Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. apríl 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 71 - 15. apríl 2004 Nr. 71 - 15. apríl 2004 7 Fiskimálaráðið góðtekur dómin Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum hevur gjørt av at taka við dóminum, Føroya Rættur feldi í málin- um um Jógvan S. So- statt kann skipið fara aftur til fiskiskap DÓMURIN Edvard Joensen Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, hevur gjørt av, at Fiskimálaráðið kærir ikki dómin í Jógvan S málin- um, sum Føroya Rættur feldi, fyri landsrættin. Tað hevur samstundis við sær, at hann góðtekur, at Fiskimálaráðið fær eitt end- urgjaldskrav frá reiðarínum hjá Jógvani S. Talan kann gerast um eitt krav upp á milliónir, alt eftir, hvussu nógv útrokningar fara at vísa, at skipið hevur mist í inntøku, meðan tað hevur ligið við bryggju. Tó minkar kravið nakað av, at Skørin, sum reiðaríið eisini eigur, hevur verið til fiskiskap hesa tíðina, Jógvan S hevur ligið. Løg- frøðingar hjá Fiskimála- ráðnum gjørdu reiðaran varugan við, tá tað kom fram, at endurgjald fór at verða kravt, at reiðaríið hevði skyldu at senda Skør- ina til fiskiskap fyri á tann hátt at minka endurgjalds- kravið sum mest. Tað, sum Skørin hevur vunnið hesa tíðina, skal so dragast frá tí, roknað verður við, at Jógva S kundi havt fingið. Dómurin hjá Føroya Rætti er sera greiður, og tað hevur líkasum ligið í kort- unum, at landsstýrismað- urin ikki fór at kæra hann víðari. Tað staðfestir Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, so í tíðindaskrivi, sum sent er tann 13. apríl, har hann vísir til sera greiða dómin í Føroya Rætti. Bjørn Kalsø hevur sagt restini av landsstýrinum frá støðu síni á landsstýris- fundi týsdagin, og hevur fingið fullan stuðul frá hinum landsstýrismonnun- um fyri avgerð síni, sigur hann í tíðindaskrivinum. Jógvan S kann n ú loysa aftur og fara til fiskiskap, so skjótt skipið er klárt Mynd: Edvard Joensen Arbeitt verður við bygnaðarbroytingum í løgregluni, sum kunnu hava við sær, at løgreglan í Vágum verður minkað niður í helvt, og sýslumað- urin í Vestmanna verður fluttur til Havnar LØGREGLA Edvard Joensen Vágar: Útlit eru til, at sýslumans- embætið í Vestmanna sam- an við helvtini av løgreglu- monnunum í Vágum verða flutt til Havnar á nýggjárin- um. Arbeitt verður við bygnaðarbroytingum í løg- regluni í Føroyum. Mogens Nepper Christ- ensen, fúti, váttar at arbeitt verður við bygnaðarbroyt- ingum, men er annars rætti- liga fáorðaður um ætlan- inar, sum eru í gongd. Hann sigur, at hann sum fúti hevur ábyrgd av at gagnnýta teir pengar, hann hevur, og at ein bygnaðar- broyting, har Vágar og Norðurstreymoy eru við í, er ávegis. Hann vil kortini hvørki vátta ella avsanna, um sýslumansembæti í Vest- manna skal til Havnar, ella um helvtin av løgreglu- manningini í Vágum eisini skal flytast til Havnar. Hann sigur bara, tað verður arbeitt við eini broyting, sum er møgulig, nú sam- ferðlsumøguleikarnir eru broyttir so nógv í seinast- uni. Har sipar hann skilliga til Vágatunnilin. Spurdur, um tað fer at ávirka eitt nú trygdina á flogvøllinum, um løgreglu- manningin í Vágum verður minkað niður í helvt, vísir Mogens Nepper Christen- sen aftur til, at ætlanin bert er á pappírinum enn, og at eingin endalig støða er tikin. Politiskt mál Tað fer ikki aftur við uttan viðmerkingar, at talan kann gerast um at leggja sýslu- mansembætið í Vestmanna niður, sigur sambandsting- maðurin fyri Norð- streymoy, Olav Enomoto. Hann ætlar saman við Bárði Nielsen, at taka mál- ið upp politiskt. Olav Enomoto sigur, at teir hava tosað saman um hesar ætlanirnar, sum eru á veg. Og teir ætla ikki at góðtaka tær bara soleiðis uttan víðari, skilst á honum. Hann vísir á, at ein miðsavnan av løgregluni stríðir beint í móti tí, sum Rigspolitichefen í Dan- mark hevur sum sín al- menna politikk á økinum. Nevniliga at útbyggja tað, danir nevna »nærpoliti«. Tað ræður um at hava so nógvar smáar støðir so víða sum gjørligt. Soleiðis at fólk alla tíðina vita av løg- regluni. Olav