fríggjadagur 8. mars 2013síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 28 · 8. mars 2013
15
VIKUSKIFTI
kanningini var at kanna
í hvønn mun risikofak
torar so sum ættarbregði,
væntandi rørsla, ov høgt
BMI, miðjumát, blóðsuk
ur og langtíðarblóðsukur
vóru at finna hjá 9. floks
næmingum í Føroyum.
Kanningin vísti, at 37%
av næmingunum høvdu
ættarbregði í 1. ella 2.
liði, tvs. at antin foreldur,
omma ella abbi hava ella
høvdu typu 2 diabetes.
Hóast hetta er eitt høgt
tal í mun til onnur lond,
skal havast í huga, at for
eldrini og ommur og abbar
hjá 9. floks næmingum
ikki neyðturviliga eru
serliga gomul, og tí kann
hugsast, at fleiri av teimum
møguliga fáa typu 2 diabetes
seinni í lívinum. Ættarbregði
kann tí í veruleikanum vera í familj
unum hjá enn fleiri, og í størri mun
hjá onkrum, enn næmingarnir hava
upplýst í kanningini.
Ein triðingur av næmingunum rørdu
seg minni enn teir 60 minuttirnar um
dagin, sum danska Heilsustýrið mælir
til. Serliga vóru tað gentur, sum rørdu
seg ov lítið. Rørsla hevur sum áður
nevnt góða ávirkan á, hvussu insulin-
ið virkar, og kann tí
vera við til at minka
um vandan fyri at fáa
typu 2 diabetes.
Ein fjórðingur av
gentunum og 9% av
dreingjunum vóru ov
tjúkkar um miðjuna.
Tað hevur leingi verið
almenn vitan, at tað at hava súrepla-
skap er heilsuskaðiligari enn at hava
peru-skap. Hetta hevur nevniliga nakað
at gera við, hvar fitin situr á kroppinum.
Búkfitin – súrepla-skap – ger, at
insulinið virkar verri, og er á tann hátt
við til at fremja typu 2 diabetes. Ein stór
nýggj kanning í Europa hevur víst, at
tað er stórt samband í millum búkfiti
og menning av typu 2 diabetes – serliga
hjá kvinnum. Tískil kann sigast, at tað
er eitt óheppið rák, sum sæst hjá før
oysku gentunum. Bæði, at tær eru ov
tjúkkar um miðjuna, og at ein stórur
partur av teimum rørir seg ov lítið, tí
rørslan kann nevniliga eisini gera at
búkfitin minkar.
Vit definera yvirvekt hjá 15-16 ára
gomlum til eitt BMI hægri enn 23.
Kanningin vísti, at 28% vigaðu ov nógv.
Til samanberingar kann nevnast, at í
kanningini hjá Gigni av 7. flokkum,
vigaðu 25% ov nógv – altso næstan
tað sama. Kanningar vísa, at børn, sum
viga ov nógv í stóran mun eisini gera
tað, tá tey verða vaksin, so hetta er ein
risikofaktorur, sum er verdur at gera
nakað við á ungum árum.
Fyribyrging vegurin
Eingin av teimum, sum luttóku í kann
ingini høvdu typu 2 diabetes, men ein
stórur partur høvdu ein ella fleiri risiko
faktorar, sum kunnu gera, at tey fáa
sjúkuna seinni í lívinum. Eingin ivi er
um, at tað er neyðugt at einstaklingurin,
heilsuskipanin og samfelagið sum heild
verða varug við hendan trupulleika, og
at fyribyrgingarátøk verða sett í verk
meðan tíð er. Tað er av stórum týdn
ingi, at børn og ung verða kunnaði um
týdningin av rørslu og góðum kosti,
so at typa 2 diabetes og aðrar lívsstíls
sjúkur ikki raka føroyskan ungdóm í
framtíðini.
Tað er einki, sum bendir á, at luttak
ararnir í hesi kanningini eru serligir í
mun til aðrar ungdómar og føroyingar
annars, so boðskapurin um fyribyrg
ing geldur meira ella minni allar føroy
ingar.
Greinin er úrslit av kanning, sum varð
gjørd av 9. flokkum skúlaárið 2010-2011
Kanningin varð gjørd av Gunnbjørg Guttesen, sjúkrarøktar
frøðingi, Marjun Vilhelm, sjúkrarøktarfrøðingi og May-Britt
Skoradal Jacosben, sjúkrarøktarfrøðingi, stud. scient. san.
Kanningin varð stuðlað av
Granskingarráðnum og Statoil Faroes
Risikofaktorar millum 9. floks næmingar árgang 2010/2011
Ættarbregði . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 37,1%
Manglandi rørsla
• Gentur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 40%
• Dreingir . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 27%
Ov stórt miðjumát
• Gentur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 25%
• Dreingir . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 9%
Ov høgt BMI (>23) . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 28%
BMI (Body Mass Index) er vekt í kg
býtt við hædd í metrum í øðrum.
BMI = Vekt / Hædd2
Rørsla er ikki longur ein sjálvsagdur partur av gerandisdegnum og kostvanarnir eru eisini
broyttir munandi. Hetta hevur ført við sær »lívsstílssjúkur«, har í millum typu 2 diabetes