Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-01, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. mars 2013síða 46

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 25 · 1. mars 2013 10 VIKUSKIFTI Býarmynd Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað er einki sum eitur. Fer Birgar Johannesen í holt við nakað, so er tað púra vist, at hann leggur nógv fyri. Eitt nú er hann kendur sum mað­urin handan søguliga verkið um høvuðs­ stað okkara, har hann hevur leitað seg fram til nøvnini á túsundtals havnar­ borg­arum – og har fjórða bindið nú er ávegis. Plátusavnið er drúgvari enn hjá teimum flestu. Hann hevur skriv­að bøkur upp og niður um, nær tað regnar í Havn, og savn hansara av søgu­ligum lutum fær ikki annað enn verið merkis­ vert. Seinastu mánaðirnar er tó ikki nak­ að av omanfyrinevnda, ið hevur tikið mestu tíðina hjá Birgari, sum nú aftur hevur tveitt seg yvir eitt nýtt og hug­ tak­andi projekt. Nevnliga at byggja eitt modell av Miðbýnum í Havn. Ella rættari sagt – Miðbýnum, soleiðis sum Birgar kundi ynskt sær hann. Hevði ongar royndir Verður hugt at myndunum, so er skjótt at fáa ta fatan, at her er talan um mann, sum frá barnsbeini av hevur bygt model-skip, -bilar og –fløgfør, men soleiðis er als ikki, er Birgar skjótur at siga. – Eg hevði als ikki fingist við nakað líkn­andi. Men tankin er sprottin úr kjak­inum, sum mangan hevur verið um Miðbýin. Har hava verið panelfundir, og tekn­ingar í hópatali eru lagdar fram. Men tá hetta er gjørt, so verður tilfarið pakkað niður, og so er friður næstu fimm árini. – Tí hugsaði eg við mær sjálvum, at tað kundi verið áhugavert at gjørt eitt modell av Miðbýnum. Eitt slíkt kann jú ikki pakkast niður á sama hátt, so tað helt eg vera ein áhugaverdan tanka. Men eg hevði ikki ánilsi fyri, hvussu eitt slíkt modell skuldi gerast. – Eg byrjaði tó spakuliga. Eg valdi mær Degns hús, og so fór eg við tumma­ stokki at finna øll mátini. Eg helt, at eitt støddarlutfall á 1:100 var hóskandi, og so byrjaði eg. Fyrstu royndirnar gjørdi eg við modelervoks, men tað var eitt sindur trupult at fáast við. Tað tornar skjótt, og tað vigar eisini nógv. So eftir nøkur fá hús stóð mær greitt, at eitt slíkt modell fór at viga fleiri tons. – Flamingo er hinvegin lætt tilfar, so eg royndi eisini við tí. Men har var trupulleikin, at tað er óluksáliga trupult at mála á, so tann ætlanin varð eisini slept. – Tá var tað so, at eg fann uppá, at brúka papp. Eg fór undir at skera, klippa og líma, og skjótt sá, at eg hetta fór nokk at rigga. Tað var tó framvegis ein av­bjóðing at fáa bygningin at taka seg rætt út. Tekur tú Degns hús, so er grunin jú lagað, meðan takið er av flag. Eg fann tó fram til, at ein donsk fyri­tøka, Panduro, hevði hópin av smá­ lutum til slík endamál, so har havi eg fingið »grót«, sum er so havi límað á. Flagið fekk eg skil á við at keypa grøn handklæði hjá Skemmuni, og soleiðis eru avbjóðingarnar loystar so við og við. – Tí tað er bara hugflogið, sum setir markið, og í dag tori eg at siga, at eg altíð finni eina loysn. Tað er jú eisini so, at hetta melur støðugt í høvdinum, so t.d. kann eg gott fáa okkurt hugskotið, með­an eg keypi inn í Miklagarði og síggi onkran lut. Tá hugsi eg kanska, at hatta kundi riggað til tað og tað enda­málið. Eitt er at byggja. Annað er, at nógv er brotið niður hesa tíðina, sum Birgar hev­ur bygt býin av nýggjum. – At byrja við gjørdi eg bara húsa­ facadur. Men so kom eg eftir, at tað riggaði betur at gera alt fullfíggjað. So eg tveitti eina rúgvu av bygningum burt­ur, og havi síðani gjørt teir av nýggj­um, sigur Birgar. Alt hondgjørt Har saksur, papp og lím ikki røkkur til, hevur Birgar støðugt funnið upp á aðrar, kreativar loysnir. – Tað eru jú loysnir, sum tú finnur uppá, meðan arbeiðið er ígongd. Eg havi nevnt handkløðini, sum eg brúki til flagtak. Aðrastaðni havi eg nýtt sand­pappír sum tjørupapp, og eitt nú Har onnur tosa, ger Birgar Johannesen nakað við tingini. Við flamingo, pappi, pappíri og lími er hann í ferð við at skapa eitt fullfíggjað model av miðbýnum í Havn, har Havnará er latin upp, og har Vaglið er ein grøn fløta Birgar opnar Havnará Gamli bókhandil. Flagtakið er gjørt úr handklæði