Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-01, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. februar 2013síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 1. februar 2013 · Nr. 13 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðargrein Jógvan Sundstein Fyrrverandi løgmaður, løgtingsformaður og landsstýrismaður Fólkafloksins Men hvar er tann nevin sum slær... Greinin er ikki ætlað sum eitt bein­leiðis bókaummæli, men heldur vil eg royna at koma við nøkrum hugleiðingum, sum eru nørdar av at lesa bókina. Fyrst vil eg takka Høgna fyri tað drúgva megnararbeiði, hann hevur lagt í at fáa greitt hetta vælaverk úr hondum. Sum hann sjálvur sigur í formælinum, so hevur Thorstein Petersen eftir hansara tykki verið forfjónaður í Føroya søgu, sjálvt um hann má sigast at vera ein tann fremsti og mest markanti føroyski politikarin higar til dags. Thorstein varð føddur í 1899 og doyði í 1960. Hann gjørdist sostatt bert seksti ára gamal, men kortini setti hann sær djúp spor í føroyska samfelagnum. Aftaná sína útbúgving kom hann sum ungur juristur heimaftur til Føroya at arbeiða, og stutt aftaná var hann settur sum stjóri í tí nýstovnaða Sjóvinnubankanum. Hansara arbeiðsorka kom at liggja á tveimum økjum sum bankastjóri og sum politikari. Av natúr var hann ágrýtin og sera samfelagsbevístur. Harafturat var hann bæði gløggur og væl útbúgvin, so tað var skjótt, at hann gjørdist ein, sum sást aftur millum teir, sum miðvíst arbeiddu fyri at at menna føroysku tjóðina, ikki minst vinnulívið. Hetta var í tríatiárunum, og djúpa búskapar- og fíggjarkreppan nívdi heimin. Ikki minst vóru bæði føroyska vinnulívið og samfelagið alt rakt av hesum. Thorstein gjørdist tí ein av oddamonnunum millum tey, sum tóku seg saman at seta nýggjan banka á stovn. Sjóvinnu­ bankin gjørdi veruligan mun í føroyska samfelagnum næstan líka frá byrjan av. Longu í 1936 stillaði Thorstein Petersen upp til Løgtingið fyri Vinnu­flokkin, men bleiv ikki vald­ur. Tá fekk flokkurin 2 mans valdar. Men í 1940 stillaði hann upp­aftur, hesu ferð fyri nýstovnaða Fólka­flokkin. Hann bleiv valdur og gjørd­ist skjótt næst­for­maður flokk­sins og tann, sum tey kom­andi árini kom at mynda flokkin mest. Tá Dan­mark varð hertikið í apríl av týsk­arun­ um og Føroyar av bretum var Thor­stein sostatt tingmaður. Til hesin skilnaðurin hendi, høvdu Føroyar stórt sæð verið stýrdar úr Keypmannahavn. Løgtingið hevði havt lítla ávirkan á samfelagið. Men nú kom broyting í. Brádliga kom tingið í miðdepilin. Teir fólka­valdu fingu ábyrgd og skuldu til at taka týdningarmiklar avgerðir fólksins vegna. Tíverri stóð ting­manningin ikki saman um tað, sum skuldi verið heilt natúrligt, nevniliga at flyta allan avgerðarrætt heim til Føroya. Sjey tingmenn, Fólkaflokksmenninir og ein Sjáslvstýrismaður, vildu gera hetta, meðan 17, hinir Sjálv­stýris­ menninir, Sambandsmenninir og Javnaðarmenninir, ynsktu at varð­veita valdið hjá danska amt­ manninum. Hetta kom at merkja politiska arbeiðið og stríðið øll kríggsárini. Sum tíðin gekk undir heimsbar­ daganum gjørdist tó greitt, at tá einki samband var við Keyp­mannahavn, kundi donsk politisk umsiting ikki beinleiðis prakti­serast í Føroyum. Løgtings­ meirilutin (teir 17) gjørdi tí fyri stóran part samgongu við