Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-01, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. februar 2013síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 1. februar 2013 · Nr. 13 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen 7. mars eru sjey ár liðin, síðan tríggir smádreingir doyðu í eini eldsvanlukku í Havn. Tveir av dreingjunum vóru brøður, Teitur og Niklas, og eftir sótu foreldrini Krist­ ina Sundar Hansen og Rói á Rógvu. Vinmaður dreing­ irnar, Martin doyði eisini. Tvey ár seinni valdu for­ eldrini hjá Teiti og Niklas at flyta til Danmarkar at búgva. Kristina S. Hansen, sum frammanundan var útbúgvin sjónleikari, tók fyri einum ári síðan prógv á masterstigi í teatur- og dramapedagogikki við serligum denti á sjónleik. Nú er hon heima í Før­ oy­um í nakrar vikur, tí ein leikur, sum hon hevur skriv­ að, skal framførast á Tjóð­ pallinum. Leikurin eitur Sár á Sál. – Tað er ein sorgar­leik­ur. Ein leikur um sorgar­pro­ sessina hjá eini mammu, sum hevur mist síni børn, sigur Kristina S. Hansen. Hon sigur, at hon heilt leingi hevur arbeitt við tank­ anum um at skriva ein leik. Í fyrstuni hugsaði hon fleiri slíkar lagnur, men tað hevði kravt alt ov nógv, tí evni er so djúpt. Hennara egnu upplivingar Í leikinum ger hon nógv burt­ur úr sínum egnu upp­ liv­ing­um av, hvussu onnur vóru mótvegis henni eftir van­lukkuna. – Fólk gjørdu sær eina fantasimynd av nøkrum, sum tey tóku úr sínum egna høvdi, og tær myndirnar samsvaraði ikki altíð við veruleikan og elvdi til nógvar trupulleikar. Summi hildu seg aftur við at tosa við hana, onnur tosaðu uttan um hana. Kristina Sundar Hansen hevur brúkt tvey ár um at skriva leikin, men hon hevur ikki skrivaðð hann út í eitt. Skriviprosessin var tung, tí hon visti ikki, hvussu leikurin fór at verða móttikin. Hart Tað var stundum eisini hart kensluliga at skula skriva um sínar egnu kenslur, og tí noyddist hon fleiri ferðir at leggja arbeiðið til viks eina tíð. – Eg havi alla tíðina pínu, og eg noyðist at fara niður í hana fyri at fáa hendur á henni, sigur Kristina Sundar Hansen. Øll terapi sigur, at tað ræður um at fáa kenslurnar út, men hon sigur seg ikki hava skrivað leikin sum terapi. Tabuevni – Endamálið hjá mær er at kommunikera. Eg vildi taka upp eitt burturtagt evni, sum fólk eru bangin fyri at fara inn í. Málið er at gera hetta evnið alment. Leikurin er skrivaður sum ein dramayrking í 20 pørt­ um. – Eg havi bara fingið jalig afturljóð frá fólki, sum hava lisið handritið. Eg setti mær fyri beinanvegin at fáa góðar leikarar, og tað eydnaðist. Um leikurin kiksar, er tað mín skyld, sigur Kristina Sundar Hansen. Leikarar eru royndi leikarin Annika Johannessen og nýklakti leikarin Sofía Nolsøe Mikkelsen. Leikurin byrjar við, tá ið hon er á sjúkrahúsinum aftan á vanlukkuna, og syn­ ir­nar eru komnir hagar. Hann er samansettur av brotum, sum lýsa tíðina og tankar hennara frá van­ lukku­degnum fram til, at hon tók avgerðina um at flyta av land­inum. – Leikurin sigur frá, hvussu mamman upplivdi tíð­ina, um hennara sálarstríð og stríð fyri at koma inn aftur í verðina. 9. februar verður leikurin frumframførdur, og ætlanin er at framføra hann fram til 24. februar, seks sýningar um vikuna. Leikur um mammusa sorg Kristina S. Hansen hevur skrivað ein leik, sum lýsir hennara egnu pínu, eftir at hon misti báðar synir sínar í eldsvanlukku. Leikurin verður frumframførdur á Tjóðpalli Føroya næsta vikuskifti Sár á Sál er ein leikur um sorgarprosessina hjá eini mammu, sum hevur mist síni børn. Kristina S. Hansen, mamma, høvundur og leikstjóri