fríggjadagur 1. mars 2013síða 43
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 25 · 1. mars 2013
7
VIKUSKIFTI
Starv?
Journalistur í Kringvarpi Føroya.
Hvat er tað besta við starvinum?
Nýggjar og ofta spennandi avbjóðingar hvønn
dag. Tað arbeiða nógv dugnalig og original
fólk í Kringvarpinum, tað ger eisini sítt til,
at tað bæði er mennandi og stuttligt.
Hvat ger teg í góðum lag?
Tá eg eri saman við fólki, sum ikki eru sjálvhátíðarlig,
og heldur ikki taka lívið í alt ov stórum álvara.
A ella B-menniskja?
Stórt B. Men eg havi lært at virða svøvn.
Tá eg var yngri, var tað ikki neyðugt.
Hvørjar ítróttargreinar dámar tær og hví?
Eg havi íðkað nógvar ítróttargreinir, og eg fylgi við
upp aftur fleiri. Vil ikki taka nakra fram um aðra.
Ítróttur er ein serligur kokteilur við passión, gleði,
sorg og tí óvæntaða. Eg verði ongantíð troyttur av tí!
Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir?
Haldi, tað er broytt eitt sindur. Tað er nakað
síðan, at Metallica ella Iron Maiden slapp fram at
fløguspælaranum. Nú lurti eg mest eftir tónleiki, tá
eg slappi av. Sum oftast er tað favoritturin, Elton
John, men Kári P., Lisa Ekdahl og Bjørn Afzelius
rigga eisini væl aftur við reyðvíni eitt fríggjakvøld.
Hvat er besta lag,
sum er gjørt?
Rocket Man hjá
Elton John.
Hvussu eru tínir matvanar?
Onkunstaðni millum sunt og ósunt. Gangi
ikki so høgt upp í tað, men eg ansi tó
eftir, at eg ikki eti ov nógv svans.
Hvør er tín fyrimynd?
Foreldrini og unnustan. Øll eru røsk og
treisk og gevast ikki, fyrr enn tey hava
klárað tað, sum tey hava sett sær fyri.
Hvat gert tú í frítíðini?
Eri saman við familju og vinum, íðki ítrótt, og eg
royni eisini at koma til mentanar- og ítróttartiltøk,
og annars ikki hugsa og tosa um arbeiðið.
Hvat dámar tær at ferðast í egnum landi?
Mær dámar væl. Tað áhugaverda er at møta
fólki. Hóast landið er lítið, so eru vit hóast alt
ymisk, og tí er tað stuttligt at ferðast í egnum
landi og práta við tey fólkini, eg hitti har.
Hvør er tín
lívrættur?
Okkurt við pasta
og rækjum, sum er
sterkt kryddað.
Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum?
Tíðindum, kjaki og ítrótti. Um eg havi góða tíð og vil
slappa av, plagi eg at hyggja eftir onkrum, sum hevur
svartan humor, t.d. Blackadder ella South Park.
Hvør bók liggur á náttborðinum?
Er tað nú, at eg skal svara, at har liggja 12 bøkur,
og eg lesi allar ísenn? Eg havi ongantíð nakra bók
á náttborðinum, tað riggar ikki hjá mær at lesa í
songini. Eg havi heilt einfalt ov góðar svøvngávur.
Eg lesi í løtuni EXIT Føroyar. Tá hon er
liðug, fari eg at lesa nýggju KÍ-bókina.
Markleys og treytaleys trúgv og
sjálvpínandi undirbrotligheit
eru verri enn so altíð orsøkin til,
at fólk fara í kleystur. Orsøkin
er ofta so ódramatisk og banal
sum, at fólk vilja hava frið. Fólk
vilja rætt og slætt bara hava frið
og vera saman við sær sjálvum
og ongum øðrum tað mesta av
tíðini.
Og veruligur friður fæst ikki
aðra staðni enn í grøvini (Peace,
perfect peace, sum eg sá á einum
gravsteini í Kinsale í Írlandi) ella
í kleystri.
Tey vilja hava frið, tey sum
ikki fara í kleystur, tí tey vilja
røkja sína trúgv. Tey vilja hava
frið, eisini fyri Gudi og hansara
sandálasveinum.
Tað ber væl til at feyka eina
bøn fimm ferðir um dagin. So er
friður fyri teimum, sum krevja,
at biðið verður fimm ferðir um
dagin.
