fríggjadagur 22. mars 2013síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 34 · 22. mars 2013
11
VIKUSKIFTI
at vilja gera nakað, sum er til tað besta
fyri hin særda. Í søguni røktar samáriu
búgvin hendan fremmanda og hevur
umsorgan fyri honum. Hann ger hetta
uttan at hava tíð til tað. Endamálið
er ikki at vilja uppnáa nakað fyri seg
sjálvan. Hetta verður ikki á nakran
hátt kravt av honum. Miskunnsami
samáriubúgvin varð berørdur av støð
uni og hann kundi ikki gera nakað ann
að, enn tað hann gjørdi.
Hendan frásøgnin er opin og kann
skiljast ymiskt. Tað kompleksa og
samstundis tað avbjóðandi í frásøgnini
er júst, at hendan sjúklingasøgan leingi
hevur verið ein avbjóðing í sjúkrarøkt
ini og tann kvalitet vit leggja í um
sorganina fyri okkara sjúku, veiku og
illa viðfarnu.
Dygdargóð røkt?
Tá ið alt tað tekniska og instrumentella
er avgreitt – er kvaliteturin so púrasta í
lagi í sjúkrarøktini? Um svarið er ja – so
er tað púra í lagi, at sárbærir sjúklingar
liggja á rað úti á gongini! Um viðgerð
og røkt eru vældokumenterað og útinnt
eftir forskriftunum, so »heldur« tað jú
í »Føroya Rætti« og í systeminum. Alt
er krossað av og signerað inni á Cosmic
og yvirvakingin er nøktandi avlisin!
Medisinpumpan er konnektað og koyrir
við rættari dosis og røttum heilivági.
Sjúklingurin er vendur eftir skema og
turt er lagt á, blóðroyndir eru tiknar og
svarini eru kekkað av og handlað er upp
á tað, sum skal handlast uppá – eru vit
nøgd við kvalitetin?
Pumputeknologiin krevur jú væl
útbúgvin starvsfólk, men ein teknolog
isk pumpa er bert so góð tekniskt, sum
tann er, ið dugir at nýta hana – einki
amboð er betri enn handverkarin. Tað
ræður um at minka um vandarnar og
skipa arbeiðið trygt. Tryggleiki snýr
seg um at skipa tryggar arbeiðshættir,
sum hava til endamáls at fyribyrgja,
at óætlaðar hendingar henda. Tekniskir
førleikar verða høgt virðismettir í
okkara samfelag í dag. Alt tað instru
mentella og tekniskt rætta er sjálvsagt
ein týdningarmikil partur av at veita
trygga viðgerð og røkt – men er hetta
tað sama sum at veita kvalitet til hin
einstaka?
Kvalitetur til hin einstaka!
Tá ið vit eru í eini sárbærari støðu, verða
vit veruliga var við, hvussu bundin vit
eru av hjálp frá øðrum menniskjum –
hetta kann gerast ein av treytunum í
lívi okkara. Ómetaliga nógv er upp á
spæl hjá okkum. Sum menniskjur geva
vit okkum upp í hendurnar á eitt nú
læknum og sjúkrarøktarfrøðingum, tá
ið vit gerast sjúk ella fáa skaða. Tað er tí
ein skylda hjá læknum og sjúkrarøktar
frøðingum at taka væl ímóti og ganga
á møti tí áliti og vón, sum natúrliga er
til staðar millum menniskjur.
Góð kvalitetsrøkt hevur í sær nøkur
kjarnuvirðir. Dygdargóð røkt bindur
ikki bert saman eina pumpu, eina
teldu ella eina góða skjalfesting – men
samskiftir við einstøku menniskjuna.
Framúrskarandi dygdargóð umsorgan
og røkt sær, sansar, lurtar eftir og skilir
hvat tú hevur at siga – tekur hetta til
sín, sum ein natúrligan part av at ganga
tær á møti.
Etikkur og empati
Menniskjan kann særast og vanærast
– eingin hevur hug at liggja útsett, sár
bær og ússalig á gongini.
Snýr etikkur seg um eftirtankar og
umhugsni fyri hesum spurningum?
Tað snýr seg um spontanitet, sans
andi varhuga og spontant at liva seg inn
í tað, vit øll hava ímillum okkum, tí vit
eru sárbær og knýtt at hvørjum øðrum
– vit eru menniskjur settar inn í eina
viðkvæma lívs- og náttúruringrás.
Av tí at eg sjálv eri sárbær, kann eg
ímynda mær meg sjálva í støðuni hjá
einum øðrum og skilja ein annan, sum
er ein sárbær menniskja eins og eg sjálv.
Júst tí kann hin veiki vekja eina áheitan
á meg um at fáa mína viðurkenning -
og fáa hana uttan drál.
Tú hevur óendaligt virði! Avbjóð
ingin er at skilja teg tá ið tú ert veik og
sjúk – at skilja tann veika og útsetta í
rúmi og tíð og vilja kempa fyri at slepp
ast kann undan at nakar liggur útsettur,
sárbærur og ússaligur úti á gongini!
Steðga á eina løtu! Gang álitinum
og vónini á møti!
Mynd: tilvildarlig
Marjun Thomsen saman við Kari Martinsen, ið er
norskur sjúkrarøktarfrøðingur og umsorganarfilosoffur.
Hon ávarar ímóti »gøremålstravelhed« í sjúkrarøktini,
tí hetta ger, at vit ikki síggja tað sum er ímillum
okkum menniskju – her sipar hon til álit og vón,
miskunnsemi og umsorgan, og tað at tú og eg tora at
vera opin og siga okkara hugsan við hvønn annan.
Seinasta bók hennara »Løgstrup &
sygeplejen« kom út í 2012