 · Nr. 3
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
heilsa
Lagt til rættis: Árni Joensen
Roykur og eingi børn. Í Noregi hevur heilsumálaráðið nú
orðað eitt uppskot, sum millum annað hevur eina reglu
um, at børn hava rætt til eitt roykfrítt umhvørvi. Men eftir
uppskotinum verða tey, sum gera seg inn á regluna, ikki
sektað, og myndugleikarnir ætla heldur ikki at halda eygað
við, at rætturin hjá børnunum veruliga er tryggjaður.
Norðmenn eru annars yvirhøvur samdir um, at tað er skeivt, at
tey vaksnu roykja, tá børn eru hjá. Tað siga 80 prosent í einari
nýggjari kanning. Í sama viðfangi siga næstan 90 prosent,
at myndugleikarnir eiga at banna fólki at roykja í bilinum.
Framferðarhátturin
hjá
granskarunum er, at lækn
arnir skera fyrst krabba
svullin burtur. Síðani súgva
teir tær sonevndu immun
kyknurnar
úr
svullinum.
Kyknurnar fáa so serliga við
gerð á rannsóknarstovuni,
og eftir nøkrum mánaðum
verða tær broyttar, so tær
gerast
dreparakyknur
og
kunnu beina fyri krabba
kyknum. Eftir viðgerðina á
rannsóknarstovuni
verða
kyknurnar sprændar í sjúk
lingin, og har fara tær um
allan kroppin, finna tær
krabbakyknurnar,
sum
kunnu hava fjalt seg, og gera
av við tær.
Sostatt er tað immun
verjan
hjá
sjúklinginum
sjálvum, sum ger av við
krabbakyknurnar, og hetta
er fyrstu ferð, at granskingin
hevur prógvað, at hetta ber
til.
Eisini aðrar
krabbasjúkur
Kanningarnar hjá teimum
donsku granskarunum vísa,
at tann nýggja viðgerðin
hjálpir umleið helminginum
av sjúklingunum, og tað
er eitt rættiliga gott úrslit
samanborið við tey vanligu
úrslitini
av
at
viðgera
krabbasjúkur
og
serliga
móðurmerkjakrabba, sigur
Inge Marie Svane, sum er
yvirlækni á sjúkrahúsinum
í Herlev, har royndirnar eru
gjørdar.
Eitt er, at hesin viðgerðar
hátturin kann hjálpa fólki
við móðurmerkjakrabba, og
enn meiri spennandi er tað,
um hann eisini kann brúkast
ímóti øðrum sløgum av
krabbameini. Tær kanningar
nar eru longu farnar í gongd,
og fyribils eru 14 sjúklingar
við í einari kanning, har
ætlanin er at vita, um fram
ferðarhátturin eisini kann
brúkast at viðgera krabba
mein í tjúkktarminum ella
nýrakrabba.
Á sjúkrahúsinum í Herlev,
har
kanningarnar
verða
gjørdar, eru tey so bjartskygd,
at gongst sum ætlað, vænta
tey at bjóða øllum hesa við
gerðina innan fimm ár.
Gevur góð útlit
Í løtuni er eingin húðlækni í
føroyska sjúkrahúsverkinum,
men átta ferðir um árið koma
húðlæknar frá sjúkrahús
inum í Roskilde til Føroya at
hava viðtalu á Landssjúkra
húsinum fýra dagar hvørja
ferð.
Ein av teimum donsku
læknunum,
sum
koma
til Føroya, er yvirlæknin
Michael
Heidenheim,
og
hann dylur ikki fyri, at hann
er hugtikin av tí, sum gransk
ararnir í Herlev eru komnir
til.
– Verkætlanin ljóðar at
vera sera áhugaverd við
góðum útlitum fyri ein sjúk
lingabólk, sum læknarnir
ikki hava verið førir fyri at
hjálpa higartil. Við at brúka
immunverjukyknurnar hjá
sjúkligninum sjálvum kunnu
vit tosa um eitt slag av sjálvs
medicinering, sum kroppurin
góðtekur og tekur ímóti.
Við øðrum orðum er talan
um at brúka verjuna hjá
kroppinum sjálvum í einari
styrktari útgávu. Úrslitini
byggja á ein lutfalsliga lítl
an sjúklingabólk, men tey
eru av avgerandi týdningi
fyri útlitini fyri at útvega tí
einstaka eina meiri beinleiðis
viðgerð ímóti hesi álvars
somu sjúkuu, sigur Michael
Heidenham,
sum
kemur
til Føroya fyrstu ferð í ár í
mars.
Donsk gransking við stórum fram
broti innan krabbameinsviðgerð
Beint upp undir jól bleiv kunngjørt, at donsk krabbameinsgransking hevði gjørt eitt
risastórt framstig í arbeiðinum at finna eina nýggja viðgerð ímóti móðurmerkjakrabba.
Men framferðarhátturin kann eisini brúkast til aðrar krabbameinssjúkur
Tann størsta heilsupolitiska
avbjóðingin í 2013 verður at laga
heilsuverkið til teir pengar, sum eru
at arbeiða við. Teir góðu dagarnir eru
farnir.
Tann tíðin er farin, tá landsstýris
maðurin í heilsumálum og aðrir
landsstýrismenn kundu lata síni
málsøki brúka meiri enn játtina og
so biðja Løgtingið staðfesta meir
nýtsluna. Tað heldur í hvussu er
Karsten Hansen, landsstýsiamaður
í heilsumálum, og hann ætlar sær at
brúka ein pat av hesum árinum til at
laga málsøkið til umstøðurnar.
– Vit ætla at tosa við øll innan
heilsuverkið. Eg hugsi um læknar á
øllum stigum, sjúkrarøktarfrøðingar
og onnur starvsfólk og sjálvandi eisini
tey ymsu sjúklingafeløgini. Stutt sagt
øll, sum hava eina vitan innan økið, og
sum kunnu viðvirka til, at tað kunu
fáa tað besta burturúr. Vit fara snøgt
sagt at venda hvørjum steini, sigur
Karsten Hansen.
Karsten Hansen ásannar, at hann
verður ikki liðugur at hyggja undir
hvønn stein í heilsumálaráðnum í
hesum árinum, men hann hevur sett
sær sum mál, at nøkur tiltøk skulu
setast í verk í ár.
– Tað er heilt einfalt neyðugt, um
vit skulu halda okkum innan fyri
karmin, og tað skulu vit.
Samstundis hevur hann sett sær
fyri at parkera kjakið um eitt, tvey ella
trý sjúkrahús. Hann sigur, at tað er ein
sannroynd, at tey eru trý sjúkrahús
í landinum og eitt sjúkrahúsverk.
Soleiðis verður tað, og tað er óneyðugt
at brúka tíð til at tosa um tá málið.
Karsten fer at
venda hvørjum steini