Enomoto vísir á, at sýsluskrivstovan í Vest- manna hevur fingið tillagd- ar ymsar avgreiðslur, sum saktans kunnu liggja aðra- staðni enn á eini høvuðs- politistøð í Havn. Og nú ar- beitt verður við at útbyggja edv-kervið hjá løgregluni, eru argumentini fyri flyting upp aftur veikari, heldur hann. Hóast Mogens Nepper Christensen, fúti, sigur, at einki er avgjørt enn, men at alt liggur á einum skrivi- borði, sigur Olav Enomoto seg hava frætt um eitt liðugt dokument, sum longu er latið ríkispolitiovastanum í Danmark til avgerðar. Fútin váttar, at ríkis- politiovastin er kunnaður um, at bygnaðarbroytingar eru á veg í Føroyum. Andsøgn Tað stendur í andsøgn til kjakið um nullhugsjónina í ferðslutrygdini, sum nú verður so nógv umrødd, at flyta løgregluna mestsum alla til Havnar. Har verður lagt upp til at so nógv fyribyrging sum gjørligt skal minka um ferðsluvanlukkur. Og besta fyribyrgingin yvirhøvur í ferðsluni, er at síggja so nógv politi sum gjørligt, so víða sum gjørligt. Men tá alt ella mestsum alt politi verður tikið úr økjunum, fellur tað argumnetið eisini til jarðar. Sýsluskrivstovurnar hava eisini uppgávur, sum ikki eru danskar burturav og tískil ikki liggja undir løg- regluni sum so. Eitt nú er sýslumaðurin lokalur friðingarmyndug- leiki. Hann umsitir grinda- reglugerðina, herundir býti. Og hann skal millum annað eisini skipa fyri granna- stevnum og tílíkum málum. Júst í slíkum málum er tað ein avgjørdur fyrimunur at hava lokalkent fólk at standa fyri, sigur Olav Eno- moto, løgtingsmaður. Um ætlanin so er at gera ein nýggjan stovn til at taka sær av slíkum, veit eingin enn at siga, men um so verður, verður tað neyvan nøkur sparing í tí. Løgreglan skal miðsavnast Arbeitt verður við bygnaðarbroytingum í løgregluni í Føroyum. Tað kann fara at merkja, at sýslumaðurin í Vestmanna saman við helvtini av løgreglumanningini í Vágum verða flutt til Havnar. Mogens Nepper Christensen, fúti, váttar at arbeitt verður við broytingum, men er annars rættiliga fáorðaður Nýggj miðstøð til alzheimer- sjúklingar í Havn Alzheimerfelagið hevur fyri stuttum handað Býráðnum eina tvey ára royndar- verkætlan, sum skal útvega ein dagrøktar- stovn til dementar sjúklingar í miðbýn- um í Havn. – Verkætl- anin er til reiðar at taka í nýtslu, og nú bíða vit bert eftir, um landið og Býráðið vilja játta neyðuga peningin á góðar tvær milliónir næstu tvey árini, sigur Erna Háberg, skrivari í felagnum ALZHEIMER Heini í Skorini heini@sosialurin.fo – Umstøðurnar í Suður- streymoy til minnisveik og avvarðandi er út av lagi vánalig, og verkætlanin at byrja ein dagstovn fyri de- ment er ein roynd at betra um viðurskiftini, sigur Erna Háberg, demenssamskipari og skrivari í Alzheimer- felagnum. Felagið fyri dement hev- ur handað Býráðnum verk- ætlanina og havt fund við bæði sosialu nevnd í Bý- ráðnum og landsstýris- mannin í almanna- og heilsumálum, sum í løtuni umsitir eldraøkið. Økið verður møguliga lagt út til kommunurnar í framtíðini, og tískil valdar nakað av óvissu á økinum. Hølini eru klár at leiga og faklærd arbeiðsfólk eru til reiðar, og nú bíða tey í Alz- heimerfelagnum spent eftir, um neyðugi peningurin verður játtaður frá politiska myndugleikanum. Býráðið vil játta helvtina Kostnaðurin til verkætlan- ina ljóðar fyribils á 1,4 milliónir um árið næstu tvey árini, men Erna Há- berg vísir á, at kostnaðurin fyrsta árið verður helvtina av hesi upphædd, nú vit eru komin so langt inn í 2004. Høvuðsútreiðslurnar verða lønir til trý starvsfólk á møguliga dagstovninum. – Sosiala nevnd Býráðs- ins hevur mælt til at játta helvtina av peninginum treytað av, at landið játtar hina helvtina, og eftir fund- irnar, sum vóru sera pos- itivir, bíða vit nú eftir svari, sigur Erna Háberg. Verk- ætlanin varð handað land- stýrismanninum Páll á Reynatúgvu í undanfarna valskeiði, men felagið hoyrdi einki aftur frá landsstýrismanninum. Erna undirstrikar boð- skapin hjá Alzheimerfel- agnum, sum er, at tørvurin í høvuðsstaðnum er sera stórur samanborið við rest- ina av landinum. – Í