Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. mars 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 15. mars 2013 · Nr. 31 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen - Hetta er ikki serliga áliti­ vekj­andi. Bjarni Djurholm, løg­ tings­maður og fyrrverandi lands­stýris­maður í vinnu­ mál­um, heldur, at fram­ fer­ð­in hjá lands­stýri­num í sam­bandi við ætlanina at einskilja Atlantsflog, er sera óheppin fyri okkara um­dømi. Landsstýrið hevur gjørt nógv fyri at lokka út­l­ endskar íleggjarar til Før­ oya. - Men tað, sum er hent í kjalarvørrinum á ein­skilj­ ing­ini á Atlantsflog, er til skaða fyri okkara umdømi, sig­ur hann. - Tá ið íleggjarar koma til Føroya, mugu teir kunna hava álit teirri kunning, teir fáa frá landsins politisku leiðslu. - Íleggjarar mugu kun­ na hava álit á, at politiski myndug­leikin heldur giv­in lyfti. Men tað hevur lands­ stýr­ið ikki gjørt í hesum føri og tað er ómetaliga keðiligt fyri okkara umdømi. Tá ið Altantsflog varð ein­skilt, var tað greitt í all­ ari tilgongdini, at 66% av Atlants­flogi skuldi ein­skil­ ast í tveimum umførum. - Samstundis var tað eisi­ ni greitt, at felagið skuldi hava heimstað í Føroyum og at landsstýrið varðveitti 34% av partapengunum fyri at hava vetorætt í sambandi við viðtøkubroytingar. Bjarni Djurholm sigur, at hesar avmarkingar hava sjálv­andi havt avleiðingar fyri kostnaðin, men tað var ein prísur, landsstýrið var sinnað at rinda fyri at trygg­ja sær, at Atlantsflog skul­di verða verandi á før­ oysk­um hondum. - Men tá ið lands­stýrið ikki heldur orð, er tað ó­met­ a­liga ó­hepp­ið fyri okk­ara um­dømi, legg­ur hann aft­ ur­at. Áki Bertholdsen - Teir privatu partaeigararnir í Atlantsflogi, hava alla orsøk til at føla seg snýttar. Tað staðfestir Bjarni Djur­ holm. Hann var lands­stýris­mað­ ur í vinnumálum í 2007, tá ið ein triðingur av Atlantsflogi var einskildur. - Hevði eg vitað, at hetta bleiv støðan, hevði eg aldrin góð­tikið, at ein partur av Atlants­flogi varð einskildur yvirhøvur, sigur fyrrverandi landsstýrismaðurin. 66% Bjarni Djurholm sigur, at tá ið politiski vilji tók seg upp at einskilja almennar fyri­tøk­ ur, varð mett, at tað var hósk­ andi at byrja við At­lants­flogi, tí talan var um eina rættiliga einfalda ein­skilj­ing. - Samstundis ivaðust vit ikki í, at einskildu vit Atlants­ flog, hevði tað ment felagið mun­andi og sostatt hevði tað givið føroyingum heilt aðr­ar og betri møguleikar at ferð­ast. Hinvegin løgdu vit stór­ an dent á, at tað var alt­av­ gerð­andi, at Atlantsflog al­tíð fór at verða eitt felag, sum er skrá­sett í Føroyum, sum hevur høvuðsstøð í Før­oy­ar við øllum, tað før­ir við sær, sum hevur før­oysk­ar veit­ ar­ar og sum í høvuðs­heit­um hev­ur før­oysk starvsfólk. Tí var ætlanin at einskilja 66% av partabrøvunum og sam­stundis skuldi lands­ stýr­ið altíð eiga 34% av parta­ brøv­unum eftir. - Hava vit 34% av parta­ brøv­unum eftir, er tað nóg mik­ið eftir partafelagslógini til at blokera fyri við­tøku­ broyt­ing­um, og at forða fyri, at av­gerðir verða tiknar, sum ganga ímóti áhugamálunum hjá almennu Føroyum, eitt nú um at flyta høvuðssætið uttan­lands. Hinvegin var ikki polit­ isk­ur vilji til at einskilja tveir trið­ing­ar í einum. Men tað var heldur ong­in ivi um, at politiska ætlan­in var, at tveir triðingar av At­ lants­flogi skuldu ein­skilj­ast. - Grundin til, at