Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-01, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. februar 2013síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 1. februar 2013 · Nr. 13 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn Minningarorð um mín góða vin, og arbeiðsfelaga ígjøgnum nógv ár, Anders Wiberg Var staddur til arbeiðis um­ borð á Ternuni, táið eg fekk boð um, at tað flaggaði í hálv­ ari stong um allan Tvør­oyrar bý. Síðani komu hesi ófrætta­ boð, at Anders var farin hand­an sýnina. Alt steðgaði upp eina góða løtu, áðrenn eg fat­aði tað. Kom at kenna Anders á ungum árum, tá ið hann kom til Hvalbiar sum 26 ára gam­al at dríva 50 tonsaran Norð­lýsið. Vit vóru nógvir ungir dreing­ir, sum fóru at hamast uppi í hesum so sera fryntliga og skila­góða manni, og fóru fleiri av okkum at rógva út saman við honum. Nøkur ár seinni kom eg at sigla saman við honum sum stýri­maður við Fleyr, ein skit­fiska­bátur, ið hann og aðrir høvdu bygt saman, til hesa veiðu. Og so aftur nøkur ár seinni komu vit at fiska nógv ár sam­an runt klettarnar, tó ikki við sama skipi. Anders var ein sera fittur, róligur og hjálpsamur maður. Arbeiðsroyndirnar innan fiskivinnu hevði hann sum fáur, og óðansæð hvat tú spurdi hann um, gjørdi hann alt fyri at geva tær ta vitan, sum hann sat inni við. Seinnu árini hevur Anders róð út við Sjófarinum, ið hann var so sera stoltur av og góður við. Og ikki eru tað smá­vegis rúgvur av fiski, ið hann hevur drigið til lands; ein fiskiklógv av teimum heilt stóru. Tað var eitt satt upplivilsi at koma út í bátahylin, hvørja ferð ein kom suður í fríviku, og síggja hesa havsins kempu ganga og hjúkla um sín stolt­ leika: Sjófarið. Har hava verið mangar hugna­ligar løtur, og mangir heims­trupulleikar loystir. Ofta hoyrdist láturin um alt havnarlagið, tá Anders segði frá ymiskum, ið hann hevði verið úti fyri. Anders var frásøgumaður sum fáur, og orðið hevði hann í síni hulu hond. Men nú er tann gleðin eis­ ini horvin, tómligt verður at koma út í bátahylin og vita, at hesin sjógarpur ikki kemur aftur á hesar leiðir. Orð eru so fátæk, ein kundi hildið á at skriva um henda megnar mann. Men eg fari at takka tær Anders, fyri alt ið tú lærdi meg frá ungum árum av í lívsins harða skúla. Tað er mangan komið mær væl við seinni í lívinum, tá ein skuldi taka avgerðir sjálvur. Við hesum fátæku orðum fari eg at lýsa frið yvir minni um megnar mannin Anders Wiberg. Somuleiðis við djúpastu samkenslu við tykkum, sum mist hava: Óluva, Oskar, Bodil og Maria og øll familjan annars. Takk fyri alt, frægi frændi. Minnini goymi eg í mínum hjarta, til tann tíð kemur, har Tann, ið øllum valdar, let­ur okkum síggjast aftur hinu­ megin sýnina. Hvíl í friði, frægi frændi. Vinur tín Bjarki Hósdagin 17. januar andaðist Arni Andreasen, keypmaður úr Havn. Arni bleiv 78 ára gam­al. Hann var sonur Jo­ hannes Andreasen og Hjørd­ is, sum var ættað úr Noregi. Barnaárini vaks Arni upp í miðbýnum, har pápin hevði handil á Ingutrøð, har sum Niels Wang seinni