Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-01, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. mars 2013síða 45

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 25 · 1. mars 2013 9 VIKUSKIFTI Heldur ikki í kirkju­ráðnum fyri Vágs kirkju hava tey tosað nakað serligt um reglugerðir fyri kirkj­una og hvørji tiltøk kunnu vera í kirkjuni og ikki. Eg vil siga, at er tað innan fyri rammurnar hjá kirkjuni, so haldi eg tað er í lagi, sigur Kitty Leo, forkvinna í kikrjuráðnum fyri Vágs kirkju. Hon sigur, at tey hava havt eina røð av ymisk­um tiltøkum í kirkjuni og nevnir nakað so ótraditionelt sum eitt countrykvøld. Vit hava eisini havt tiltøk so sum sangkvøld, aftankvirru og einaferð eisini Tvøroyrar Horn­orkestur. Vit hava eisini skipað fyri sunnu­dags­skúla fyri alla oynna. Men vit hava ongan­tíð havt eitt líknandi tiltak sum tað hjá Hamferð í Dómkirkjuni, sigur Kitty Leo. Hon viðgongur, at hon hvepti seg eitt sindur, tá hon hoyrdi um konsertina hjá orkestr­inum í Dómkirkjuni. Men eg veit ikki. Um bispur og dómpróvstur siga gott fyri tí, so man tað vera í lagi. Eg havi heldur einki negativt hoyrt um hesa konsertina, og tað ringa plagar man altíð at hoyra um, sigur Kitty Leo. Opin fyri øllum Hon heldur ikki, at kirkjan er so aktiv í løtuni, sum hon onkuntíð hevur verið. Vit hava verið meira aktiv enn nú, men vit hava so skipað fyri skrúvugudstænastu og onkrum øðrum. Og kirkjan er jú fyri øll, sigur Kitty Leo. Hon sigur, at hon veit ikki, hvat kirkjuráðið hevði sagt til eina áheitan sum hana frá Hamferð. Nú kann eg sjálvandi ikki úttala meg fyri alt kirkju­ ráðið, men eg hevði so ikki verið negativ í útgangs­ støðinum. Men hevði sjálvandi verið noydd at tryggja mær, at eitt møguligt tiltak nú eisini er innan fyri rammurnar, ið eru fyri, hvat kann fara fram í einari kirkju, sigur Kitty Leo. So um Hamferð hevur hug at endurtaka konsertina í Dómkirkjuni sunnanfjørðs, so er líkt til, at møguleikarnir standa opnir. Tað hoyrast ongar kritiskar røddir í kjakinum um, hvat kann sleppa inn um kirkjugátt. Kjakið tók seg upp, tá kirkjuráðið loyvdi tungmálmsorkestrinum, Hamferð, at halda konsert í Dómkirkjuni. Dagur&Vika hevði so stórar trupulleikar at finna kritiskar røddir, at kjakið fánaði heilt út, tí báðir luttakararnir vóru so at siga púra samdir um, at hetta bara var positivt. Men Signar Dam, formaður í kikjuráðnum fyri Vesturkirkjuna, er ikki treytaleyst samdur. Hetta er ikki nakað, sum vit hava tikið upp til neyva viðgerð, men tað er greitt fyri mær, at kirkjan hevur til endamáls at skapa karmarnar um boðanina av kristindóminum í Føroyum, sigur Signar Dam. Hann sigur, at kirkjurnar eru bygdar at boða kristindómin, og so leingi tiltøkini tæna tí endamálinum, er í lagi. Vit hava havt nógvar góðar jólakonsertir, og vit hava havt kristiligt grundaðar dramaleikir. Vit hava enntá lagt karmar um konsetrir í sambandi við Summartónar. Men tiltøkini mugu tæna endamálinum hjá kirkjuni, sigur Signar Dam. Tað eigur tí at vera púra greitt, hvat endamálið við ymsu tiltøkunum er. Heldur tú eitt tiltak, har tú traðkar kirkjufólkinum á tærnar, livir kirkjan ikki upp til endamálið. So einfalt er tað, sigur Signar Dam. Fundur í næstum Hann sigur seg ikki kenna til endamálið við konsertini hjá Hamferð í Dómkirkjuni. Eg veit ikki, um Hamferð vildi halda eina kristiliga konsert, ella endamáliði var at flyta mørk. Sjálvur meti eg, at talan var um tað seinna, sigur Signar Dam. Og slíkum skal ein vera ógvuliga varligur við. Vit hava ein stóran skara av kirkjufólki, sum trúliga vitjar kirkjurnar viku eftir viku, og vit skulu ansa sera væl eftir, ikki at styggja tey burtur, sigur Signar Dam. Hann vísir annars á, at aðalfundurin hjá kirkjuráðslimum verður 8. og 9. mars, og tá verður ein pallborðafundur, ið júst