Hilbert, amtmann, um eina skipan, sum í minst møguligan mun broytti nakað uppá viðurskiftini Føroya og Danmarkar millum. Støðan øll kríggsárini kom so at vera tann, at vit høvdu eina politiska meirilutasamgongu av Sambands-. Javnaðar- og Sjálv­ stýris­flokkinum sum parla­mentar­ iskt grundarlag undir Hilbert, amt­ manni, sum útinnandi valdið og samstundis eitt slag av varakongi. Fólkaflokkurin kom sostatt at vera í andstøðu øll kríggsárini. Men kortini fekk Fólkaflokkurin sín politiska elddóp undi hes­ um viðurskiftum. Jóannes bóndi var formaður flokksins og hann førdi ótroyttiliga fram sjálv­stýris­ sjónarmiðini, meðan Thorstein Peter­sen í flestu førum var tals­ maður flokksins í teim ymisku polit­isku málunum. Á hendan hátt fekk flokkurin kortini stóra ávirkan. Eitt týdningarmikið dømi um hetta var flaggmálið. Hilbert og Sambandsflokkurin vóru ímóti at geva Merkinum viðurkenning, meðan Fólkaflokk­ur­in fekk Javnaðar­flokkin og Sjálv­stýris­ flokkin við til at sam­tykkja hesa viður­kenning. Fólka­hugsanin tók eisini undir við hesum, og til seinast tóku bretska hersetingar­ valdið og bretska stjórnin endaligu avgerðina um góðkenningina. Fólkaflokkurin og serliga Thor­ stein Petersen komu at standa í and­glettinum øll kríggsárini. Thor­ stein dugdi avbera væl at framføra síni sjónarmið bæði í blaðgreinum og ikki minst sum røðari. Á hend­an hátt fekk hann rættiliga týðandi part av fólkinum við sær, men sam­stundis fekk hann eisini nógvar mót­støðu­menn. Eitt var teir politisku mótstøðu­menninir sum P.M.Dam, A. Samuelsen og Louis Zachariasen. Men mangan stóð harðasta stríðið millum Hil­ bert og Thorstein. Amt­maðurin gjørdist í veru­leikanum ein snáv­ingar­steinur fyri menningina av polit­isku skipanini í Føroyum undir krígnum. Høvdu meiriluta flokks­formenninir ikki “hongt” seg so fastar í danska amtmannin hevði mangt helst kunna fari laga­ lig­ari fram í hesum tíðarskeiði, og útlitini fyri eini betri sam­ráðingar­ loysn við donsku stjórn­ina aftaná heimsbardagan høvdu helst verið til staðar. Sum sagt so fóru stórar broytingar fram í Føroyum undir krígnum. Landið “fungeraði” meira sjálv­ støð­ugt, um politikarnir og amt­maðurin vildu tað ella ikki, tí sam­bandið við Danmark var slitið. Eisini mentist búskapurin stórliga hesi árini. Fólkahugburðurin var í heila tikið vorðin meira sjálv­ stýris­kendur. Tað kom tí ikki uppá tal aftaná kríggið at fara aftur til gomlu amts­støðuna, sjálvt um sam­bands­flokkurin hevði hetta sum útgangs­støði. Sum øll vita endaðu samráðing­ arnar millum føroysku politik­ ar­nar og donsku stjórnina um Føroya lands stýrisskipan í fyrsta umfari við, at fólkaatkvøða varð ásett at verða 14. September 1946. Atkvøðast skuldi um stýris­ skipanar­uppskot frá stjórnini ella loysing. Sum øll vita fall stjórnar­ uppskotið og loysingin fekk meiri­ luta, sjálvt um hann var tepur. Undir hesum valstríðnum fekk Thorstein mangar ákoyringar fyri ikki at vera nóg loysingarsinnaður. Ì hesari støðuni var tað tó kortini fyri hann tað mest avgerandi, at stjórnaruppskotið ikki varð samtykt, tí tað metti hann sum eitt stórt afturstig fyri Føroyar, eisini sæð í mun til tann framburð landinum hevði verið fyri undir krígnum. Fyri hann var mest avgerandi, at vit fingu sjálvstýri við egnari grundlóg