fríggjadagur 1. februar 2013síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 1. februar 2013 · Nr. 13
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jan Højgaard
sannførandi vinnari
Leo Poulsen
Trý ár í sessinum.
Soleiðis eru treytirnar, tá
formaður verður valdur til
Føroya Fiskimannafelag, sum
nú skjótt hevur 102 ár á baki.
Hetta er samstundis triðju
ferð, at Jan Højgaard hevur
stillað upp til formansvalið,
og tað er eisini triðju ferð, at
hann verður valdur til for
mann.
Hesaferð vóru mótval
evnini tvey, Gímur Hammer
og Sakarias Zachariassen,
men tey megnaðu ikki at
koppa sitandi formanni.
Eitt serligt hesaferð var, at
ein, ið starvast á skrivstovuni
hjá Føroya Fiskimannafelag,
Grímur Hammer, valdi at
stilla upp móti formanninum.
Gitt hevur verið, hví so varð,
men bæði Grímur og Jan
hava sagt, at tað eingin
trupulleiki hevur verið fyri
umhvørvið á skrivstovuni.
Úrslitið av valinum fyri
lá gjáramorgunin, eftir at
seinasta freist at lata at
kvøðuseðil inn var á mið
nátt
mikukvøldið.
Næst
formaðurin, sum vanliga er
hann, ið almannakunngerð
úrslitið, var burturstaddur,
og tí gjørdist tað Andreas
Berglíð, sum hevur um
boðað Vága sókn í fleiri enn
20 ár, ið kunngjørdi úrslitið
av valinum.
Endin var, at Jan Høj
gaard fekk 334 atkvøður,
svarandi til 57%, og hann var
tí afturvaldur við einum stór
sigri. Grímur Hammer fekk
151 atkvøður, sum svarar til
25%, meðan Sakarias Zacha
riassen fekk 108 atkvøður, ið
svarar til 18%.
ALS kostaði ikki
Um
báðir
avbjóðararnir
høvdu síni ánilsi skal vera
ósagt, men tað var bert Jan
Højgaard av teimum trimum
uppstillaðu, ið møtti upp í
hølunum hjá grannskoðara
fyritøkuni, Januar, klokkan 11
fyrrapartin í gjár, tá úrslitið
varð almannakunngjørt.
Sitandi formaðurin var
annars væl nøgdur við úr
slitið, tó at hann ikki dugdi at
siga, hvat hann hevði væntað
sær.
Hann dugdi heldur ikki
at mta um, hvørt tað er ein
fyrimunur ella vansi, at val
luttøkan einans var 25%.
– Nei, tað dugi eg ikki
at meta um, sigur Jan Høj
gaard.
Hinvegin heldur hann
ikki, at gølan um fráfaring
aravtaluna, ið hann sum tá
verandi limur í stýrinum í
ALS gjørdi við Ernst Jacob
sen.
– Tað sær ikki út til, at tað
hevur havt nakra ávirkan,
sigur Jan Højgaard.
Hinvegin heldur hann, at
tað er ein trupulleiki, at fiski
menn hava so vánaligar - fyri
ikki at siga ongar - treytir í
ALS.
– Nú eri eg so ikki longur
limur í stýrinum fyri ALS,
men vit hava so eitt umboð
har. Og nú havi eg so trý ár
at gera mína ávirkan gald
andi á tí økinum, sigur Jan
Højgaard.
FORMANSVAL Tað gekst til formansvalið í Fiskimannafelagnum so, sum tey flestu helst mundu
vænta: Jan Højgaard heldur fram við einum sannførandi sigri; hann fekk heili 57% av atkvøðunum
Jan Højgaard varð afturvaldur til formann í Føroya Fiskimannafelag við 57% av atkvøðunum
Mynd: Álvur Haraldsen
Anna var dóttir Andreas
C. Lützen, sum kom til Før
oyar í 1837 at vera lærari í
Kommunuskúlanum í Havn
og organistur. Andreas giftist
árið eftir við Evu Margrethu
Jacobsen úr Baianstovu í
Havn, og Anna, fødd í 1841,
var næstelsta barn teirra.
Anna giftist við Jens
Christian
Evensen,
sum
var prestur á Viðareiði og
í Hvalba og eisini próstur
á Nesi. Tey fluttu seinni til
Danmarkar, men tá Jens
Christian doyði í 1904, var
Anna heima aftur í Føroyum
eina tíð. Hon flutti tó niður
aftur at vera hjá eini dóttir í
Bregninge á Sælandi, og har
hitti Christian Olsen, bóndi
í grannabygdini Eskebjerg,
hana í 1925.
Christian hevði stóran
áhuga fyri siðsøgu, og tað
er hann, sum skrivar nið
ur
hesa
frásøgnina
hjá
Onnu Evensen, sum nú er
til í handriti. Tað var í tøk
um tíma, hann skrivaði frá
søgnina, tí Anna doyði í 1927,
85 ára gomul. Christian var
ógiftur, men hann hevði ein
trúgvan húskall, Louis Helt,
sum arvaði hann.
Óli Jacobsen, fyrrverandi
formaður í Fiskimannafe
lagnum, fekk kunnleika um
hetta handritið, og hann fór
at kanna, hvat mundi vera
vorðið av tí. Tað tók sína
tíð, men tað vísti seg, at eitt
av teimum trimum hond
skrivaðu handritunum var
eftir í gomlu húsunum hjá
Christiani.
Louis Helt var sinnaður at
lata hetta upprunahandritið
hjá Onnu Evensen til Før
oya, og í juni í fjør var Óli
Jacobsen í Eskebjerg, har
hann fekk handritið handað.
Handritið er nú í varðveitslu
hjá Landsbókasavninum.
Í handritinum eru áhuga
verdar frásagnir bæði úr
Havn og frá øllum plássunum
har prestahjúnini Anna og
Jens Christian búðu. Hetta
eru frásagnir um gerandis
dagin hjá fólki og um for
vitnisligar hendingar.
Eitt nú greiðir Anna frá
hendingin á Kongabrúnni
í Havn 25. juli í 1874, tá pápi
hennara doyr í føvningin á
kongi, meðan hann heldur
vælkomurøðu fyri kongi –
hetta var fyrsta kongsvitjan
í Føroyum.
Á samkomu í fundarhøl
inum á Landsbókasavninum
mikudagin klokkan 19 fer Óli
Jacobsen at greiða frá, hvussu
handritið endaði í Føroyum.
Hann fer eisini at greiða eitt
sindur frá ættini hjá Onnu
Evensen. Aftaná fer Malan
Marnersdóttir, professari í
bókmentum, at greiða frá
handritinum, innihaldi og
hvat slag av bókmentaligum
riti talan er um.
Á samkomuni, ið er al
menn, ber til at síggja han
dritið, og Heini Lützen fer
eisini at syngja nakrar sang
ir.
Landsbókasavnið fær endur
minningarnar hjá Onnu Evensen
HANDRIT Mikudagin komandi, 6. februar, skipar Landsbókasavnið fyri fyrilestrum
og framløgu av handriti við endurminningum hjá Onnu Evensen, f. Lützen
Ommusonur Onnu Evensen,
Johan Evensen, saman
við Elsu Funding, presti
í Ónagerði á Viðareiði,
har abbi hansara, Jens
Christian Evensen, var
prestur. Farbróðir hansara,
A. C. Evensen er føddur á
Viðareiði. Johan er sonur
Johan og Berghild Evensen.
Hann er uppkallaður
eftir pápnum, sum fór
til gravar sama dag sum
sonur varð doyptur í 1935
Anna Evensen, 1841-1927