skal taka evnið upp. Eg hugsi heitið á fundinum er: Hvat kann kirkjurúmið nýtast til? Og har verður vælsaktans júst ein slíkur spurningur gjølla viðgjørdur, sigur Signar Dam. Hann ivast í hvør grundgevingin er fyri at hava tiltøk í kirkjuni, ið ikki eru í tráð við endamálið hjá kirkjuni. Eg haldi, at tá hevði verið nógv frægari at funnið eitt annað stað, tí tey tróta ikki, heldur Signar Dam. Hann heldur, at kirkjuráðunum nýtist bert at seta sær sjálvum tann eina spurningin. Tænir tað einum kristiligum endamáli, og ber tað fram gleðiboðskapin, er spurningurin, vit skulu seta. Er svarið ja, so er einki í vegin at nýta kirkjuna sum karm, men er svarið nei, er frægari at finna eitt annað stað, sigur Signar Dam, formaður í kirkjuráðnum fyri Vesturkirkjuna. Eg hevði ikki verið avvísandi Má tæna kristiligum endamáli Kirkjan er fyri øll Sjálvandi er eitt mark fyri, hvat kann fara fram í einari kirkju, men eg hevði avgjørt ikki verið avvísandi í útgangsstøðinum, um ein fyrispurningur kom til okkum, sigur Kitty Leo, forkvinna í kirkjuráðnum fyri Vágs kirkju Signar Dam er formaður fyri kirkjuráðið í Vesturkirkjuni, og fyri hann er støðan greið: Kirkjan tænir tí endamáli, at boða kristindómin í Føroyum Vit hava ikki viðgjørt málið so gjølla, men eg haldi ikki, at tað er nøkur størri mótstøða móti at hava alternativ tiltøk í Tvøroyrar kirkju, sigur Marjun Olsen, forkvinna í kirkjuráðnum Marjun Olsen er forkvinna í kirkjuráðnum fyri Tvøroyrar kirkju, og hon er als ikki avvísandi fyri ótraditionellum tiltøkum í kirkjuni. Eg dugi ikki at síggja, at vit skulu forða nøkrum inn í kirkjuna, bara tað er borðbært, ið ført verður fram, sigur Marjun Olsen. Hon vísir á, at hava havt Lindu Andrews og Ettu Cameron í kirkjuni, og at tey á hvørjum ári, tá tey syngja jólini inn, hava hornorkestrið við. Vit hava ongar fastar reglur fyri, hvat vit kunnu og hvat vit ikki kunnu í Tvøroyar kirkju. Kirkjan er fyri øll, men tá tú ert í kirkjuni, uppførir tú teg har eftir, sigur Marjun Olsen. Hon heldur, at kirkjan eigur at vera ein partur av gerandisdegnum, tí tað er hon kortini. Fólk eru jú knýtt at kirkjuni í stóran mun. Føroyingar eru flestir limir av fólkakirkjuni, og gera brúk av kirkjuni so ella so. Tað veri seg tá tey verða doypt, fermd, gift ella jarðað, sigur Marjun Olsen. Tí eigur kirkjan eisini at vera opin fyri øllum. Eg haldi, at um vit halda fast við grundsjónarmiðið hjá kirkjuni, kunnu vit vera liðilig. Eingin sigur, at tað gamla nýtist at hvørva fyri tað, um okkurt nýtt kemur inn, sigur Marjun Olsen. Ørvísi upplivilsi Hon heldur, at høvuðsaðalmiðið hjá kirkjuni er greitt. Vit vilja halda fast við hámessuna sunnumorgun sum grundarsteinurin undir kristniboðanini, men samstundis skal kirkjan vera ein partur av samfelagnum, og verða opin fyri øllum, sigur Marjun Olsen. Tá tað kemur til heilt ítøkiligu tiltøkini við Hamferð í Dómkirkjuni og Leonard Cohen í Kvívíkar kirkju hevur forkvinnan í kirkjurøaðnum fyri Tvøroyra kirkju eisini sína meining. Eg haldi, at vit saktans kunnu geva kirkjufólkinum eitt ørvísi tónleikaligt upplivilsi, bara tað er borðbært, sigur Marjun Olsen. Hon tekur sum dømi, at Finur Koba sang jólasangir í Kvívíkar kirkju. Eg veit væl, at hann er partur av Páll Finnur Páll, og at orðini í nøkrum av teirra sangum er rættiliga stoyt­ andi fyri summi, men eg dugi bara ikki at síggja, hví hann ikki kann syngja jólasangir í einari kirkju fyri tað, sigur Marjun Olsen. Hon vísir sum nevnt á, at kirkjuráðið ikki hevur við­ gjørt hendan spurningin so gjølla. Tað eru mørk fyri, hvat tú kanst gera í einari kirkju, men heldur tú teg innan fyri hesi mørk, so er einki í vegin. Øll skulu kunna koma inn í kirkjuna við sínum, tað skal bara vera borðbært, sigur Marjun Olsen, forkvinna í kirkju­ráð­num fyri Tvøroyrar kirkju.