Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-01, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. mars 2013síða 47

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 25 · 1. mars 2013 11 VIKUSKIFTI kann eg nevna, at ketan, sum er um Ting­hús­vøllin, er gjørd úr svørtum pappírs­clipsum, sum eg havi hektað saman. – Og so eri eg eisini errin av at siga, at her er alt gjørt við hond. Ikki ein tann einasta detalja er gjørd við hjálp av teldu ella øðrum líknandi hent­ leik­um. Sjálvur haldi eg, at verður eitt slíkt modell teldugjørt, so verður alt so sterilt. Við at byggja alt sjálvur verð­ur modellið so nógv meira livandi, haldi eg. Men hvussu ber tað til, at tú yvir høvur hættar tær undir eitt slíkt ar­ beiði? – Tað veit eg ikki, og tað visti eg held­ur ikki, tá eg byrjaði. Men tú verður bitin av hesum. Og tá eg sá, at tað væl bar til, so havi eg bara herjað á. – Hetta er jú rættiliga einfalt. Tú skalt hava flamingo, papp, pappír og lím, so hetta er heldur ikki serliga kostn­aðar­mikið. Hartil krevst so eitt ávíst hug­flog, og annars eitt øgiligt tol. Tí tað nyttar ikki at sita og ilskast um onkran smálut, sum ikki riggar. Tá verð­ur úrslitið ikki nóg gott, og so er betur at taka ein steðg tað kvøldið. – Einasta avmarkingin, sum eg havi, er tíðin. Hetta er jú ikki tað, sum eg livi av, so eg fái ikki brúkt allan dagin um hetta. Eg kundi annars væl hugsað mær at gjørt eitt munandi størri model. T.d. kundi tað víst Havnina, sum hon sá út fyri 100 árum síðani. Hópin av myndum eru tøkar frá hesum, og tí hevði tað væl borið til at endurskapað allan býin, og eg ivist ikki í, at tað er nakað, sum kundi lokkað fólk til eina framsýning. Men har er tað so, at tíðin avmarkar, hvussu nógv kann byggjast. Framsýning á ólavsøku Hóast arbeiðið hevur verið ígongd í skjótt nógvar mánaðir, so er tað ikki fyrr enn nú, at fólk hava sæð fyrstu mynd­irnar av tí, sum Birgar hevur bygt. Fyrst og fremst, tí byggiharrin sjálvur ikki hevur viljað víst nakað fram,sum hann ikki veruliga vil standa inni fyri. – Eg hevði jú ikki ánilsi fyri, um eg dugdi hetta ella ikki. Royndirnar hava verið nógvar, men nú tori eg at siga, at eg eri mest sum professionellur innan hetta slag av bygging. Eg haldi sjálvur, at hetta er óluksáliga stuttligt, og eg tori at vísa hetta fram. Enn eru ikki allir bygningarnir lidnir, men talan verður um eitt veldugt verk, sum ætlandi skal sýnast fram á ólav­søku. – Samlaða modellið verður á leið tríggjar ferðir tríggjar metrar. Tað fevnir um økið frá Amtmansbrekkuni niðan móti losjuni – oman til Frelsunarherin og so oman til Miðlahúsið. Modellið er púr­asta autentiskt, men tó havi eg gjørt tvær broytingar. – Onnur er, at Havnará verður latin upp frá Glade Hjørn og oman til Amt­ mans­brekkuna. Eg havi so gjørt tríggjar brýr, so fólk kunnu ganga tvørtur um ánna. – Hin er, at eg havi broytt Vaglið til eina grøna fløtu, heldur enn at lata tað vera parkerinsøkið. Hetta er jú mítt upp­skot til, hvussu Miðbýurin skal síggja út, og tí havi eg gjørt tað so, sum eg hevði ynskt tað, sigur Birgar. Ætlandi verður talan um framsýning á ólavsøku, men enn er slettis ikki greitt, hvar hendan verður. – Eg havi ikki tosað við nakran enn um tann partin, men eg ivist ikki í, at tað fer at bera til. Modellið sjálvt kem­ur at standa á flamingo-plátum, so hæddar­munurin eisini kann gerast autent­iskur. Fólk og bilar verða á gøt­ unum, og í Havnará ætli eg mær, at liv­andi kombikk skulu svimja. Skal tað ger­ast, so skal tað gerast ordiliga, og tað er eisini tað, sum eg ætli mær, sigur Birgar. Birgar stendur her við Tórsgøtu, har Handilin hjá Andreas í Vágsbotni, Miðlahúsið og Hotel Tórshavn síggjast frammanfyri Tað er hugtakandi at síggja modellini hjá Birgari. Ikki minst takkað verið øllum detaljunum, sum eru at síggja á mongu bygningunum. Detaljur, sum saman við mátunum eru heilt í tráð við veruleikan. – Tú kanst gott siga, at eg havi mált Miðbýin upp við tummastokki. Fyri tað heilt nógva er hetta gjørt tíðliga um morgunin, áðrenn fólk eru komin til arbeiðis. Eg eri jú flaggvørður á Tinganesi, og so havi eg ofta nýtt løturnar eftir hetta til at taka mát av onkrum bygningum. Einamest tí eg ikki havi tímað at gingið runt í Miðbýnum við tummastokki, tá hópatals onnur fólk eru hjástødd. – Tað hevur eisini givið at bíta onkra tíð. Ta einu ferðina hevði onkur í bókhandlinum lagt til merkis, at hesin maðurin gekk í vikuvís og málti upp og niður upp á húsini, umframt at hópin av myndum eisini vórðu tiknar. – Hetta undraði tey, og tann eina morgunin spurdi eitt av starvsfólkunum meg, hvat eg gjørdi. Nú myndir vóru komnar á Facebook í vikuni hitti eg sama mannin aftur, og tá segði hann flennandi, at nú hevði hann funnið útav, hvat var á vási, sigur Birgar. – Men har er alt við. Hæddina ber sjálvandi ikki so væl til at máta, men hesar upplýsingar havi eg frá býráðsumsitingini. Og so havi eg bara roynt at fingið sum mest við av detaljum. Vindskeiðir og geriktir eru málað, skelti eru gjørd, og yvirhøvur vil eg hava, at alt er, júst sum tað eigur at vera. Bilar, fólk og trøð verða tó keypt liðug, men alt annað er gjørt við hond. Mátini tikin í loyndum myndir: Álvur Haraldsen Keturnar við Tinghúsvøllin eru úr pappírsclipsum Gamli kommunuskúlin, sum nú er býráðssalur Papp í ymsum litum er klipt og límað til eitt vakurt modell av gongugøtuni Klubbagarðurin Býráðshúsið – grótlað­ ingin er líma á pappið Kioskin hjá Astu er sjálvsagt eisini partur av nýggju Miðbýarmyndini