Eysturoynni eru 108 stovnspláss, og í Havn, har íbúgvaratalið er væl hægri, eru 80-90 stovnspláss, og tískil er átroðkandi at út- vega nýggjar møguleikar og pláss til minnisveik og ikki minst avvarðandi, sig- ur Erna Háberg. Skrivarin, sum í nógv ár hevur starvast á eldraøk- inum, sigur, at verk- ætlanirnar við Vallalíð og á Marinustøðini, sum skulu útvega dementum stovns- pláss, støðugt verða útsett- ar, og tískil hevur felagið tikið initiativ til húsið í miðbýnum, sum stendur felagnum í boði at leiga, um neyðugi peningurin verður játtaður. – Okkara motto er, at vit vilja gera okkurt, meðan vit bíða, og ætlandi dagstovn- urin í miðbýnum til sjúk- lingar og avvarðandi er so ein roynd at betra um støðuna, vísir Erna Háberg á. Nevndin í Alzheimer- felagnum er mannað við bæði faklærdum fólki og persónum, sum varða av demenssjúklingum, og end- urspeglar verkætlanin hetta. – Arbeiðið okkara við dagstovninum tekur støði í bæði professionellari við- gerð og hjálp og ráðgeving til avvarðandi, slær Erna fast. 100 dement eru heima Erna Háberg sigur, at í høvuðsstaðnum eru sam- bært hagtølunum 144 alz- heimersjúklingar yvir 65 ár, og av teimum 144 eru bert umleið 40 stovnspláss, meðan restin er heima. Av hesum 100 heimabúgvandi minnisveikum hevur bert helvtin heimarøkt. – Tískil er tørvurin sera stórur, og verkætlan okkara bjóðar 10-12 sjúklingum at vera á dagrøktarstovninum frá morgni til myrkurs. Ætlanin leggur upp til, at trý faklærd starvsfólk koma at arbeiða á stovninum pluss ein ráðgevandi og upplýsandi samskipari, greiðir Erna Háberg frá. Sostatt verður eitt vegleið- andi forum skapt, har avvarðandi kunnu fáa hjálp og myndugleikar ráðgev- ing. – Tað er í veruleikanum eitt fulltíðarstarv at taka sær av einum dementum persóni, og tað er sera slítandi fysiskt og sálarliga. Alzheimerfelagið fær nógvar uppringingar frá av- varðandi, sum tørva hjálp, og fevnir verkætlanin eisini um hesi, slær Erna Háberg fast. Í vikuskiftinum er so ætlanin sambært Ernu at hava café fyri sjúklingum o g avvarðandi, har sjálv- boðin fólk hava ábyrgdina. – Fyrr hevur fokus bert verið á fysiska tørvinum, men sosialsálarliga stimul- atiónin hevur alstóran týdning fyri sjúklingin, og hesin tørvur verður við nýggju verkætlanini nøkt- aður, vísir skrivarin í Alz- heimerfelagnum á. Í løtuni verður sostatt bíðað eftir, um peningur frá politiska myndugleikanum verður játtaður til royndar- verkætlanina á góðar tvær milliónir næstu tvey árini. Verkætlan okkara bjóðar 10-12 sjúklingum at vera á dag- røktarstovni frá morgni til myrkurs, har trý faklærd starvsfólk koma at arbeiða á stovninum pluss ein ráðgevandi og upplýsandi samskipari, sigur Erna Háberg, demenssamskipari og skrivari í Alzheimerfelagnum Mynd: Álvur Haraldsen Forkvinnan í sosialu nevnd í Býráðnum, Beate L. Samuelsen, stuðlar verkætlanini hjá Alzheimerfel- agnum. – Um landið rindar helvtina, mæla vit Býráðsins fíggjarnevnd til at játta hina helvtina, sigur Beate L. Samuelsen ALZHEIMER Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Eftir at hava fundast við Alzheimerfelagið um nýggja miðstøð í miðbýn- um í Havn fyri dementar sjúklingar mælir sosiala nevnd í Tórshavnar Býráði at stuðla verkætlanini og játta neyðuga peningin. – Broytingar á økinum eru átroðkandi, og tískil hava vit mælt fíggjar- nevndini í Býráðnum at játta neyðuga peningin treytað av, at landið rindar hina helvtina, sum ásett er við lóg, sigur Beate L. Samuelsen. Hon vísir á, at Býráðið einsamalt ikki er ført fyri at rinda fyri alla verkætlanina á tvey ár, og tískil vónar hon, at landsstýrismaðurin er sinnaður at játta sína helvt av peninginum. – Vit taka avgjørt undir við royndarverkætlanini og vóna, at miðstøðin fyri alzheimersjúklingar verður veruleiki, slær forkvinnan í sosialu nevnd í Býráðnum fast. Býráðið: Vit vilja fegin gjalda - Vit mæla fíggjarnevndini í Býráðnum at játta neyðuga peningin treytað av, at landið rindar hina helvtina, sum ásett er við lóg, sigur Beate L. Samuelsen, forkvinna í sosialu nevnd í Býráðnum C M Y K 7 6