Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-26, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. mars 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. mars 2013 · Nr. 36 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Áki Bertholdsen - Eg kann ikki hugsa mær einar Føroyar uttan grinda­ dráp. Tað staðfestir Tórhallur Hall­dórs­son, granskari. Hann granskar sa­m­band­ ið ímillum skaðilig evni og fólkaheilsu, eitt nú á Statens Ser­uminstitutt í Danmark. Hann var við á aðal­fundi­ n­um hjá Grinda­manna­felag­ num leygardagin. Á fundinum gjørdi tey rættiliga nógv burtur úr spurn­ing­inum um før­oy­ing­ ar framhaldandi skulu eta grind yvirhøvur. Í hesum sambandi varð víst til Pál Weihe, granskara, og Høgna Debes Joensen, lands­lækna, sum hava boðað frá, at grind er so illa dálkað, at hon er ikki hóskandi man­ na­føði og tískil mæltu teir før­oy­ing­um frá at eta grind. Á aðalfundinum hjá Grinda­man­nafelagnum vísti Tór­hall­ur Halldórsson á, at gransk­ing av hesum slagi, og tey tilmæli, sum verða givin í kjalar­vørri­num á tí, eru fyri at verja fólk. Hann heldur eisini, at hetta er nakað, myndug­leik­ ar­nir hava skyldu til fyri at ver­ja fólkið og tað eiga fólk at taka til sín. - Men tað krevur, at granskarar hava ís í búki­ num, tí í veruleikanum er tað bara tíðin, sum vísir, um til­mælini eru røtt ella ikki. Ongin null hugsjón Tórhallur Halldórsson á­san­ n­ar, at tá ið slík avgjørd til­ mæli koma um, at vit skulu heilt gevast at eta grind, kann tað elva til trupulleikar. Hann heldur, at tað snýr seg um at finna eina javnvág ímill­um alt ella einki, og hann heldur, at tað ber væl til. - Vit mæla eisini fólki frá at drekka ein litur av soda­ vatni um dagin, men nógv gera tað kortini. - Vit vita somuleiðis, at í stórbýum er luftin so illa dálk­að at tað kann elva til al­skyns sjúkur at anda hana í seg. - Men skal tað broytast, fer tað at fáa sera stórar fíggj­ar­lig­ar og mentanarligar av­leið­ing­ar. - Vit skulu ikki stremba ímóti eini null-hughsjón á hes­um øki. Tað er gott at hava lágt blóðtrýst, men fer tað niður á 0, er tað ikki gott, helt hann skemtiliga fyri. - Tað snýr seg um at finna eina javnvág, har fíggjarlig og mentanarlig atlit verða sig­ur íslendski granskarin. Hann staðfestir, at grind er ein týdningarmikil, menta­ n­ar­ligur siðaarvur. - Eg dugi illa at hugsa mær Grøn­land uttan kópa –og ís­ bjarna­veiði. Eg dugi ikki at hugsa mær Ísland uttan eld­gos og búskaparkreppu og eg dugi ikki at hugsa mær einar Føroyar uttan grinda­ dráp, helt hann fryntliga fyri. Og Tórhallur Halldórsson held­ur, at tað ber væl til at saman­tvinna eitt kosttilmæli og landsins mentan. Hinvegin legði hann dent á, at smábørn og barnakonur eru í eini heilt serligari og við­breknari støðu og skulu vísa eitt heilt serligt varsemi. Men tað er ikki bara gald­ andi fyri grind, tí tað er so nógv­ur, vit mæla barna­kon­ um til at halda seg frá. Annars hevur kyksilvur eina helvtartíð upp á ein góð­ an mánað, so tað ber væl til hjá kvinnum, sum ætla sær at verða við barn, at leggja til rættis og at gevast at eta grind nakað fyrr. Tó eru tað onnur evni í grind, sum hava væl longri um at hvørva úr kroppinum. Men tað ber væl til, at sam­eina tilmælið ímóti at eta grind við tað, at vit eta eitt sindur av grind, heldur ís­lendski granskarin. Kom sum ein skelkur Bjarni Mikkelsen, lív­frøð­ing­ ur á Náttúrugripasavninum er eitt sindur meiri kon­tant­ ur. Hann helt skemtiliga fyri, at ein heilt Phd ritgerð er skriv­að um, hvussu tað er best at flysa eitt súrepli. - Niðurstøðan var, at tað kann gera tað sama hvus­ su tað verður flust, tí øll tey skaðiligu evnini eru í skali­ num, men tað eru øll tey gagn­ligu evnini eisini. Hann fortalti eisini ein søga um ein, sum helt, tað kun­di alt gera tað sama við hesi dálkingini, tí árinini av hen­ni sóust ikki fyrrenn tú vart deyður. Bjarni Mikkelsen heldur, at spurningurin er ikki so svart-hvítur, sum tað, at vit skulu bara gevast at eta grind. Hann vísir á, at nýtslan av grind er munandi minkað sein­astu árini. - Veiðan er tann sama, men fólkatalið veksur al­ samt. Sostatt er nýtslan av grind upp á fólkið kanska mink­að ein triðing. Hann helt tilmælið um, at vit skulu gevast at eta grind, var bæði skelkandi og óheppið og tað var øgi­liga harmi­ligt, at eitt so avgjørt til­mæli varð al­manna­kunn­ gjørt. - Í fjør útvegaðu vit eini 350 tons av tvøsti og spiki og tað er ókeypis matur. Og hann ivaðist stórliga í um annar matur er nakað fræg­ari, tí tað er eisini nógv dálk­ing­ar­evni í breyði og kor­ni og øðrum Hann skilir ikki áheitanin um at biðja føroyingar gev­ ast at eta grind og ístaðin eta meiri av oljuberum og øðr­um, heilsugóðum, suður­ evro­p­isk­um kosti. - Tað er veruleikafjart at biðja føroyingar broy­ta matvanarnar so grund­leggj­ andi. - Og feskt grønmeti heldur sær bara til tú ert komin úr handli­num til húsar við tí, so er tað spilt, helt Bjarni Mikkel­sen turrisliga fyri. Javnvág Tað ber til at finna eina javnvág ímillum tilmælið um at vit skulu gevast at eta grind og tað at varðveita ein týdningarmiklan mantanararv, halda granskarar. Tað fingu grindamenn at hoyra á aðalfundinum í Grindamannafelagnum leygardagin Føroyingar skulu eta grind - við máta GRIND SUM MANNAFØÐI Vit skulu ikki stremba eftir at røkka eini null-hugsjón í sambandi við grind sum mannaføði, tí tað ber væl til at finna eina javnvág Tað er veruleikafjart at biðja før­oy­ing­ar broyta matvanarnar so grund­leggjandi