týsdagur 12. februar 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. februar 2013 · Nr. 18
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Jón Brian Hvidtfeldt
Bryan Adams á Tórsvølli. Sir
Elton John á Tórsvølli. Við
hesum heimsnøvnum fingu
føroyingar fimm stjørnað
undirhald á føroyskari jørð.
Móttøkan fyri hesum nýbroti
í føroyskum tónleikahøpi,
stadionkonsertir, var sum
vera man góð. 5750 áhoyr
arar flippaðu út til eina út
selda Bryan Adams konsert í
góðveðrinum ein summmar
dag í 2008, og tá Elton John
vitjaði herheima tvey ár
seinni, var pallurin fluttur
yvir á langsíðuna, soleiðis at
rúm var fyri 6500 fjepparum.
Og fleiri heimsnøvn vóru á
veg, søgdu søgurnar.
Fyriskipari var í báðum
føri Five Star Entertainment.
Eitt felag, stovnað í november
2006 við tí endamáli at veita
føroyingum stórar tónleika
upplivingar. Talan var um
eitt smápartafelag við 81.000
krónum í partapeningi.
Seinasti roknskapur hjá
felagnum er frá 2009. Hann
vísir eitt undirskot á góðar
200.000 krónur og eina saml
aða, stuttfreistaða skuld á
góða hálva millión. Eginognin
er tá netativ við smáum
350.000 krónum. Eingin rokn
skapur kom inn fyri 2010,
árið tá Sir Elton John fór pall
á Tórsvølli frammanfyri 6500
áhoyrarum.
Sambært almennu upp
lýsingunum fór Five Star
Entertainment undir trota
búsviðgerð í 2011, og í fjørvár
varð smápartafelagið enda
liga uppgjørt og strikað úr
partafelagsskránni.
Taks hevur gjørt upp,
hvussu nógv landskassin
hevur mist í skattainntøku
frá hesum felag. Sambært
uppgerðini, sum Sosialurin
hevur fingið innlit í, hevur
Taks avskrivað 277.000 krón
ur uppá felagið. Pengar, sum
Five
Star
Entertainment
hevur kravt inn í meirvirðis
gjaldi, men ongantíð borið
víðari til landskassan, hóast
lógin ásetir tað.
Sterkir persónar
Hóast Five Star Entertain
ment løgfrøðiliga var eitt lít
ið smápartafelag við 81.000
krónum í partapeningi, so
hevur felagið kortini eina
ávísa tyngd. Tí aftanfyri fel
agið stóðu persónar, sum í
dag eru leiðandi politikarar
og vinnulívsfólk. Stjórar í
Five
Star
Entertainment
vóru
Bogi
Andreasen,
býráðspolitikari
og
fyrr
verandi
varaborgarstjóri
í
Tórshavnar
Kommunu,
fyrst fyri Tjóðveldi og síðani
Fólkaflokkin. Eisini hevur
Bogi Andreasen fleiri ferð
ir havt sæti sum varamað
ur á løgtingi. Hin stjórin í
felagnum er Dennis Holm.
Hann er leiðari á Gransk
fimm stjørnað show
mvg-skuld Tórsvøllur rockaði og dansaði, tá
heimstjørnurnar Bryan Adams og Elton John
blástu sín tónleik út til føroysku fjeppararnar. Men
brádliga slóknaðu lampurnar og stikkini vórðu
rykt úr virkseminum hjá Five Star Entertainment.
Í dag hevur Taks staðfest eitt tap á 277.000
krónur av hesum virksemi. Pengar, sum felagið
átti at havt borið víðari til landskassan
– Vit fingu vánaliga ráð
geving frá okkara grann
skoðara. Ráðgeving, ið seinni
skuldi vísa seg at vera skeiv.
Tað sigur Bogi Andreasen,
annar av stjórunum í Five
Star Entertainment, sum fór
á heysin og harvið kostaði
landskassanum 277.000 krón
ur í mistum meirvirðisgjaldi.
Bogi Andreasen greiðir
frá, at felagið frá sínum
grannskoðara,
Rasmussen
& Weihe (seinni Nota, sum í
dag eitur Januar, red.) fekk
at vita, at felagið skuldi ikki
rinda meirvirðisgjald fyri sítt
virksemi. Virksemið felagsins
var at skipa fyri konsert-
um við stórum, altjóða nøvn
um.
– Seinni fáa vit so at vita
frá grannskoðanini, at hetta
er kortini ikki so. Og við
hesum boðum fylgdi so ein
mvg-rokning á hálva millión
ella so. Og tað feldi felagið,
sigur Bogi Andreasen ídag.
Hans Laksá, stjóri í Nota,
minnist aftur á trætuna við
Five Star Entertainment.
