týsdagur 12. februar 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. februar 2013 · Nr. 18
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
heilsa
Lagt til rættis: Árni Joensen
– Fólkaheilsuarbeiðið er grundarsteinurin undir heilsupolitikkinum. Vit skulu
leggja høvuðsdent á fyribyrging heldur enn umvæling og brynja okkum til at
møta nútíðarinnar trupulleikum av ovurfiti og lítlari rørslu. Í einum landi, har lítil
munur er á fólki, finna vit tey størstu sosialu frávikini í heilsuni hjá fólki.
(Jonas Gahr Støre, norskur heilsumálaráðharri).
Kanningin,
sum
Harvard
School of Public Health hev
ur gjørt, kemur til ta niður
støðu, at menn, sum sjáldan
hyggja í sjónvarp, hava tvær
ferðir so nógvar sáðkyknur
enn ungir, frískir menn, sum
sita meiri enn 20 tímar um
vikuna framman fyri sjón
varpinum. Harafturat vísir
kanningin, at menn, sum
venja 15 tímar um vikuna,
hava 73 prosent fleiri sáð
kyknur enn teir menninir,
sum venja lítið.
At enda staðfesta teir
amerikonsku granskararnir,
at sáðgóðskan verður verri
tey seiastu áratíggjuni, men
teir duga ikki at siga við
vissu, hví tað er so.
Fyri tjúgu árum síðani
vístu granskarar á Ríkis
sjúkrahúsinum í Keypmanna
havn á, at sáðgóðskan hjá
monnum var versnað sera
nógv tey seinastu 50 árini.
Niðurstøðuna komu teir til
eftir at hava kannað næstan
15.000 menn úr 21 londum, og
úrslitið var, at talið á livandi
sáðkyknum var minkað úr 113
milliónum pr. millilitur í 1938
til 66 milliónir í 1991. Í hesum
viðfangi kann verða nevnt,
at
heimsheilsustovnurin
WHO hevur sett 20 milliónir
sáðkyknur fyri hvønn milli
litur sum markið fyri, um ein
maður kann metast gitnaðar
førur.
Stórur munur
Granskararnir í Harward
settu sær fyri at kanna, um
tað kann ávirka sáðgóðskuna,
at menn sita nógv. Tað bleiv
gjørt við at kanna sáðroyndir
hjá knappliga 200 ungum
monnum í 18 til 20 ára aldri,
og ábendingin var greið.
Kanningin vísti, at menn,
sum hugdu meiri enn 20
tímar í sjónvarp um vikuna,
høvdu 44 prosent færri sáð
kyknur enn teir, sum hugdu
fýra tímar um vikuna. Har
afturat vísti tað seg, at menn,
sum venja, eta sunnari mat
enn teir, sum sita nógv
framman fyri sjónvarpinum.
Norski granskarin Oliwia
Wiczak sigur, at lutfalsliga
nógvur hiti hevur stóra
ávirkan á sáðgóðskuna, og
at hitin kann vera ein felags
nevnari fyri tað at sita niðri
og tað at hyggja í sjónvarp.
Hon sigur, at hóast ameri
kanska kanningin bara um
fatar knappliga 200 menn, er
einki at ivast í, at úrslitið er
eftirfarandi, tí menninir vóru
næstan líka til aldurs.
Í sambandi við kanningina
skuldu menninir upplýsa
ymiskt, sum kann ávirka
sáðgóðskuna. Tað vísti seg,
at teir flestu vigaðu á leið tað,
sum teir skuldu, og tríggir
fjórðingar royktu ikki.
Harward-granskararnir
siga at enda, at tað, at menn
hava færri sáðkyknur, nýtist
ikki at merkja, at teir ikki eru
gitnaðarførir. Hinvegin meta
teir tað staðfest, at menn,
sum røra seg lítið, hava verri
sáð enn hinir.
Ov nógv sjónvarp gevur verri sáð
At tað kann vera ringt fyri eyguni og høvdið at hyggja ov nógv í sjónvarp,
hava vit mangan hoyrt, men nú avdúkar ein amerikonsk kanning, at menn
hava eina orsøk afturat til at avmarka tíðina framman fyri skíggjanum
Tað er úrslitið av 20 kanningum, sum
eru gjørdar í Svøríki og øðrum londum
ígjøgnum eitt tjúgu ára skeið, og sum
hava umfatað umleið eina millión
kvinnur.
Í niðurstøðuni, sum er kunngjørd
í krabbameinstíðarritinum JNCI,
stendur, at kvinnur, sum eta nógva
frukt og nógv grønmeti, eru í minni
vanda fyri at fáa bróstkrabba av tí
serliga hættisliga slagnum, sum ikki
nýtist hormonið østrogen til at breiða
seg. Hinvegin vístu kanningarnar, at
vandin fyri at fáa bróstkrabba sum
heild, minkar ikki, hóast kvinnur eta
nógva frukt og nógv grønmeti.
Fyri hvørjar fimm kvinnur, sum fáa
bróstkrabba, fær ein krabbamein av
tí illkynjaða slagnum, sum frukt og
grønmeti vísa seg at hava ávirkan á.
Allar tær umleið ein millión kvinn
urnar vóru frískar, tá kanningarnar
byrjaðu, men í kanningartíðini fingu
20.000 teirra bróstkrabba, sum verður
ávirkað av østrogeni, og hjá teimum
vísti tað seg at vera líka mikið, hvussu
nógva frukt og hvussu nógv grønmeti
tær ótu.
Aðrar 5.000 kvinnur fingu bróst
krabba av tí illkynjaða slagnum, sum
østrogen ikki hevur ávirkan á. Her
vístu kanningarnar, at hetta slagið
av bróstkrabba var nógv vanligari
hjá kvinnum, sum ótu lítið av frukt
og grønmeti enn hjá hinum, sum ótu
nógva frukt og nógv grønmeti.
Frukt og grønmeti kann forða
hættisliga bróstkrabbanum
Kvinnur, sum eta nógva frukt og nógv grønmeti, eru í minni vanda
fyri at fáa serliga hættisligan bróstkrabba enn hinar
Nýggjur
háttur at
staðfesta
krabba
mein
Granskarar á universi
tetssjúkrahúsinum í
Oslo fara nú at royna
ein nýggjan hátt at
staðfesta krabbamein.
Tað skal gerast við
einum kanningarhátti,
sum eitur elastografi,
og sum vísir, hvussu
elastiskir svullirnir eru.
Fyrimunirnir við hesum
kanningarháttinum er,
at hann er bíligari og
óskaðiligur, og so eru
ongar strálur.
– Við elastografi fáa
krabbameinslæknarnir
ein møguleika afturat
at leita eftir svullum,
og elastografi kann vísa
seg at vera serliga væl
egnað til at staðfesta,
hvussu álvarsom sjúkan
er, sigur Per Kristian
Hol, yvirlækni á ríkis
sjúkrahúsinum í Oslo, við
Aftenposten.
Málið hjá teimum
norsku granskarunum
er, at í framtíðini skulu
kommunulæknarnir
hava útgerð til at gera
elastografikanningar.