fríggjadagur 22. mars 2013síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 34 · 22. mars 2013
10
VIKUSKIFTI
Eg vil kempa fyri, at tú ikki skal liggja útsett, sárbær og ússalig á gongini –
tú hevur eitt virði, sum hevur týdning fyri meg sum sjúkrarøktarfrøðing
Skilji eg teg
í rúmi og tíð
VITAN & vísindi
Í hesi greinarøð, sum er í 10 pørtum,
skriva vísindafólk á Fróðskaparsetri
Føroya um evni, tey granska.
Marjun Thomsen
Cardiologiskur sjúkrarøktar
frøðingur, Master of health
science og undirvísari á
Sjúkrarøktarfrøðideildini
Á okkara sjúkrahúsdeildum í Føroyum í
dag kemur tað dagliga fyri, at sárbærar
og ússaligar menniskjur mugu liggja úti
á gongini, tí at á deildunum eru fleiri
sjúklingar enn pláss er fyri
– hetta hevur verið soleiðis í langa
tíð.
Í stremban okkara eftir at arbeiða
effektivt, eru vit so í veruleikanum
ineffektiv?
Er ikki pláss fyri sjúklingunum í
okkara stóra og stásiliga sjúkrahúsi?
Hví hava vit eitt sjúkrahús – er tað
ikki tí, at vit hava sjúklingar, ið hava
tørv á viðgerð, røkt og eksistensiellari
umsorgan á høgum fakligum stigi?
Okkara sjúkrahús hevur sera dugnalig
starvsfólk innan øll førleikaøkir til júst
hetta! Men vit hava ovurfyltar deildir
og hava úr at gera – vit hava skund og
hava ikki tíð. Vandin við at hava skund
kann hava við sær, at vit ikki varnast
sjúklingin, ið júst er endamálið í okkara
sjúkrahúsi. Vit eiga ikki at gloyma at
ganga sjúklinginum á møti.
»Ligger patienten på gangen uden
afskærming, sårbar og blottet,
placeret i en sygehuskultur præget
af hektisk gøremålstravlhed, er det
vanskeligt at give rum til et møde
mellem mennesker«
Kari Martinsen 2012
Eisini í londunum rundan um okkum
berjast tey við sveittabrot ímóti tí at
hava skund alla tíðina. Í Noregi tosa
tey um »gøremålstravelhet«:
»... den instrumentelle brug af tiden,
der presser sygeplejersken hen imod
en streng skema- og procedurestyret
gøremålstravlhed, hvor det faglige
skøn har ringe kår, i al sin effektivitet
i virkeligheden er ineffektiv«
Kari Martinsen 2012
Í øllum skundinum eru korini ikki góð
at sansa og skilja. Tá ið vit sansa, hava
vit onga frástøðu og vit kunnu gerast so
yvirtikin, at vit ikki skilja nakað yvir
høvur. Tá ið vit sansa er tað neyðugt at
vera nærverandi. Fyri at skilja, vera vit
noydd at skapa eina lítla frástøðu, so vit
kunnu skilja – eitt fet eftir hæli og tað
kann geva okkum eina fatan, ið ger, at
tað lýsir í og vit byrja at skilja. Er tað
hetta fetið eftir hæli, vit ikki hava tíð til?
Í strembanini eftir at arbeiða effektivt,
eru vit so í veruleikanum ineffektiv?
Nú vera tingini vend upp og niður og
hetta hevur etiskar avleiðingar, ið ikki
kunnu standa ósvaraðar. Vit verja sjúk
lingin og menniskjuna, við at vísa og
vilja kempa fyri, at tú, tá ið tú ert sjúk,
ikki skal liggja útsett, sárbær og ússalig
á gongini.
Lofta møguleikanum!
Størsta møguleikan at vísa okkara veru
ligu umsorgan og hjartalag fáa vit í
løtum, har vit minst av øllum vænta
tað! Vit fáa høvi at vísa, hvørjum vit
spontant taka avgerðir út frá og hvat
tað er, sum fær okkum at gera, sum vit
gera. Í tí vit gera, kemur okkara etiska
støði til sjóndar.
Virðini koma fram, sum inni í
okkum eru tey sterkastu og stýra tí vit
gera uttan at hugsa so nógv um tað –
kjarnin í umsorgan og sjúkrarøkt letur
seg síggja og kennast. Tí er tað týdn
ingarmikið at grunda og hugsa væl um
sína sjúkrarøkt – tað eru okkara virðir,
sum stýra okkara spontanu avgerðum
og gerðum!
Tað hoyrir lívinum til at hava
umsorgan fyri hvørjum øðrum og vit
ynskja okkum øll umsorgan í neyð
støðu.
Søgan um miskunnsemi
Øll kenna vit frásøgnina um mannin
úr Samária, sum var á ferð og sá ein
særdan og rændan mann liggja útsett
an, sárbæran og ússaligan á vegnum.
Samáriubúgvanum tykti hjartaliga
synd í honum, hjálpti honum, reinsaði
sárini við olju og víni og bant um tey.
Tók hann upp og bar hann inn á eitt
gistingarhús, læt pening og garanteraði
fyri hann og segði við tey á gistingar
húsinum: »røktið hann til eg komi
aftur«.
Vit kunnu siga at tað her snýr seg
um etikk, sjúkrarøkt og umsorgan –
og eina gerð uttan ágóðar fyri tann,
ið útinnir góðgerðina. Hetta er ein
empatisk handling, har eitt menniskja
sær og sansar neyðina og líðingina hjá
einum øðrum menniskja – hetta nertir
við okkurt inni í okkum og fær okkum
Tú virðismikla menniskja