– Eg kann kategoriskt vísa
aftur, at vit hava ráðgivið á
handa hátt. Eg minnist, at
okkara
skattaserfrøðingur
tosaði við ein av eigarunum,
men har eru reglurnar also
rímuliga greiðar, sigur Hans
Laksá.
Sambært Boga Andreasen
fór henda »ráðgeving« til Five
Star Entertainment fram um
vegis telefonina. Teir hava tó
einki skrivligt tilfar um ráð
gevingina, og kunnu tí ikki
prógva hana. Sambært Hans
Laksá hevur Nota (sum tá
æt Rasmussen & Weihe)
ongantíð givið slíka ráðgev
ing, hóast partarnir tosaðu í
telefon. Her stendur also pá
standur móti pástandi.
– Hvussu kann tað bera til,
at fyrstu roknskapirnir eru
grannskoðaðir og góðkendir,
áðrenn grannskoðarin eftir
fylgjandi
ger
varug
við
meirvirðisgjaldið, spyr Bogi
Andreasen ídag.
– Vit vístu meirvirðis
gjaldið í roknskapinum fyri
2008, sum var fyrsta árið við
stórum virksemi í felagnum,
sigur Hans Laksá ídag.
Eftirspælið bleiv, sambært
báðum pørtum, ikki stórt
meira enn at báðir partar
hildu uppá sítt. Ein roynd
var gjørd at fáa Taks at gera
avtalu um eina longri aftur
gjaldstíð, men tað var til
fánýtis.
Pengar mangla
Tað var also eitt smáparta
felag við eini rímuliga stór
ari
eykarokning,
sum
í
2009-2010 skuldi fóta sær.
Partapeningurin var bara
81.000 krónur, og sambært
Boga Andreasen vóru ikki
nógvir pengar í felagnum,
hóast konsertin við Bryan
Adams á sumri 2008 hevði
givið eitt rímuligt yvirskot.
Kortini bleiv ongantíð
aktuelt at seta fleiri pengar
í felagið.
– Vit høvdu ikki meira at
seta í. Vit gjørdu eina roynd
at útvega kapital, men tað
vísti seg at vera sera trupult,
sigur Bogi Andreasen, og
peikar á niðurgangstíðirnar
í samfelagnum um hetta
mundið.
Spurdur, hvørt eigararnir
ikki sjálvir kundu komið við
meira kapitali enn tær til
samans 81.000 krónurnar,
sum teir upprunaliga settu
sum partapening í smá
partafelagið, dregur Bogi
Andreasen á svarið.
– Vit høvdu følarar úti
ymsastaðni, men tað var
trupult, ljóðar afturvendandi
svarið frá nú fyrrverandi
stjóranum.
Sambært Boga Andreasen
var Five Star Entertainment
annars gott pappír, eitt gott
brand við góðum goodwill,
sum hevði prógvað at tað
ber til at fáa heimsnøvn til
Føroya.
– Vit høvdu prógvað tað,
bæði við Bryan Adams og
Elton John, og fleiri heims
nøvn vóru áveg. Vit høvdu
Alan Jackson og Tom Jones
á kalendaranum, og báðir
høvdu játtað at koma henda
vegin, sigur Bogi Andreasen.
Spurdur, um hetta ikki
júst átti at verið orsøk til at
seta fleiri pengar í felagið,
dregur Bogi Andreasen aftur
á svarið.
– Tað vísti seg at vera
trupult, ljóðar svarið enn
einaferð.
Spurdur, hví eigararnir
sjálvir ikki kundu koma við
fleiri pengum, fyri á tann
hátt at bjarga felagnum
undan húsagangi, dregur
Bogi Andreasen enn einaferð
á svarið.
– Tað vóru rímuliga nógv
ir pengar, ið skuldu til. Og við
mvg-rokningini var tað líka
sum at luftin fór úr ballónini
hjá okkum. Tað krevur sera
nógv at skipa fyri slíkum
konsertum, og so merktu vit
eisini niðurgangstíðirnar í
samfelagnum.
Moralska skyldan
Hvørki amerikanska country-
stjørnan ella walisiski stór
sjarmørurin komu henda
vegin. Í staðin endaði Five
Star Entertainment í skifti
rættinum.
– Eingin av okkum ynskti
tað. Vit royndu at fáa eina
gjaldsavtalu við Taks, men
tað var vónleyst, sigur Bogi
Andreasen.
Spurdur, hví júst Five Star
Entertainment skuldi fáa
seravtalu við Taks, tá mvg-
lógin neyvt ásetir, hvussu og
hvussu ofta meirvirðisgjald
skal rindast, svarar Bogi
Andreasen stutt:
Bakmenninir bakkaðu út
Bogi Andreasen, stjóri
MVG-skuld Meirvirðisgjaldið kom somikið óvart á høvuðsmenninar í
Five Star Entertainment, at mvg-rokningin í síðsta enda feldi felagið