Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-01, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. februar 2013síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Fríggjadagur 1. februar 2013 · Nr. 13 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Emma Winther á nítifimm ára degnum 4. februar Tá ið Emma Winther var lækni í Fuglafirði, hevði hon ein Anglia, gekk í okkurgulum frakka og hevði eina reyðbrúna tasku. Hon búði sjálvandi í Doktarahúsunum – gift við Eyðuni Winther av Sandi. Børnini vóru Katrin, Ólavur og Dávur. Hetta vóru fólkini í hesum aldingarði í Fuglafirði Vakra kvinna, litríka kvinna setur seg í Anglia bilin við reyðbrúnari tasku. Í henni er lívgevandi vágur og amboð til snildisligu fingrar hennara at ambæta sjúklingum, sum liggja á lofti og bíða eftir hennara vælsignaðu hond. Móðir var fongd við liðagikt. Emma kom tíðan norður til okk­ ara á Bakkanum og upp á loftið, har móðir lá og bíðaði eftir hennara vælsignilsi. Tá ið Emma hevði hugt inn og sitið eina løtu, var alt gott. Kemur ein okkurgulur frakki upp trappurnar og ein morlitt taska. Vakra Emma úr griskum standmyndum við klassiskum høvuðburði er komin á gátt. Eitt andlitsbragd av Afrodite vitjar sjúklingar sínar undir væðing - undan lívsins havsbrúgv anda mildir vindar yvir sjúkralegu og sálarkrókar. Alt var gott, tá ið Emma hevði verið á gátt. Emma gekk um Skarðið til bygdirnar norðanfyri. Vegasam­ bandið kom 1968. Dømi eru um, at hon helt tvær ferðir á Skarðið jólaaftan eitt árið. Símun Abrahamsen og Edvard Jacobsen, klokkarin, plagdu onkuntíð at fara við henni á vetrar­degi um hesa leið. Ofta varð siglt við motorunum hjá Pidda til somu bygdir. Hon dugdi streym. Onkur útróðrar­mað­ ur í bygdini ráðførdi seg við Emmu um streym og útróðrar­ líkindi, tá ið farast skuldi til útróðar. Jógvan hjá Biritu og Solberg hjá Niklasi fóru onkuntíð t. d. við Eriki neyðsynjar­ ørindi. Kavi og kavarok, sirm, surk, sólskin og doðavegur far fótin at flyta seg um Rossarygg- Botnsbrúgv, Skarði, Kliv – millum “Duris og klettar”, Durutuklettar, til sjúkling, á sjúkradegi, á beði við veikari megi, Raska kvinna í okkurgulum frakka við morlittari tasku og fylgisneytum frægum, har mannfólkahond leiðir hana á ferð til onnur lond. Glintar motorur um Enni, Byrgi, Nevi, Fuglafjarðarboðar og Nestanga. Erikur fær ein skvamp.. Jógvan hjá Biritu má um róður og kobling hanga, so at Emma ikki fær ein skvamp á vanga. Emma stendur stumm við hansara lið og heldur um skøvning, hond og bond og kinkar eftir sínari ond....... - Jógvan, stýr, stýr útfrá ... ella far inn ímóti Góðadali har er ein afturundirgerð, sum veitir mær sálarkvirru og betri kyrru á hesi ferð. Jógvan ger, sum Emma sigur og stýrir inn at Smørgjógv, har ræður aldufriður við lygnum á sjónum í lyndrandi tónum. Solberg stendur í kappa og roykir sær eina ball, meðan hann lítur út á Kall og hyggur niðan i Góðadal, har hann sær lamb og ær liggja Tjóvalágni nær. Soleiðis vóru útferðirnar norðurum, men hon koyrdi eisini við bili úteftir. Tá ið farið varð oman av Eiðinum eftir vegnum oman til Norðagøta, var eitt serpentinar snar her. Emma gleið á einum sinni her í kava við bili, og tí varð svingið kallað Winthersving. Kavafólv um Tyrlar og Lorvíksfjall. Snjófannir skyggja í ovurviðkvæma vetrarljósinum, og eina skamma stund gjørdist bilurin snjóblindur og fór útav. Ikki var tað Skarðið ella um Fuglafjarðarboðar, ið nú farast skuldi um men á hesi stund var tað bert ein lítil høvd, sum hevði ein hálan lunn. Nú var tað vetrargler, ið darvaði tínari ferð – ikki boðar, sker og skarð, men bert eitt lítið snar. Fremst í huga lá at veita linna og bót til fólk á sjúkralegu, Onkuntíð hevði megurð og moldartrot gjørt eitt innskot í likam og sál, og skuldi eitt gott orð, eini góð ráð og góður heilivágur til at lyfta og lætta um mið og mál. Hóast hálka, skyggísur - sum á kalvabaki, átti taki so fórt tú av stað um boðar, dalar, skørð og skorð – suður og norð.´ Emma Winther, drotning Afrodite, tú vart sera gløgg, vitug og kring og minnið um teg og tínar dagar her liva í Winthersving. Hjartaliga til lukku við teimum nítifimm árunum. Frits nøvn Heilsan til ommu og langommu Anna Louisa Jacobsen á 93 ára degnum Sita her við vindeygað, eg og omma har inni, eg skrivi hon bindur hóast høgur er aldurin minnið onki bilar. Útslitnar hendur so mangt eitt plaggið er farið ígjøgnum. Fólk at síggja í bønum eftir vegnum aftur og fram børnini spæla, hurðin gongur hvør er her ? Gangi eftir sandinum, síggi eitt gásapar við ungum, eitt síl leypa upp úr sjónum, heilsi uppá tey ið fara framvið »Hey, ert tú her í dag«, ja enn eina ferð lá leiðin inn í Botnin. Hjartaliga tillukku ynskja Elisabeth og Joanida Tøkk Øllum, sum vóru við at gera diamantbrúdleypsdag okkara so sera hugnaligan, takka vit hjartaliga. Sanna og Henning