Fyri nøkrum árum síðani
var eg í Ítalia. Har hittu vit,
ferðalagið, ein danskan munk,
ella ein dana, sum var munkur.
Tað skiltist á honum, at hann
hevði vavt seg út í ymiskt, sum
ikki var so heppið ella snilt,
heima í Danmark og aðrastaðni
við. Tað gjørdist í so heitt uttan
um hann, so hann umhugsaði
støðuna og kom til ta niðurstøðu,
at frægast var at royna okkurt
annað. Hann vildi hava frið fyri
øllum teimum, sum gjarna vildu
tosa við hann, men sum hann
ikki hevði hug at tosa við, og so
tá als ikki um tað, sum tey vildu
tosa um. Hann fór í kleystur. Og
har hevði hann tað gott.
Fólk, sum fara í kleystur, tí tey
vilja hava frið, koma skjótt til ta
niðurstøðu, at tað er ikki keðiligt
at vera í kleystri.
Munkar gjørdu besta ølið í
nógv hundrað ár, áðrenn onnur
uttan fyri múrarnar fóru at
royna at bryggja øl, sum líkist
munkaølinum.
Og tað var ikki pissøl, sum
munkarnir gjørdu og framvegis
gera. Tað er krút, sum smakkar,
ja, orsaka, himmalskt. Ein
sannur gudadrykkur, einglarnir
syngja reint og flúgvar uttan
at brúka veingirnar, og sanna
gleðin skúmar í tulipanskapaða
glasinum.
Bestu vertshúsini eru tey, har
sum tú sleppur at sita í friði og
náðum í tímar og drekka munka
bryggj, 10 prosent pluss. Sum
munkur í kleystri.
Nonnur gjørdu sær skúlar, har
tær fyltu børnini við lygnum og
happaðu tey. Tað er so sanniliga
eisini eitt gott lív – hjá teimum.
Fólk, sum vilja vera einsamøll,
eru ikki væl umtókt. Tí eingin
básur er til teirra uttan hasir
báðir, eg nevndi í aðni, kistan
og kleystrið. Ja, og so fongsul
sjálvandi, men haðani sleppa tey
flestu útaftur.
Tak til dømis fólk, sum drekka
(munkabryggj ella okkurt annað
gott) einsamøll. Eg hugsi um fólk,
sum drekka einsamøll, uttan at
draga gardinurnar fyri.
Gølan í síðstu viku var ann
ars, at nú fer ikki at bera til at
drekka meira enn hálva øl um
borð á gardinbátunum, tá teir
hendingaferð loysa frá landi.
Tey drekka einsamøll, tí tey
hugsa betur, tá tey drekka, enn
tá tey eru edrú. Og tað ber illa til
at hugsa væl og skipað, tá onnur
eru hjá, sum tosa og tosa og tosa
uttan at hugsa yvirhøvur.
Friður er vorðin marglæti.
Fólk, sum sjálvboðin vilja vera
einsamøll, eru undarlig. Tað eru
fólk, sum fara í kleystur, eisini,
halda vit. Men teimum er tó
fyrigevið, tí trúgv teirra er so
sterk, at tey fáa ikki røkt hana
uttan í einrúmi, gita vit. Gamaní
rekur trúgvin nøkur í kleystur,
men verri enn so øll. Tað ein
falda lívið uttan nakað roks og
uttanumfjas dámar nógvum. Men
tað lívið er forboðið.
Eingin vil unna nøkrum slíkt
lív. Tey eru so nógv, sum vita
nógv betur enn tú sjálvur, hvussu
tú eigur at brúka tínar tillutaðu
dagar millum móðurlív og einki
lív eftir deyðan.
Jarðarferð er ein friðargonga.
Og bara ein fylgjari.
Umafturafturum
høgni djurhuus
Móðurmálsviðursløn 2012
Leivur Frederiksen
lagt til rættis: Rannvá Gaard Fossaberg
Troyttast ongan-
tíð av ítrótti
– Ítróttur er ein serligur kokteilur við passión,
gleði, sorg og tí óvæntaða. Eg verði ongantíð
troyttur av tí. Tað sigur journalisturin
og verturin í 3-2, Leivur Frederiksen
Friðhalgi
mynd: álvur haraldsen