vit ikki settu beinleiðis í lógina, at ein triðingur skuldi seljast bein­an­vegin, og ein triðingur skul­di seljast seinni, var, at lógar­tekniskt bar tað ikki til. Fyrrverandi lands­stýris­ mað­ur­in sigur, at tað var eitt politiskt lyfti frá øllum flokk­um at tveir triðingar av Atlantsflogi skuldi ein­skilj­ ast. - Tað lyfti helt eg meg til, men ístaðin fyri at skriva tað í sjálva lógina, tí tað bar ikki til, varð tað ístaðin út­ penslað í viðmerkingunum til lógaruppskotið, sum Løg­ ting­ið samtykti. Har varð skrivað svart á hvít­um, at ein triðingurin skuldi seljast tá og at ein triðingur skuldi seljast seinni. Bjarni Djurholm sigur, at av tí sama sendi hann virð­is­ bræva­mark­naði­num eitt æt­ lan­ar­skriv, har hann greid-­di frá politisku ætlanini at selja tveir triðingar av At­lants­ flogi. Samstundis varð kallað sam­an til stóran, kunnandi fund í Norðurlandahúsinum um einskiljingina. - Har varð eisini greitt og týði­liga greitt frá, at fyrra stig­ið er at ein triðingur verð­ ur einskildur nú, og annað stig­ið er, at at ein triðingur aftur­at skuldi einskiljast sein­ni. Bjarni Djurholm vísir eisi­ ni á, at í prospektinum, sum varð sent áhugaðum íleggj­ ar­um, stendur somuleiðis, at æt­lan­in er at selja ein triðing nú og ein triðing afturat sein­ni. Tí er Bjarni Djurholm sann­førd­ur um, at privatu íleggj­ar­ar­nir, sum keyptu parta­brøv í Atlantsflogi, hava alla orsøk til at føla seg drig­nar upp á tráð. - Teir hava keypt part­a­ brøv fyri einar 90 milliónir, men síðani leyp landsstýrið frá sínum lyfti og avleiðingin av tí er, at partabrøvini eru ikki verd meiri enn helvtina nú. Sostatt hevur politiska lyftis­brotið kosta priva­tu íleggjarunum einar 40-45 milliónir krónur, sig­ur fyrr­ verandi lands­stýris­mað­urin. Meiningsleyst Bjarni Djurholm heldur, at tað er meiningsleyst bara at ein­skilja ein triðing av At­ lants­flogi. Hevði tað verið politiski vilj­in, at bara ein triðingur skul­di einskiljast, hevði onki verð­ið einskilt yvirhøvur. Hann sigur, at tvørtur ímóti sá landsstýrið fyri sær, at vanligir, privatir íleggjarar skul­di fáa ein triðing til keyps. - Men síðani sóu vit fyri okk­um, at okkurt flogfelag eisini keypti ein triðing av fe­lag­num, tað hevði givið At­ lants­flogi stórar fyrimunir. Bjarni Djurholm sigur, at har hevði Atlantsflog fingið at­gongd til eitt nógv størri rutu­net og fleiri flogfør. Hann sigur, at tey vóru kunn­að um, at flogfelag høvdu áhugað fyri at keypa ein triðing av føroyska flog­ felag­num, so tað var eitt, hann sá stórar møguleikar í. - Høvdu vit gingið plank­ an út og hevði eitt flog­felag keypt ein triðing av Atlants­ flogi, hevði tað økt munandi um møguleikarnar hjá Atlants­flogi at ment felagið og økt um flúgvingina. Íleggjarar missa álitið á Føroyum EINSKILJING Framferðin hjá Landsstýrinum máar álitið undan Føroyum sum eitt trúverdugt at gera íløgur í, heldur Bjarni Djurholm, fyrrverandi landsstýrismaður í vinnumálum Hava alla orsøk til at føla seg snýttar EINSKILJING Vit hava lumpað tey, sum keyptu partabrøv í Atlantsflogi, sigur Bjarni Djurholm, sum var landsstýrismaður, tá ið ein triðingur av flogfelagnum varð einskildur Av tí sama sendi hann virðisbrævamarknaðinum eitt ætlanarskriv, har hann greiddi frá politisku ætlanini at selja tveir triðingar av Atlantsflogi Tað er meinings­ leyst bara at einskilja ein trið­ing av Atlantsflogi