og ikki vóru undirløgd eini danskari grundlóg, sum føroyingar ongatíð (og framvegis ikki) høvdu givið seg undir. Sum tann víðskygdi persónur hann var, kom hann at nýta orð ella fyribrigdi sum Realunión og Personalunión, tað vil siga at tvey sjálvbstøðug lond ella statir kundu vera í ávísum felagsskapi saman. Mong vóru, sum ikki skiltu hetta og varð hann fyri ein part kritiseraður fyri hesi sjónarmið. Men mangt umbroytist, sum tíðin líður. Stríði um føroyskt sjálvstýri hevur hildið fram, og hóast alt hevur spakuliga gingið framá, tó við ávísum afturstigum. Eitt av afturstigunum hevur verið hugtakið “Rigsfællesskabet”. Hetta skal legalisera, at Danmark og Føroyar (og Grønland) eru ein eind ríkisrættarliga. Tó eru vit nøkur sum meina, at hetta er tað sum danir nevna “en tilsnigelse”. Hinvegin eru vit fleiri, sum halda at hugtakið hjá Thorsteini um eina unión átti at veri legaliserað skjótast gjørligt. Tað skuldi eisini veri møguligt, tí nú hava nøvnini hjá Thorsteini fingið eitt annað heiti, nú eitur tað ikki realunión ella personalunión, men “Ríkjafelagskapur”. Men inni­haldið er tað sama. Tað eru tvey sjálv­støðug ríki, sum gera ein felags sáttmála. Og nú eru vit eisini komin so langt, at sjálvt tann flokkur, sum í 1946 hevði tað primeru støðu, at vit fram­ hald­andi skuldu vera eitt amt, nú hevur ein formann, sum í síni sein­astu almennu ólav­søku­røðu mælir til hesa lang­tíðar­loysnina við Føroyum sum sjálvstøðugt ríki í ávísum samarbeiði við tað sjálvstøðuga ríkið Danmark. Við arbeiðinum um nýggja føroyska stjórnar­skipanarlóg, sum liggur í ting­inum, er nakað at taka fatur í, og fáa eina semju millum allar flokkar og síðani við Danmark um ein Ríkja­felags­skap. Thorstein gjørdist ikki gamal maður. Men seinastu árini fekk hann eina harða lagnu. Í Sjóvinnubankamálinum fekk hann eina sak ímóti sær, og var í undirrættinum dømdur 4 mánaðar fongsul og í landsrættinum 8 mánaðar. Men til alla lukku slapp hann í hægsta rætt við sakini, tá vórðu fyrru dómarnir tileinkis­ gjørdir. Hann varð fríkendur í øllum høvuðsákærum og fekk bert 40 dagar fyri onkrar smá­ lutir. Ikki var tað frítt fyri, at fyrru dómarnir kendust at hava ein farra av politikki yvir sær. Eisini merktist ein ávís politisk støðutakan í Fólkatinginum, tá hann í tíðarskeiðinum millum teir 8 mánaðarnar og teir 40 dagarnar varð valdur til fólkatingsmann við stórum atkvøðutali. Aftaná næstan fríkenningina við hægsta rætt noktaði Fólkatingið kortini at góðkenna valbrævið hjá honum. Hetta hóast hann hevði fingið veljaranna avgjørda stuðul. Aftaná seinasta dómin hevði Thor­ stein óiva ætlanir um nýtt vinnu­ virksemi og kanska eisini politiskt virksemi. Men so skuldi ikki verða. Hann kom út fyri ein­um óhappi og fekk so meinan skaða, at hann vann ikki heilsuna aftur og doyði bert 60 ára gamal í 1960. Persónliga kendi eg Torstein nakað. Í 1949 fekk eg starv sum Kanska er tað eitt sindur djarvt av mær at hava givið hesi greinini omanfyrinevnda heiti. Men orsøkin er, at millum jólagávurnar hjá mær í ár var bókin um Thorstein Petersen við hesum heiti. Bókina hevur Høgni Mohr skrivað, og er hon hansara cand. phil. ritgerð. Tórbjørn Jacobsen Jóannes Eidesgaard Hans Pauli Strøm Hergeir Nielsen Jógvan Sundstein Edmund Joensen Framhald á næstu síðu