Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-03, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. apríl 2013síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 3. apríl 2013 · Nr. 37 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Randi Jacobsen Børnini vórðu eisini spurd um teirra drykkjuvanar. Um tey hava roynt at drek­ka, nær tey byrjaðu, hvussu ofta tey drekka, og hvussu tey fáa fatur á rús­drekka. Tølini vísa, at færri í aldurs­bólki­num drukku í 2012 enn í 2011, og størsti part­ur­in hevur ongantíð roynt tað. Tølini eru tó høg. Í fjør høv­du 34,2 prosent av dreing­ju­n­um og 28,4 av gent­unum smakkað sær á. Í fjør høvdu 9 prosent av dreingjunum og 11,8 pro­sent av gentunum drukk­ið alkohol seinasta mán­að­in, áðrenn tey fin­ gu spurn­ingin. Spurt varð , um tey høvdu drukkið fimm lítl­ ar ella meira seinasta mán­að­in. Nógv tey fles­tu svar­ aðu, at tey ant­in ikki druk­ku ella høv­du ongan­ tíð drukk­ið sei­n­as­ta mán­ að­in. Í fjør vóru tað nakrir fáir dreing­ir og onkur hend­inga genta, sum hevði drukk­ið meira enn fimm ferð­ir. Onnur keypa So at siga øll svaraðu, at tey ikki høvdu fingið fatur á rúsdrekka gjøgnum Rúsu­na, og at tey ikki høv­du verið á nøkrum skeinki­staði og drukkið. Heilt niður í 13 ár hava tey fingið rúsdrekka frá for­eldru­num, men fleiri fin­gu tað á annan hátt. Summi fingu rúsdrekka í veitslu, ella tey fingu systk­in ella vinfólk at key­pa fyri seg. Triðja hvør barn, sum hev­ur drukkið, svaraði, at foreldrini vistu tað væl. Hetta svaraðu eisi­ni tey 13 ára gomlu. Gent­ur­ nar krógva tað betur enn dreing­ir­nir fyri for­eldru­ num, at tey hava drukkið. Meira enn helvtin av børn­unum svara, at tey hava tosað við foreldrini um rúsdrekka, og tað gjør­du fleiri í 2012 enn í 2011. Meginparturin av for­ eldru­num hevur ikki givið børn­unum lovi, men tað eru tey, sum hava fingið loy­vi, tá ið tey vóru í 6. Flok­ki, tað vil siga 13 ara gom­ul. Sigrun Heldarskarð og Mar­ gret Mortensen, ið báð­ar eru bæði sjúkra­røk­t­ar­frøð­ing­ar og psyko­tera­peu­t­ar, stovna í næst­um ein sorgbólk. Sigrun Heldarskarð er psykoterapeutur og er ann­ ars sjúkra­røkt­ar­frøð­ing­ur við eftirútbúgving innan lungasjúkur. Hon hevur arbeitt á medi­sin­sk­ari deild á Klaks­vík­ar Sjúkra­húsi síðan 1991. Margret Mortensen er psyko­tera­peu­t­ur, og er sjúkra­røk­tar­frøð­ing­ur. Hon hev­ur se­r­út­búgv­ing inn­an krabbamein. Hon hev­ur ar­ beitt á krab­ba­meins­deild­ um á Fin­sen­s­entri­num í Keyp­man­na­havn í 10 ár, á onko­log­iska ambulatori­in­ um í Tórshavn síðan 1994, um­framt tvey ár á Krabba­ meins­felagi­num, har hon hevði sorgbólkar. Ì sorgbólkinum veita tær hjálp og stuðul, so at tú kann fyrihalda teg til ta pínu og tær kenslur, sum sorg kann viðføra. Málbólkurin eru fólk, ið hava mist ein kær­an sum til dømis hjún­ar­felaga/sam­ búgva ella onkr­an, ið stóð teim­um serliga nær. Ymiskar orsøkir Mong bera sorg av onkr­ari orsøk. Um tey hava upp­ livað sorg í barn­dómi­num, kann hetta koma meiri til sjóndar, um tey seinni aft­ur verða fyri missi. Hetta kann vera av missi, ið er upp­ stað­in knappliga til døm­ is av vanlukku, sjálv­morði, deyðsfalli, ella tá ein kærur doyr eftir langa sjúkra­legu. Ì sorgbólkinum er møgu­ leiki at tosa um sorg­ina og teir trupul­leik­ar í standast av hesum við fólk, ið hava verið úti fyri líknandi sorg og tí ken­na teir trupuleikar og tær kenslur, ið fylgja við missi­num. Ì bólkinum vera upp til 8-9 persónar. Tað er tagn­ar­ skylda í bólkinum. Endamálið við at vera í bólkinum er, at hvør einstakur lærir at liva víð­ari við teimum broyttu lívs­korunum og finnur lívs­gleð­ina og vónina aft-ur, sjálv um sorgin altíð vil vera ein partur av lívinum hjá viðkomandi. Fólk, ið ynskja at koma í bólkin, kunnu fáa eina innleiðandi samrøðu við bólkaleiðararnar við at ring­ ja til teirra. Byrjað verður mánadagin 15. apríl. Foreldur vita at børnini drekka Stovna sorg­bólk fyri vaksin Meginparturin av teimum 13 til 15 ára gomlu drekkur ikki, men nøkur hava smakkað sær á sum 11 ára gomlu ella fyrr Hvør einstakur skal læra at liva víðari við teimum broyttu lívskorunum og finna lívsgleðina og vónina aftur, sjálv um sorgin altíð vil vera ein partur av lívinum hjá viðkomandi at frá­boða til barna­vernd. Bjarta Vilhelm nevnir, hvussu týdningarmikið tað er, at heilsufrøðingarnir fáa betri stundir til dømis til mill­um annað til kanningar og ráðgeving til skúlabørn, at fara á lívsstílsvitjanir at tosa við familjuna um trivna, foreldra­leiklut, alkohol, tubbak, kost og annað . Elektroniskar forðingar Ein afturvendandi trupul­ leiki hjá børnunum er kens­ lan av einsemi, hetta er ein av trupulleikunum børn ofta seta orð á. Orsøkirnar eru sjálvandi nógvar, men ein av trupulleikunum kann verða, at tað eru elek­tron­ iskar forðingar fyri, at tey koma kensluliga í sam­band við foreldrini, tí far­tele­fonir, teldur, Ipad og annað gera, at barnið kenn­ir seg einsamalt, hóast tey eru fysiskt sita við sama borð. Hetta er til dømis viður­skifti, børn kunnu nev­ na og verða hørm um. Bjarta Vilhelm kundi ynskt sær, at meira varð sett av til ta fyribyrgjandi og ráðgevandi arbeiði til skúla­børn, sum hava rætt til eina árliga samrøðu við heilsu­frøðingin, og hava tey tørv á tí, fleiri samtalur, um tíð er til tess. Kanningin vísir týðiligar ábend­ingar um, at tað er al­ neyðugt at fleiri tím­ar verða til fyri­byrgj­andi heilsu­tæn­ ast­ur til skúla­børn. Tað ger støðuna enn truplari og setur enn størri krøv til Gigni, nú skipan­in við skúlalækna ikki er virkin. tar trupulleikunum