fríggjadagur 1. februar 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 1. februar 2013 · Nr. 13
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Ójavnt er býtt – og tað hava
sambandsfólk gjørt!
Til stýrið fyri Trygdargrunnin
Um nakar fær ov lítið, so er
tað ikki, tí at ov lítið er til,
men tí at ójavnt er býtt.
Eitt
sambandsmantra
til verju av framdum og
stuðlaðum høgraradikalum
stættapolitikki ljóðar: blokk
stuðulsniðurskurðurin.
Fólkaflokkurin leggur annars
bandittapolitikkin til rættis,
krevur lýdni og stendur við
tiknu avgerðirnar, meðan
hann fyrireikar tær næstu.
Teir smáu flokkarnir rópa
upp
um
fosturtøku
og
tunnlar og lata seg annars
leiða til at fremja politiskt og
fíggjarligt órættvísi. Ein full
komin parodiur upp á fólka
stýri, sum í praksis vísir seg
at vera eitt einflokkastýri við
trimum halum. Í tí høpi vita
flest øll, hvar Fólkaflokkurin
er. Men hvar er, og hvat ger
Sambandsflokkurin?
Fæst
hann bert við blokktrupul
leikar?
Sambandsflokkurin hevur
søguliga sæð verið ein sosial-
liberalur flokkur við einum
sløð av konservatismu og
við einum menniskjansligum
andliti. Men nú – hann er
kropin upp í fólkafloksleypin
– líkist hann alt meira og
meira bandittunum, hvørs
høgraradikala politik hann
slættar vegin fyri í einum
ongantíð
áður
sæddum
stættapolitikki. Og øll vita,
at hesin karráði politikkur
hevði als ikki fingið so
mikið sum fótin fyri seg utt
an við Sambandsfloksins
fulla stuðli. Men hvat sker,
tá fólkið loyvir sær at tala
at. Jú, sambandsmenninir
og
sambandskvinnurnar,
ið fíggjarliga neyðtaka tey
veiku, tey sjúku, tey gomlu
og fremja stættamun av
dimensiónum, tey sláa sam
felt hendurnar saman, sláa
kors fyri seg, meðan tey við
himmalvendum eygum og
pátiknum røddum murra
stríðssong
Sambandsflok
sins: Góðu tit! Tað vóru ikki
vit. Blokkin hava teir skorið,
tí er her so vorðið.
Slíkar kávalótir og upp
blástan sjónleik fer fólkið
vónandi at svara upp á, tá
fyrsta høvi býðst, tí alt fleiri
fara at kunna gjøgnumskoða
tann óhugnaliga politiska og
fíggjarliga leikin við teimum
stóru negativu avleiðing
unum, ið standast av einum
gjøgnumførdum
banditta
politikki, ið als ikki hevði
kunnað fingið fótin fyri seg
uttan við 100% stuðli frá
Sambandsflokkinum.
So
kunnu tey tosa um blokk, og
hvat tey annars kunnu finna
upp á sum umbering. Teir/
tey mugu taka avgerðir fyri
teirra gerðir fyrr ella seinri.
Eitt er vist og kann slást
fast við sjeytummaseymi, og
tað er, at um onkur hevur ov
lítið (og tað eru tað mong, ið
hava), so er tað hvørki tí, at ov
lítið er til, ella tí at blokkurin
er skorin, men tí at ójavnt er
býtt, og tað hava sambands
menn og sambandskvinnur í
høgraradikalu samgonguni
gjørt, og tað fara tey at gera
so leingi, samgongan verður
sitandi.
Enn einaferð fer Suðuroyar
streymoyar Útróðrarfelag at
heita á stýrið um at broyta
inntøkumarkið.
Vit vita líka so væl sum
tit, at við lóg skulu vit gjalda
inn í grunnin, men so vita vit
eisini, at bólkur 5 at kalla onki
fær útaftur, tá mest er brúk
fyri tí. Tá er tað bert stýrið,
sum hevur ábyrgdina. Eisini
sær út til, at vit hava ein
beiskan fígginda í stýrinum,
sum er formaður í Meginfelag
Útróðrarmanna. Eitt felag,
sum í veruleikanum ikki er
til, men situr við einum for
manni, sum av øllum alvi
mótarbeiðir bólki 5. Tað vil
siga, at vit ongan hava at um
boða henda bólk í stýrinum.
Allir bólkar í skipani fáa
útgoldið, tá hýran fer niður,
uttan
útróðrarmaðurin
í
bólki 5, hann fær onki, tá
hann mest hevur brúk fyri
tí.
At vit so at kalla onki fáa
úr tí grunni, sum vit allir
gjalda inn í og eiga okkara
part av, tí stýrið als ongan
áhuga hevur havt í at ganga
okkum á møti. Tað vísir seg
nú at fáa avleiðingar; stýrið
heldur hamaran í hondini,
sum smíðar seinasta seymin
í kistuna hjá heimaútróðri
num.
