fríggjadagur 15. mars 2013síða 9
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 15. mars 2013 · Nr. 31
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað henda ongar broyt
ingar í viðurskiftunum hjá
Atlantsflogi í ár.
Tað staðfestir Johan
Dahl, landsstýrismaður í
vinnumálum.
Privatu
partaeigarar
nir føla seg lumpaðar, tí
landsstýrið hevur ikki vilj
að einskilt størri part í At
lantsflogi.
Johan Dahl sigur, at
hann bíðar eftir at vita,
hvussu tað fer at ávirka
flogferðsluna og ferðaseðla
prísir, at Atlantsflog hevur
fingið nýggj flogfør, at
vøllurin er longdur, at nýggj
farstøð verður bygd og at
onkur flogfeløg vísa áhuga
fyri at taka kappingina upp
við Atlantsflog.
Tá ið tað er greitt, hvørja
ávirkan alt tað hevur, skal
landsstýrið taka støðu til,
hvat skal henda víðari, um
størri partur av felagnum
skal einskiljast, ella um
landið skal keypa einskilda
partin aftur.
Í Løgtinginum í gjár
varð hann spurdur, hvussu
leingi hann ætla at at bíða,
áðrenn ein støða verður
tikin.
Landsstýrið svaraði, at
hann ætlar at bíða tað, ið
eftir er av árinum, áðrenn
landsstýrið aftur tekur
málið um og tekur støðu
til, hvat skal henda við At
lantsflogi.
- Tað er heilt ørt í høvdinum
og stór skomm, tá Johan
Dahl, landsstýrismaður í
vinnumálum, nú er farin
at tosa um at tað almenna
skal keypa einskilda partin
av Atlantsflogi aftur.
Tað heldur Bjarni Djur
holm, sum er tingmaður,
men sum var landstýris
maður í vinnmálum, tá ið
ein triðingur av Atlantsflogi
varð einskildur.
Johan Dahl hevur fleiri
ferðir -og seinast í Sosiali
num mánadagin- ført fram,
at ein loysn má fáast á
ónøgdini hjá privatu parta
eigarunum.
Hann sigur, at landsstýr
ið vil fyrst síggja, hvørja
ávirkan tær ábøtur eru
gjørdar, sum eru hendar á
flogvøllinum, nýggjari far
støð, nýggjum flogførum til
Atlantsflog og møguligari
kapping á økinum.
Tá ið tað er greitt, hvussu
tað ávirkar flogferðsluna,
fer landsstýrið at taka støðu
til, hvussu farast skal fram.
Tá skal landsstýrið ant
in einskilja ein triðing av
Atlantsflogi afturat, ella
skal landsstýrið keypa tann
partin, sum er einskildur,
aftur frá privatu íleggjar
unum, sigur Johan Dahl.
”Galimatias”
Bjarni Djurholm heldur, at
hetta er ”galimatias”.
Hann vísir á, at ein
trupulleiki við hesi ætlan,
er, at onkrir privatir parta
eigarar hava longu selt síni
partabrøv við stórum tapi.
- Hvør skal so hava fáa
nakað burtur úr at selja tí
almenna partabrøv? Skal
tað vera tann íleggjari, sum
upprunaliga keypti parta
brøvini, men sum hevur selt
tey víðari við tapi?
- Ella skal tað vera tann
partaeigari, sum síðani hev
ur keypt partabrøvini bí
liga?
Bjarni Djurholm sigur,
at samgongan skal heldur
-og tað ongantíð ov skjótt-
selja ein triðing afturat av
Atlantsflogi.
Eitt
grundgeving
hjá
Johan Dahl fyri at bíða við
víðari einskiljingini, er, at
vit hava verið í kreppu og
at hetta er ikki rætta tíðina
at selja partabrøv?
- Tað kann hann hava
rætt við, men bara til eitt
vist.
Tað er rætt, at tað stóð
ongastaðni, at ein triðing
urin afturat skuldi seljast
árið eftir.
- Sjálvandi skal seljast, tá
ið løtan er tann rætta. Men
allar tær mótstríðandi og
støðuleysu útsøgnirnar vit
fáa um at einskilja meiri,
ella selja alt aftur, eru ør
kymlandi og lítið álitisvekj
andi.
- Og alt skal valdast. Nú
eru tað skjótt seks ár síðani
at ein triðingur av Atlants
flogi varð einskilt. Tað er
alt ov leingi, so nú eiga vit,
at halda lyftið og selja ein
triðing afturat, ongantíð ov
skjótt.
- Hetta snýr seg um álit
og trúvirðið, sigur fyrrver
andi landsstýrismaðurin.
Nú sigur landsstýrismað
urin í tíðindaskrivi í gjár, at
í prospektinum í sambandi
við skrásetingina á virðis
brævamarknaðinum, stend
ur í eini notu, at í sambandi
við løgtingsvalið, kann æt
lanin at einskilja ein triðing
afturat, verða broytt, ella
heilt slept.
- Tann møguleikin fyri
liggur altíð. Men tað broyt
ir so onki upp á tað, at
allir flokkar á tingi góðu
tilsøgn um, og váttaðu
fyri íleggjarunum, at ein
triðingur av Atlantsflogi
skuldi einskilast afturat,
sigur Bjarni Djurholm.
Stór skomm
Onki
í ár
Lyftisbrot
- Vit hava brotið lyftið til privatu partaeigararnar
í Atlantsflogi og av tí sama hava teir higartil
mist einar 35-40 milliónir, sigur Bjarni Djurholm.
Hann veit meiri enn nakar annar um endamálið
við at einskilja Atlantsflog, tí nettupp hann var
landsstýrismaðurin, sum fyrireikaði einskiljingina