húsaðist. Seinni flutti Johs. Andrea­ sen út í Grønland, í horna­ húsini við Grønl­andsvegin. Arni havi eg kent heilt frá fyrstu barnaárum, við tað at vit keyptu dagligu neyð­ synjar­vørur frá Johs. Andrea­ sen. Arni hjálpti til í handli­ num, eins og Jórun, sum bleiv kona Arna. Tey fingu tríggj­ar synir, Jóhannes, Kári og Per. Arni fór seinni undir at selja døgurðamat í høl­um við síðuna av niðri í Ják­u­p Nolsøes­gøtu. Arni var lættur av lyndi, hevði humor og ein frí­ger­andi látur, sum kundi hoyr­ast. Stóri áhugi hjá Arna var klass­isk­ur tón­ leikur, ein áhugi hann hevði frá pápa sínum. Seinni gjørd­ ist Johs. Andreasen læru­ meist­ari mín í violinspæli. Minn­ist eina ferð at eg kom inn í handilin, tá kemur Arni skundis­liga inn og róp­ ar á pápan um at koma upp, tá eitthvørt musikk­stykki varð spælt í Út­varp­inum - og Johs. Andreasen rann aftaná honum fyri at lurta. Tað var Arni sum innleiddi meg í ein stóran part av tí klassiska musikk-repertoirinum.. Hann hevði eitt sera avanserað stereo­anlegg (Tandberg), sum ikki var vanligt tá í tíðini. Arni kom at verða ein av grund­stuðlunum í tí gamla ”Tórs­havnar Musikk­skúla”, sum var stovn­að av Erik Pe­ter­sen. Hann spældi á eina Gagliano violin, sum hann lánti frá instru­ment­ grunninum. Arni sat so rank­ur við violinini í 1. violin­ grupp­uni; ein kundi síggja og hoyra at hér var ein sum hevði fingið gott í beinið við tí violin­tekn­iska. Ein av mínum stjørnu­stundum var, tá ið mær untist at hoyra hann spæla Romans­una av Johan Svendsen saman við Rigmor Restorff úti í heimi henn­ ara í Horna­bø. Arni trakk seg seinni úr Musikk­skúla orkestrinum, við tað at hann ikki helt seg hava stund­ir og yvir­skot vegna handils­virk­ semið, sum hann hevði yvir­ tikið og nevndi ”Keyp­mað­ urin úti í Grønlandi”. - - - Seinru árini stríddist Arni við fylgjunum eftir blóðtøppi í heil­anum (apopleksi). Tað hevði rakt høgra arm og bein, bæði vøddastyrki og føli­evni og - ikki minst - talu­ evnið. Hann hevði ilt við at úttrykkja seg, men skilti alla talu. Eisini bilti honum at lesa. Sera tarnandi brek í tí dag­liga lívinum. Arni var mín góði vin­ maður. Vil lýsa frið yvir minni hansara. Jens Smith Minningarorð um Arna Andreasen Óli 40 til gaman stinnur og álvara svinnur til matgerð nýtur ei hugna sýtur um órætt óður við Hannu góður sum faðir kærur at ugga mentur í áliti sterkur til hjálpar fúsur av okkum virdur ein vinur dyggur vinur tín Føðingardagar 30. januar varð Elsebeth Nielsen 65 ár, og 7. februar fyllir Knút Nielsen 70 ár. Opið hús er í mat­møðra­felags­húsinum í Vági tann 9. februar frá klokkan 12 til 18. 60 ára føðingardagar 8. februar fylla tvíburðarnir Annemia Højgaard, Søldar­fjørður, og Ingvard Lamhauge, Saltangará, 60 ár. Føðingardagurin verður hildin 9. februar í Sjókafeini Fjøruvegur 3, Runavík, frá klokkan 13:00 til 20:00, har øll eru hjartaliga vælkomin. 80 ára føðingardagur Tann 9. februar verður Karlamagnus Olsen, Leirvík, 80 ár. Dagurin verður hildin úti á Sýn 10 frá kl. 18. Øll hjartaliga vælkomin.