fríggjadagur 1. februar 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 1. februar 2013 · Nr. 13
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Í starvsvenjing í Miðlahúsinum
Róða Bødvarsdóttir
Noomi Nielsen hevur, í skjótt
tvær vikur, verið í praktikk á
Sjúkrahúsinum í Klaksvík,
og har dámar henni væl. Hon
valdi at fara til Klaksvíkar, tí
hon væntaði at tað fór at vera
»lættari« enn á Landssjúkra
húsinum, og av tí at hon sjálv
er hálvur klaksvíkingur og
vildi tí heldur til Klaksvíkar
enn til Havnar.
Hon sleppur at royna
nógv ymiskt, so sum at vera
í køkinum, við sjúkrasystr
unum, við portørum osfr.
Tá ið hon var spurd um, um
hon helt hetta kundi verið
eitt framtíðar arbeiði, segði
hon:
– Tá ið eg valdi Klaksvíkar
Sjúkrahús sum starvsvenj
ingarpláss, hugsaði eg ikki
um tað sum eitt møguligt
arbeiði, men eftir fyrstu vik
uni her, virkar tað sum eitt
áhugavert arbeiði.
– Men eg eri enn ikki heilt
vís í, um hettar er nakað, sum
eg fari at arbeiða við.
Ingunn Ryggstein er í prak
tikk í einum handli í Klaks
vík, sum eitur Summardáin.
Handilin var fyrst á hennara
lista, og tað kom av at hon
vildi læra meira um blómur,
og at prýða tær.
Tað kom eisini av tí, at hon
vildi sleppa til Klaksvíkar.
Henni dámar væl at vera har,
og hevur prýtt og selt urta
pottar, og hevur eisini selt
ymisk onnur ting. Men skjótt
fara meira blómur at koma,
so fara tey at gera bukettir,
sum tey síðani selja.
Hon var eisini spurd, um
hetta hevði verið eitt arbeiði
fyri hana, men tá svaraði hon
nei.
– Tað eg vildi við at koma
her var, at tá ið eg verði eldri,
so dugi eg at prýða blómur og
urtapottar til at pynta heima,
ella um onkur vil hava eina
fína bukett til okkurt.
Jana Thomsen er í Havn í
praktikk, í Vøgguni, sum ligg
ur á Hálsi í Havn. Hon vildi
sleppa har, tí at hon vildi
sleppa í ein handil, og at vera
í Vøgguni dámar henni væl.
Hon er mestsum bara inni
í handlinum, har hon m. a.
stendur við diskin, og heint
ar ting úr goymsluni; eisini
er hon har um onkur hevur
brúk fyri at finna okkurt.
Sum sagt dámar henni væl
at vera har, og heldur at hon
einki hevði havt ímóti at ar
beitt har.
– Eg havi altíð vilja arbeitt
í einum handli, og Vøggan
er heilt víst ein møguleiki!
Aron Clementsen er í prak
tikk hjá Søvnum Landsins.
Tað vil siga, at hann bæði
er á Náttúrugripasavninum
og Fornminnissavninum. Eg
spurdi hann síðani, hvat hon
um dámdi at vera har.
– Mær dámar tað fínasta
slag. Eg hyggi nógv at, men eri
eisini við til at kanna garðar,
plantur, seta framsýningar
upp o. a. vit gera nógv ymiskt.
Tá eg spurdi hann, helt hann
at, at arbeiða á Søvn Landsins,
hevði kanska verið ein møg
uleiki, men tó er hann ikki
heilt vísur. Hann heldur tað
vera eitt áhugavert arbeiði,
og mann lærir nógv ymiskt.
Alex Jespersen er lærari á
Sandoyar
Meginskúla
og
hevur í eini 10 ár skipað fyri,
at næmingar í 9.- og 10. flokki
fara í starvsvenjing.
Tað gongur fyri seg so, at
næmingurin skal seta trý ar
beiðspláss á ein seðil og rað
festa tey. Starvsvenjulærarin
roynir so at kontakta fyrst
nevnda arbeiðsplássið. Tað
verður gjørt við at senda
teldupost ella at ringja.
– Tað kann taka langa
tíð at fáa eina avtalu í lag,
men umleið aðru hvørja ferð
eydnast at fáa næminginum
eitt starvsvenjupláss.
Eydnast ikki við fyrsta
ynski, verður farið undir ann
að ella triðja ynskið, og tað er
sjáldan so at komið verður
til triðja ynskið, og tað held
ur ikki liggur fyri. Tað kann
meira enn so koma fyri, at tað
tekur meira enn ein mánað at
fá eina avtalu um starvsvenj
upláss. Alexander Jespersen
sigur síðani, at tað er ikki
komið fyri, at nakar næm
ingur ikki er sloppin á eitt
arbeiðspláss, tó at tað í ein
støkum føri kann vera ógv
uliga trupult, og tað serliga
um ein næmingur setir ynski
fram um arbeiðspláss, sum
ikki hevur umstøður at hava
starvsvenjunæming.
Næmingar hava sera ymisk
ynski um starvsvenjupláss,
so eg haldi ikki, at eitt ávíst
stað er meira áhugavert enn
hini. Næmingar spyrja aðrar
næmingar, sum hava verið í
starvsvenjing, og teir hoyra,
hvørji ráð starvsvenjulærarin
hevur at geva teimum. Tað
sýnist sum um, at tað ikki
bara er áhugin, sum stýrir
ynskinum, men at næming
urin dugir at síggja, hvar
hann/hon hevur sína styrki,
um tað so er á handaliga ella
bókliga økinum.
Starvsvenjing Róða Bødvarsdóttir hevur seinastu
tvær vikurnar verið í starvsvenjing í Miðlahúsinum. Hon
er úr Dali og gongur í 10. flokki í Sandoyar Meginskúla
Noomi Nielsen úr Skopun
er í starvsvenjing á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Ingunn Ryggstein úr
Skopun er í starvsvenjing
í blómuhandlinum »Sum
ardáin« í Klaksvík
Jana Thomsen av Sandi er í starvsvenjing í »Vøgguni« í Havn
Alexander Jespersen, lærari
á Meginskúlanum á Sandi,
skipar fyri starvsvenjingini
Aron Clementsen av Sandi er í starvsvenjing á »Søvnum Landsins«
Róða Bødvarsdóttir úr Dali hevur verið í starvsvenjing í Miðlahúsinum seinastu tvær vikurnar