Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. februar 2013síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 13. februar 2013 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi fyri almenna rokning – Tað er væl ikki óvanligt, at Taks ger slíkar avtalur. Nú fyrrverandi stjórin kann tó ikki vísa á dømi um slíkar avtalur. Sjálvur er Bogi Andreasen fyrrverandi varaborgarstjóri í Tórshavanar Býráð, hevur í fleiri umførum verið vara­ mað­ur á løgtingi, og hann er í dag býráðslimur í høvuðs­ staðar­kommununi. Dennis Holm er í dag borgarstjóri í Vági. Og úr privata vinnu­ lív­inum er Petur Háberg Jacobsen við sínum leikluti í P/F Krúnborg at meta sum ein tungvektari. Vit spyrja tí Boga Andreasen, um hann kennir nakra moralska skyldu, nú hansara smá­ parta­felag hevur viðført lands­kass­anum eitt tap á 277.000 krónur. – Jú, tað er ótrúliga óhepp­ ið at man kemur í slíka støðu. Í hesum føri ynsktu vit at fáa eina gjaldsavtalu, men tað bar ikki til. Vit fingu ikki møgu­leika at gjalda, sigur Bogi Andreasen, og peikar aftur á Taks, sum sambært teim­um ikki var við uppá eina gjalds­avtalu. Sum býráðspolitikari var Bogi Andreasen í Degi & Viku her­fyri, har hann vísti á tað principiella í at tað al­menna ikki eigur at lofta privat­ari skuld. Hetta var í sam­band við málið um privatu kunningarstovuna í høvuðsstaðnum, sum eftir fíggjar­ligar trupulleikar mátti loftast av almenna komm­unu­kassanum. Bogi Andreasen flenn­ ir, tá vit presentera saman­ ber­ingina við hansara egna virksemi í Five Star Enter­ tain­ment, har landskassin nú má avskriva skuld hjá hans­ ara egnu, privatu fyritøku. – Jú, tað kanst tú kanska siga. Men so allíkavæl ikki, sigur Bogi Andreasen og argu­menterar aftur við, at teirra fyritøka fekk ikki møgu­leika at gjalda. Nýggjasti roknskapurin frá Five Star Entertainment er frá 2009. Tí er ógreitt, hvussu heimsnavnið Elton John, sum spældi á Tórsvølli 29. juni 2010, ávirkaði fíggjar­ støðuna í felagnum. jonbrian@sosialurin.fo ingar­depl­inum fyri Sam­ felags­menning, og á nýggj­ ár­inum setti hann seg í borgar­stjóra­sessin í Vágs Kommunu. Ein triði stovnari av Five Star Entertainment er Petur Háberg Jacobsen, ein av eig­ar­unum í P/F Krúnborg. Jón Brian Hvidtfeldt Fyri tveimum vikum síðani kundi Sosial­ urin avdúka metur­ langa listan við privat­um fyri­tøk­ um, sum síðstu árini hava kravt peng­ar inn í m e i r ­v i r ð i s ­ gjaldi, utt­an at bera pengarnar víð­ari. Sosial­ urin fekk lut­víst innlit í listan, ítøkiliga í tey feløg, har Taks hevur staðfest tap størri enn 5000 krónur. Hinvegin fingu vit ikki innlit í avskrivingar uppá mvg- skrásettar privatpersónar, tí tað sambært Taks kann skaða persónarnar fíggjar­ liga framyvir. Listin fevndi um árini frá 2005 til og við 2011. Hann útgreinaði megin­partin av teimum 65 millión­unum, sum lands­ kassin síðstu árini hevur av­skrivað í mistum meir­ virðis­gjaldi. Somuleiðis roknaði Taks tá við at avskriva 31 milliónir krónur afturat í 2012. – Pr. 31. desember 2012 hava vit meldað 31 milliónir krón­ur inn í mvg-krøv í trota­búgv, váttaði Eyðun Mørkøre fyri blaðnum. Sosialurin hevur nú fingið lutvíst innlit í nýggj­ astu tølini hjá Taks fyri 2012. Tey útgreina smáar 21 milli­ónir krónur, sum lands­ kassin hevur avskrivað í mist­um meirvirðisgjaldi í 2012. Felags fyri øll tølini hjá Taks er, at tey byggja á mvg-krøv og rentur av krøv­unum. Í summum føri eru fíggjarligu viðurskiftini úti í feløgunum somikið illa frágingin, at Taks hevur kent seg noytt at gera eina meting av tí meir­ virðis­gjaldi, ið feløgini hava kravt inn og tískil áttu at borið víðari. Tigandi topplisti Í blaðnum fyri tveimum vik­um síðani prentaðu vit allan listan, umframt at tíggju teir størstu mvg- skuldararnir vórðu tiknir fram og lýstir. Síð­ani hava fleiri á listanum víst sína ónøgd. Summi siga seg ikki kennast við tøl­ini, onnur skýra tølini at vera skeiv. Hesi hava øll fingið í boði at geva blað­num doku­ mentatión, ið mót­prógv­ ar tølini hjá Taks. Higar­til hev­ur Sosialurin ikki fingið nakra slíka doku­menta­ tión. jonbrian@sosialurin.fo MVG-skuld Síðani 2005 hevur landskassin avskrivað 100 milliónir krónur í meirvirðisgjaldi. Bara í fjør avskrivaði almenni skattainnkrevjarin 31 milliónir krónur av teimum pengum, sum privat skulu krevja inn vegna landskassan Taks avskrivar 100 milliónir Sambært hesi lóg skal avgjald rindast til lands­ kassan í øllum liðum av vinnuligari sølu av vørum og tænastum og við innflutning úr útlondum. Grein1 í lógini um meirvirðisgjald FAKTA: Frá 2006 til 2011 øktust mvg-eftir­støð­ur­nar úr 70,9 milliónum upp í 119,4 milliónir krónur. Sambært Taks vóru eftirstøðurnar 117 milliónir krónur, tá 2012 varð gjørt upp. Sambært stjóranum á Taks eru tvinnar orsøkir til gongdina síðstu árini: – Vit hava upplivað verri tíðir í sam­felagnum, har fleiri fyritøkur hava havt trupult við at gjalda sínar rokningar. Og á hinum bógnum hevur Taks framt størri eftirlit á hesum øki síðstu árini, serliga innan byggivinnuna, og har eru vit so komin fram á meirvirðisgjald, ið skal gevast upp, sigur Eyðun Mørkøre. Eingin rokn­skap­ur Eingin rokn­skap­ur kom inn fyri 2010, árið tá Sir Elton John fór pall á Tórs­vølli frammanfyri 6500 áhoyr­arum Savnsmynd FAKTA Stjórar: Bogi Andreasen Dennis Holm Nevnd: Bárður Karbech Hansen Petur Háberg Jacobsen Heidi Kilgour Bogi Mortensen Partapeningur: 81.000 krónur Dennis Holm, stjóri Petur H. Jacobsen, nevnd Bogi Mortensen, nevnd Mikudagur 30. januar 2013 Nr. 12 87. árg. kr. 20,00 í leysasølu Amnesty: Vil steðga menni kj Man 89 tu í Føro Óli Johannesen TB hjartað bankar enn ítr 32-33 Bj Ma í kl tráð Her missir landið 100 mió Síðstu árini eru 100 milliónir krónur kravdar inn í meirvirðis­ gjaldi, uttan at pengarnir nakrantíð eru bornir víðari til lands­ kassan. Millum størstu mvg syndarar eru kendir politikarar g vinnulívsmenn, sum kunnu halda fram við sínum emi, uttan at Taks sleppur eftir pengun Avdúking