Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-01, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. februar 2013síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 1. februar 2013 · Nr. 13 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína útbúgving, men nú kanst tú fáa svar upp á spurningar um lestur her í Sosialinum. Holger Arnbjerg, sum starvast á Altjóða Skrivstovuni við Fróðskaparsetur Føroya, og Bjørg Róin, lærari á Føroya Studentaskúla í Hoydølum, vegleiða teg um tínar møguleikar innan útbúgving og um tey fíggjarligu viðurskiftini. Holger og Bjørg arbeiða dagliga við at vegleiða fólki, sum ætla sær undir útbúgving í Føroyum ella uttanlands, antin tað er styttri ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig. Tú kanst senda spurningar um útbúgvingar til post@sosialurin. fo, og so svara Holger og Bjørg tær her í Sosialinum. Hesir stuðulsskipanir eru : ÚS - skipanin SU – skipanin ÚSUN – skipanin Ferðastuðul Stuðul til málslig fyrireikingarskeið ÚS (Útbúgvingarstuðul) er ætla teim­ um, ið eru undir útbúgving í Før­oy­um, og stuðulin kann fáast til mið­náms­út­ búgv­ingar, vinnuútbúgvingar og hægri út­búgv­ingar. Er tann lesandi undir 18 ár, er talan um bóka­stuðul, og upphæddin er kr. 3.567 um árið, og tú hevur møguleika at fáa vistarhaldsstudning kr.2.492,00 um mánaðin. Er tann lesandi yvir 18 ár, eru tvær upphæddir. Fyri heimabúgvandi er upphæddin 1.800 kr kr per mánað, og fyri útibúgvandi er upphæddin kr. 3.737 per mánað. Lesandi yvir 18 ár kunnu eisini fáa lán, og er upphæddin 2.369 kr per mánað. ÚS verður umsitin av Studna. Á heimasíðuni www.studni.fo ber til at lesa meira. Umsøknarbløð kunnu heintast her, men fáast eisini á skúlunum við skúlabyrjan. SU (Statens Uddannelsesstøtte) fáa føroyingar, ið lesa hægri lestur í Danmark og í øðrum útlondum eftir somu treytum, sum aðrir danskir ríkisborgarar. Upphæddin er 5.753 kr. per mánað. Eisini ber til at søkja um lestarlán, her er upphæddin 2.943 kr. per mánað. Aðrar upphæddir eru, t.d. til einligir uppihaldarir og til fólk við serligum tørvum. Á heimasíðuni www.su.dk ber til at lesa meira, og her kunnu umsóknarbløð heintast. ÚSUN (Útbúgvingarstuðul til lesandi uttanfyri Norðurlond) er umsitin av Studna. Hetta er stuðul til skúlagjald, sum vanliga liggur millum 50.000 til 120.00 kr per ár. Í mesta lagi er stuðulin 80.000 kr. per ár, og er skulagjaldið hægri ber til at søkja um lán upp til 80.000 kr per ár. Um ein hevur ætlanir um at lesa uttanfyri Norðurlond, eigur viðkomandi at søkja um at kunna fáa stuðul í sera góðari tíð, helst ½ ár áðrenn skúlabyrjan. Á heimasíðuna hjá Studna ber til at lesa um mannagongd og treytir. Ferðastuðulin er umsitin av Studna. Allir føroyingar, íð eru undir útbúgving uttanlanda, og børn teirra, kunnu fáa ferðastuðul, so tey kunnu koma heim til Føroyar eina ferð um árið. Umsøkjarin skal ganga á eini fulltíðarútbúgving, ið er 1 lestrarár ella longri. Upphæddin verður ásett av Studna við støði í prísleguni fyri flogferðir. Freistin at søkja fyri tey, ið byrja at lesa í tíðarskeiðnum 1. august til 31. desembur, er 30.juni árið eftir. Fyri tey, ið byrja at lesa í tíðarskeiðnum 1. januar til 31. juli, er freistin at søkja 31. desembur sama ár. Tey, ið byrja útbúgving um heystið, skulu søkja um várið árið eftir og tey, ið byrja útbúgving um várið, skulu søkja um heystið sama ár. www.studni.fo. N.B. Søkjast skal á hvørjum lestrarári!!! Málslig fyrireikingarskeið Henda skipanin veitir stuðul til málslig fyrireikingarskeið til hægri útbúgvingar í ikki enskt-talandi londum. Stuðulin verður í fyrstu atløgu veittur sum lán til skúlagjald og lán til livikostnað. Til skúlagjaldið verður veitt lán, í mesta lagi kr. 20.000. Til livikostnað verður veitt lán. Lánsupphæddin er mánaðarliga studningsupphæddin, sum til eina og hvørja tíð verður veitt til hægri lestur í Føroyum. Hendan upphædd er kr. 3.737. Stuðulin verður í mesta lagi veittur í 6 mánaðir, men er talan um heilt fremmant mál, kann stuðul veitast í upp til 1 ár. Tað serliga við hesi skipan er, at um tú, innan 15 mánaðir eftir at málsliga fyrireikingarskeiðið er endað, fert undir hægri lestur á lærustovni, har høvuðsmálið er tað sama, sum tað var á málsliga fyrireikingarskeiðnum, verða lánini umløgd til studning. Stuðulsmøguleikar fyri føroyingar undir útbúgving Spurnarsíðan Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni. Spg.1 Hevur persónum/lesandi uttanlands, sum fyribils uppihalda sær í Føroyum, rætt til veitingar frá Heilsutrygd.? “Tann sjuki” Svar: Føroyingar uttan­lands fáa rætt til heilsu­trygd­ar­ veitingar. Heilsu­málaráðið hevur fingið fleiri fyrispurningar frá borgarum um rættin til veitingar frá Heilsutrygd frá eitt nú lesandi uttanlands, ið koma heim til Føroyar í feriu. Spurningarnir hava mest snúð seg um, hvat hesi hava rætt til innanfyri læknaviðgerð, tannlæknaviðgerð o.a., meðan tey eru heima í feriu. Tá sjúkrakassarnir vóru virknir var siðvenja, at lesandi og fólk ið gera almannagagnligt arbeiði uttanlands, hava fingið veitingar frá sjúkrakassanum, meðan tey fyribils uppihildu sær í Føroyum. Nýggj kunngerð hevur við sær, at persónar, sum vegna brádliga sjúku, skaða ella versnaða verandi sjúku, fáa rætt til læknahjálp og tær veitingar, sum lækni metir er til gagns fyri tann sjúka, meðan hann er staddur í Føroyum. Harumframt fevnir kunngerðin um veiting í sambandi við árligt eftirlit hjá tannlækna, tá hesi eru heima í feriu í Føroyum. Kunngerðin fevnir um føroyingar, sum hava búð í Føroyum í minst 5 ár, áðrenn tey fluttu til annað land, og sum eru lesandi uttanlands. Vinarliga Bjørg og Holger Spg.2 Hey titt! Hvat er ein NemKonto? “kkk” Svar til “kkk”: Pengar frá tí almenna í Danmark verða nú fluttir á eina sonevnda NemKonto. Hetta er td. galdandi fyri stuðul frá SU. Ein NemKonto er ein púra vanlig peningastovnskonta, tað kann td. vera lønarkontan hjá tær. Frá 15. august 2005 hevur borðið til at sagt frá hvør tín NemKonto er, og tað kann vera í einum donskum ella føroyskum peningastovni. Tað ger tú við at ringja til peningastovninum og upplýsa danska CPR-nummarið hjá tær, tá tu hever fingu tað. Meira á www.nemkonto.dk. Vinarliga Bjørg og Holger