Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-01, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. mars 2013síða 44

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 25 · 1. mars 2013 8 VIKUSKIFTI Grundhornarsteinurin hjá okkum er, at tað, ið fer fram í kirkjuni, skal vera Guði til æru. Tað sigur Dagbjørt Ó. Hansen, forkvinna í kirkjuráðnum fyri Gøtu kirkju. Vit hava altíð hildið fast við, at hvørja ferð okkurt tiltak er í kirkjuni, so sum konsert ella líknandi, so verður altíð lisin bæði inngangs- og útgangsbøn, sigur Dagbjørt Hansen. Aðalendamálið er, at tá fólk vitja kirkjuna, skulu ty fáa ein andaligan førning við sær út aftur. Kirkjan stendur opin fyri ferðafólki um sumrar­nar, og har selja vit kort, sum eisini hava eitt skrift­orð felt á. Soleiðis fáa ferðafólkini eisini okk­urt andaligt við sær, sigur Dagbjørt Hansen. Hon sigur, at kirkjuráðið ikki hevur við­gjørt málið sum so, men tey hava kortini rættiliga greiðar reglur at ganga eftir. Kirkjan byggir á kristnu grundsjóanarmiðini, og tað er ikki alt, sum sømir seg av tiltøkum í einari kirkju, sigur Dagbjørt Hansen. Hon heldur, at størri kirkja er, fleiri eru møguleikarnir. Men neyðugt er at ansa eftir. Vit eiga fram um alt at varðveita kirkjuna sum tað, hon er. Í hesum døgum verður ung­dómurin bombarderaður av øllum møgu­ligum og ómøguligum, og er tað av stórum týdingi, at ungdómurin veit, hvar kirkjan stendur, sigur Dagbjørt Hansen. ...og Guði tað ið Guðs er Tað er ein tíð og eitt stað fyri øllum, eisini tá tað um kirkjuna ræður. Er tað soleiðis, at gongur tú ikki inn fyri tíl, sum kirkjan stendur fyri, ber saktans til at finna onnur og betri hóskandi høli, sigur Dagbjørt Hansen. Hon undraðist, tá hon hoyrdi um konsert­ina hjá Hamferð í Dómkirkjuni. Eg sá talsmannin hjá Hamferð í sjónvarpinum, og hann tóktist mær ikki serliga áhugaður í tí, sum føroyska fólkakirkjan stendur fyri, og í kristindómi í heila tikið. Og tí undraði tað meg, at Hamferð hevði konsert í Dómkirkjuni, sigur Dagbjørt Hansen. Sjálvandi er kirkjan fyri øll, men tað skulu ikki verða tey, ið ikki taka undir við kirkjuligu grund­sjónar­miðunum, sum føra seg fram í kirkjuni. Og sum sagt, taka tey ikki undur við tí, kirkjan stendur fyri, kunnu tey halda síni til­tøk arða­staðnis, sigur Dagbjørt Hansen. Fyri hana er eingin ivi: Gev keinsranum tað, ið keisarans er, og Guði tað, ið Guðs er. Gev keisaranum tað ið keisarans er... Tað hevur vakt ans, at tungmálms­bólkurin, Hamferð, skipaði fyri konsert í Dómkirkjuni, og teimum á baki varð skipað fyri Leonard Cohen tiltaki í Kvívíkar kirkju Deildar meiningar um kirkjukonsertir Tey, ið higartil hava verið frammi og gjørt viðmerkingar hesum viðvíkjandi hesum báðum tiltøkunum, hava verið ógvuliga positiv, men tað eru eftir øllum at døma deildar meiningar um hesar konsertir. Vit hava tosað við fýra kirkju­ ráðs­formenn fyri nakrar av størstu kirkjunum, og teir draga á hvør sítt borð. Vit royndu eisini at fáa orðið á forkvinuna í kirkjuráðnum fyri Christianskirkjuna, men tað eydnaðist tíverri ikki. Á opnuni her siga for­menn­ inir fyri kirkjuráðini í Vágs-, Tvøryrar-, Gøtu og Vestur­ kirkjuni sína meining. Dagbjørt Ó. Hansen, forkvinna í kirkjuránum fyri Gøtu kirkju, er rættiliga tilvitað um, hvat sømir seg í einari kirkju og ikki. Og hon undraðist, tá hon hoyrdi um Hamferð konsertina í Dómkirkjuni lagt til rættis: Leo Poulsen