Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-08, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. mars 2013síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 28 · 8. mars 2013 14 VIKUSKIFTI Alsamt fleiri ung fáa typu 2 diabetes í altjóða høpi. Føroyskur ungdómur er eisini í vanda, tí risikofaktorar so sum at viga ov nógv og at røra seg ov lítið síggjast í stóran mun í kanning av 9. flokkum hóttir tey ungu VITAN & vísindi Í hesi greinarøð, sum er í 10 pørtum, skriva vísindafólk á Fróðskaparsetri Føroya um evni, tey granska. May-Britt Skoradal Jacobsen diabetessjúkrarøktrfrøðingur, undirvísari á Sjúkrarøktar­ frøðideildini Typa 2 diabetes Tá talan er um diabetes ella sukursjúku verður sum oftast sipað til antin typu 1 ella typu 2 diabetes. Typa 1 diabetes rakar oftast børn og ung og orsøkin til sjúkuna er, at brisið heldur uppat at gera tað lívsneyðuga hormonið insulin. Viðgerðin fyri typu 1 diabetes er tí altíð insulin. Tað er ikki kent, hvat sjúkan stendst av, og tí er heldur ikki møguligt at fyribyrgja henni. Tá talan harafturímóti er um typu 2, framleiðir brisið nóg mikið av insu­ lini. Trupulleikin tá er, at insulinið ikki virkar nóg væl – hetta verður eis­ini nevnt »insulinsesistensur«. Tá sleppir sukrið ikki nóg væl inn í vødda­kykn­ urnar, men verður fyri ein stóran part verandi í blóðinum. Harav stendst tað høga blóðsukrið, sum eyðkennir diabetes. Typa 2 diabetes verður oftast stað­fest hjá eldri fólki og óivað er tað grundin til, at sjúkan hevur verðið kall­ að »gamlamanna sukursjúka«. Sjúku­ eyðkennini eru sjáldan týðilig, og tí kunnu fólk ganga leingi við sjúkuni uttan at varnast hana. Tessvegna hava nógv longu fingið onkra fylgisjúku, tá tey fara til lækna. Hetta kunnu vera fylgi­sjúkur so sum fótsár, hjarta-, eygna- og nýrasjúka, sum koma av at sjúk­an hevur gjørt um seg í eini 5-10 ár, uttan at vera staðfest. Viðgerðin av typu 2 diabetes er lívsstílsbroyting, medi­sinsk viðgerð og hjá fleiri enn helvt­ini eisini insulinviðgerð. Liviháttur avgerandi Størstu risikofaktorarnir í mun til typu 2 diabetes eru tengdir at tí livihátti, sum eyðkennir tíðina vit liva í. Væntandi rørsla, yvirvekt og búkfiti eru nakrir av teimum. Rørsla er ikki longur ein sjálv­sagdur partur av gerandisdegnum og kostvanarnir eru eisini broyttir mun­andi. Hetta hevur ført við sær »lívs­stílssjúkur«, har í millum typu 2 diabetes. Trupulleikin við typu 2 diabetes er, sum áður nevnt, at insulinið virkar illa. Um ein rørir seg ov lítið og vigar ov nógv, virkar insulinið enn verri. Ættarbregði tykist eisini at hava stóran týdning, tá talan er um typu 2 diabetes. Tað vísir seg, at um annað for­ eldrið hevur typu 2 diabetes er lívslangi vandin at fáa typu 2 diabetes 40%, og um bæði foreldrini hava sjúkuna, er hann 80%. Hetta skal haldast upp í móti, at vandin annars er 10%. Vandin er kortini minni fyri øll, um tey liva heilsu­gott. Liva styttri Sambært danska Heilsustýrinum liva fólk við diabetes styttri í mun til rest­ ina av fólkinum. Hetta er tó broytt mun­andi seinnu árini. Í Danmark er »ovurdeyðiligheitin« nevniliga farin frá 91%  í 1997 til 57% nú. Hildið verður, at orsøkin til fallið er, at sjúkan verður stað­fest fyrr, og at viðgerðin er vorðin betur. Tað er sostatt av stórum týdningin, at typa 2 diabetes verður staðfest tíð­ liga og at rætta viðgerð verður sett í verk, so fylgisjúkur verða fyribyrgdar. Hesar fylgisjúkur raka ofta hjarta og blóð­renslið, og eru í stóran mun darv­ andi – og tá ið ringast vil til, føra tær til av­lamni og deyða. Um typa 2 diabetes verður fyri­ byrgd ella staðfest í góðari tíð, kann kostnaðurin fyri sjúklingin, sjúkra­hús­ verkið, og samfelagið harafturat mink­ ast munandi.   Støðan í Føroyum Eingin almenn tøl eru enn, sum siga nakað um støðuna viðvíkjandi typu 2 diabetes í Føroyum. Í øðrum londum kalla granskarar typu 2 diabetes fyri eina farsótt, tí at talið av teimum, sum fáa sjúkuna veksur so skjótt, og tey, sum fáa sjúkuna eru alsamt yngri. Í Føroyum møta sjúkrarøktarfrøðingar sjúklingum við typu 2 diabetes á øllum økjum í heilsu­verkinum og uttan at kenna talið, tykist bólkurin at vera stórur. Hendan sannroynd setti gongd á tankan um at kanna støðuna viðvíkjandi typu 2 diabetes í Føroyum. Valt varð at byrja við teimum ungu, tí at her kundi møguliga munagott fyribyrgjandi arbeiði, sum hevur langtíðar ávirkan, setast í verk, um tørvur varð funnin at vera á tí. Tey ungu í Føroyum Í 2010-2011 varð farið undir at kanna allar 9. floks næmingar fyri vandan fyri typu 2 diabetes. Endamálið við Gamlamannasukursjúka Rørsla og heilsugóður kostur er ein týðandi partur í fyribyrging av typu 2 diabetes