Á útróðrarplássum kring
landið síggja vit tómar egn
ingarskúrar við turrum gólvi.
Mennirni flýggja til útlondini
fyri at kunna breyðføða seg.
Ein syndarlig støða.
At enda heita vit, einaferð
enn, á stýrið um at lækka inn
tøkumarkið niður á 100.000
kr um hálvárið, ella longur
niður, fyri at bólkur 5 kann
koma innaftur í skipanina.
Sjálvandi hava vit sæð, at tað
eru pengar í trygdargrunnin
um.
Hetta skriv verður eisini
sent fjølmiðlinum.
Vónandi viðgera tit hetta
skjótt.
Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin
skulu sendast til teldupostadressuna:
post@sosialurin.fo
Ein gosoyggj slapp undan milliardstórum endur
gjaldskravi í vikuni. Tað skrivaði danska útvarpið
á heimasíðuni. Danski miðilin viðgjørdi EFTA
avgerðina, sum staðfesti, at Ísland ikki skuldi
gjalda Bretlandi og Hollandi endurgjald fyri
Icesave gøluna. Eitt áhugavert mál í sjálvum sær,
men tað, sum eg hefti meg við, var, at greinin
tosaði um bretska statin og hálendska statin, men
um íslendsku gosoynna. Tað er neyvan tilvitað
mismælt, men áhugavert alíkavæl, at almenni
miðilin hjá fyrrverandi “hjálandaharrunum”
brúkar landafrøðiliga heldur enn politiska hug
takið. Íslendski staturin er ikki heilt ungur longur,
men hann er framvegis ikki gerandismál hjá øllum
donskum journalistum.
Orð kunnu vera leivdir frá gomlum veruleikum,
men orð kunnu eisini skapa og varðveita valdsskip
anir. Tað hugsaði eg sunnukvøldið, eftir at tíðinda
stubbi í Kringvarpinum, har eg sum lærari og
ritstjóri var spurd um nýggjar samvirknar bøkur
hjá Námi, endaði sum kjakevni á Facebook. Tað,
sum skapti øsing, var ikki nýggi miðilin, men
orðini eg brúkti um næmingar. Veikir og sterkir
næmingar. Eingi næmingar eru veikir, segði fyrr
verandi læraraskúlalærari á Facebook. Tey hava
kanska ein læritrupulleika, men veikir verða teir
bara, um vit fáa teir at trúgva, at teir eru veikir við
at siga tað nóg ofta við teir. Valdsnýtslan kom mær
ikki til hugs, tá eg tosaði við journalistin, heldur
ikki tá ið eg lurtaði eftir innslagnum. Men tá ið eg
lurtaði umaftur, hoyrdi eg tað.
Blindir vinklar kunnu verða vandamiklir, blind
lið enn vandameiri. Dimmalætting fekk fyrstu
Winther heiðurslønina seinasta vikuskiftið, og
Brynhild Thomsen, blaðstjóri, segði, at hon ofta
hugsaði um yrkingina Blinda liðið eftir Christian
Matras. Alt ov nógv politisk mál verða bara
trumlað ígjøgnum uttan viðgerð, segði blaðstjórin.
Samd. Tí er tað gott, at vit hava eygleiðarar,
sum ikki troyttast av at vísa á skeivleikar og
valdsmisnýtslu. Trupulleikin er tó, at nógvir
politikarar duga ótrúliga væl at venda deyva
oyra til. Teir síggja mótstøðuna, men hoyra hana
ikki. Teir síggja, at nú hevur andstøðan fimtan
fyrispurningar, tað hevði hon eisini í gjár, og tað fer
hon uttan iva eisini at hava í morgin. So best man
vera at svara sum minst.
Og so eru tað hesi keðiligu orðini. Sambandsmenn
hava tað eitt sindur trupult við orðinum “tjóð”.
Kunnu vit ikki heldur bara tosa um oyggjar?
Og hví skulu vit hava eina stjórnarskipan, sum
staðfestir, at landsins borgarar eru upphav til
alt politiskt vald í landinum. Hetta eru alt ov
vandamikil orð. Nei, best man vera at lata hatta
uppskotið liggja uttanfyri løgtingsgáttina. Og
“fólksins ogn” er heldur ikki so heppin orðing.
Fólkafloksmenn tíma ordiliga væl at syngja “mín
dýrasta ogn,” men tað er bara ein sangur, og hann
hevur einki við fisk at gera, so nú skal fólksins ogn
broytast til landsins ogn. So kunnu politikarar í
frið og náðum venda deyva oyra til blinda liðið,
meðan gamlar valdsskipanir fáa frið at virka innan
tryggar, orðleysar karmar.
Dorit Hansen
lærari
EYGA
MÁLIÐ
Strika orðið, so
hvørvur trupulleikin
Dagfinnur
Danbjørg
Nevndin
fyri Suður
streymoyar
Útróðrar
felag
Mortan Johannesen,
formaður