Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. mars 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 15. mars 2013 · Nr. 31 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt - Dear colleagues, friends and busi­ness partners. Bjarni Djurholm var høv­ isk­ur, tá hann tók orð­ið, dag­ in tá almenna Atlants­flog varð skrásett á virði­s­bræva­ mark­naðinum í Íslandi í des­ em­ber 2007 og fyrsti trið­ing­ ur av partabrøvunum varð seld­ur. Men í røðuni hjá lands­ stýris­manninum í vinnu­mál­ um lá eisini ein greiður boð­ skap­ur. Ein boðskapur um at Før­oya Landsstýri gleddi seg til at selja næsta triðingin av parta­brøvunum. Boðskapurin um næsta stig­ið í einskiljingarætlanini hevði avgerandi týdning fyri sølu­na av fyrsta triðinginum av partabrøvunum. Tí tá tú keyp­ir ein bita av køkuni, mást tú kenna fortreytirnar fyri, hvussu restina av køku­ ni verður skorin. Boðskapurin, øll røðan hjá landsstýrismanninum í vinnumálum, varð frá­boð­að íslendska keyps­skála­num, umframt Virðis­bræva­mark­ naði Føroya, sum samstarvar við Reykjavík. Á henda hátt fin­gu allir íleggjarar og møgu­ligir íleggjarar somu kunn­ing samstundis. Øll vórðu viðfarin eins. Malan Johansen, ráðgevi hjá Virðisbrævamarknaði Før­oya, er ikki í iva: - Tíðindi, sum felagið met­ir kunnu ávirka kursin og harvið eisini handlar við partabrøvunum, skulu frá­ boðast keypsskálanum. Tað hev­ur Atlantsflog so mett, at røð­an hjá Bjarna Djurholm hevði. Tí varð røðan send keyps­skálanum, soleiðis at allir partaeigarar eru kunn­ að­ir um viðurskiftini í senn. Í hesum føri vóru tíðindini eitt politiskt signal um at ætlanin er at selja ein triðing afturat, staðfestir Malan Johansen. Lyftið Í tíðindaskrivi frá Vinnu­ mála­ráð­num í gjár sáar Johan Dahl iva um, hvat tað nú eisini var, ið landsstýrið æt­laði við Atlantsflog. Landsstýrismaðurin í vinnumálum skrivar, at táverandi landsstýri hevði ætlanir um at selja institu­ tionell­um íleggjarum 33 pro­ sent partabrøvunum afturat. Men onki lyfti er givið um, at næsti triðingurin av felagnum skal seljast, stend­ ur í fráboðanini úr Vinnu­ mála­ráðnum í gjár. Ráðgevin hjá Virðis­ bræva­marknaði Føroya, Malan Johansen, vísir aftur á frá­boðanina til keypsskálan í desember 2007. Staðfestir, at veru­leikin hevur víst, at orð­ ini í fráboðanini ikki hildu. - Ein fráboðan til keyps­ skálan er ein kunning til parta­eigarar og møguligar íleggjar­ar. Eg gangi út frá, at hesi so eisini meta um trú­virðið hjá tí, sum sendir boð­skapin. Fráboðanin í 2007 var eitt politiskt signal frá Føroya Landsstýri um at ætlanin var at selja ein trið­ing afturat tí fyrsta trið­ inginum, sigur Malan Johan­ sen og staðfestir turt: - So er spurningurin sjálv­ andi altíð, hvussu signalið verð­ur móttikið og um tað verð­ur móttikið eins, um íleggjarin er føroyskur ella út­lendskur. Í gjár sendi Vinnu­mála­ ráðið sum nevnt út eitt tíð­ inda­s­kriv, har sagt verður, at landsstýrið ongantíð hev­ur lovað at selja meira enn tey 33 prosentini av parta­brøvu­ num í Atlants­flog. Malan Johansen hevur ilt at meta um nýggja boðskapin frá høvuðspartaeigaranum. - Tíðin hevur sum nevnt víst, at politiska signalið í 2007 varð skeivt, so tað vita íleggjarar í dag. Tó kann alt órógv­ið sjálvandi ávirka áhug­an fyri felagnum skeiva veg­in, sigur Malan Johansen. Higartil er tíðindaskrivið úr Vinnumálaráðnum í gjár ikki sent keypsskálanum. Virðisbrævamarknaðurin fekk greið boð - Tað er eingin ivi um, at virðisbrævamarknaðurin fekk greið boð um, at landsstýrið sum høvuðspartaeigari ætlaði at einskilja ein triðing afturat av Atlantsflog. Tað staðfestir Malan Johansen, ráðgevi hjá Virðisbrævamarknaði Føroya Jón Brian Hvidtfeldt Oddagreinin í Sosialinum mána­dag­in, har vit peik­aðu á pro­spektið um ein­skilj­ ing av Atlantsflog frá 2007, fekk í gjár landsstýris­man­ n­in í vinnu­málum til teldu­ na. Í tíð­inda­skrivi frá Johan Dahl verður dentur lagd­ur á, at sambært prospektinum stend­ur positivt, at ætlanin um at selja næsta triðingin av felag­num kann verða broytt ella slept. Prospektið er at rokna sum ein allýsing av einum felag. Her skulu møguligir íleggj­ar­ar fáa allar upp­lýs­ing­ ar um felagið og ætlanirnar við tí, soleiðis at tey eru væl ílæt­in og kenna fortreytirnar fyri síni møguligu íløgu í parta­brøv í felagnum. Pro­ spekt­ið fyri Atlantsflog er alt á enskum, hetta helst fyri at røkka útlendskum íleggj­ar­ um. Afturat tí er ein saman­ drátt­ur á donskum. Johan Dahl vísir til virðis­bræva­notuna pkt. 1.1.4. har tað stendur soleiðis: “Accord­ing the explanatory memor­and­um to the law on privatisation of Atlantic Air­ways the continued plan is to sell additional 33% sub­ sequ­ent to the listing to institu­tional investors. With a parliamentary election com­ing up this plan can be chang­ed or aborted." Víst verður til løgtings­val­ ið, sum skuldi vera í januar mán­aða árið eftir, í 2008. Í tíðindaskrivinum fer lands­stýrismaðurin eisini eitt stig víðari, og fer undir at greina orðið ”aborted” nærri. Johan Dahl skrivar: - Orðið ”aborted” hevur í hesum samanhengi tann týdn­ing, at øll ætlanin um at ein­skilja næsta triðingin av Atlants­flogi kann vera slept, skriv­ar landsstýrismaðurin, sum tí kemur til ta niður­ støðu, at onki lyfti er givið um, at næsti triðingurin av felag­num skal seljast. Brotbitar Men meðan lands­stýris­ mað­ur­in ger nógv burtur úr hesi virðisbrævanotu pkt. 1.1.4., so leypir hann lætt upp um aðrar staðfestingar í sama prospekti. Um sjálva or­søk­ina til einskiljingina sig­ur prospektið millum ann­að, at landsstýrið í mars 2006 legði fram lógar­ upp­skot um at einskilja felag­ið. At landsstýrið fer at selja 33 prosent av sín­ um partabrøvum. Og so verð­ur eisini greitt frá, at lands­stýrið ætlar at selja 33 prosent afturat. Enn er tó ikki ásett, nær næsti trið­ingurin verður seldur, stend­ur í prospektinum, sum sei­n­ast í hesum broti­ num stað­fest­ir, at írestandi 34 pro­sent­ini verða almenn ogn fyri fyrst. Men hetta brotið, um sjálva orsøkina til ein­skilj­ ing­ina og hví íleggj­ar­ar sku­ lu key­pa parta­brøv, vel­ir lands­stýris­maðurin at sígg­ ja burtur frá í sínum tíð­inda­ skrivi. Johan pilkar burturúr Í tíðindaskrivi í gjár peikar Vinnumálaráðið á eina serstaka grein í prospektinum, har tað stendur positivt, at øll einskiljingarætlanin av næsta triðinginum kann vera slept. Longri uppi í sama prospekti stendur eisini positivt, at landsstýrið ætlar at selja næsta triðing. Men tað nevnir landsstýrismaðurin ikki Brot úr tíðindaskrivinum hjá Johan Dahl: Í prospektinum fyri børsskrásetingina av Atlantsflogi stendur positivt, at ætlanin um at selja næsta triðingin av felagnum kann verða broytt ella slept. Her vísi eg til virðisbrævanotuna pkt. 1.1.4. Har stendur m.a.: “According the explanatory memorandum to the law on privatisation of Atlantic Airways the continued plan is to sell additional 33% subsequent to the listing to institutional investors. With a parliamentary election coming up this plan can be changed or aborted". Lat meg greina hetta nærri. Orðið "aborted" hevur í hesum samanheingi tann týdning, at øll ætlanin um at einskilja næsta triðingin av Atlantsflogi kann verða slept. Brot úr prospektinum, sum landsstýrismaðurin ikki tekur við: The Faroese Government announced on 2 March 2006 in connection with the law on the privatisation of Atlantic Airways that the Government will sell 33% of its holdings in Atlantic Airways, corresponding to 341,550 shares. According to the explanatory memorandum to the law on privatisation of Atlantic Airways, the Government intends to sell additional 33% of the share capital following the listing of the Company. The timing of the second round is not decided yet. The remaining 34% will be maintained as government property until further ado.