týsdagur 16. apríl 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. apríl 2013 · Nr. 43
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
Áki Bertholdsen
– Tølini eru ræðandi!
Tað staðfestir Kristianna
Rein, forkvinna í Diabetis
felagnum í Føroyum.
Diabetis, sum eisini er
kallað tann sníkjandi drep
arin, er vorðin ein rættilig
fólkasjúka.
Mett verður, at í Evropa
hava 35 milliónir fólk fingið
staðfest sjúkuna, men mett
verður somuleiðis, at onnur
30-35 milliónir fólk eru sjúk,
uttan at vita av tí.
Í Norðurlondum hava 1,3
milliónir fólk fingið staðfest
diabetis og mett verður at
líka nógv fólk hava sjúkuna,
uttan at vita av tí.
Í Danmark hava 300.000
fólk fingið staðfest diabetis
og líka nógv ganga við henni,
uttan at vita av tí.
Í Danmark eru 70 nýggir
tilburðir av diabetis – um
dagin. Bara hendan sjúkan,
einsamøll,
kostar
danska
heilsuverkinum 31 milliardir
um árið.
Hvørt ár doyggja heili
3000 danir av diabetis!
6000 føroyingar
Hvussu nógvir føroyingar
hava diabetis, vita vit ikki
reiðiliga, tí tað er ongantíð
kannað.
– Men mett verður, at
einir 3000 føroyingar hava
fingið staðfest sjúkuna og
harafturat eru einir 3000
føroyingar afturat, sum hava
diabetis, uttan at vita av tí.
Samstundis verður mett,
at tað eru einir 250 nýggir til
burðir av diabetis í Føroyum
um árið.
Kristianna Rein sigur, at
tað er ikki so løgið, at fólk
kunnu ganga við diabetis í
áravís, uttan at vita av tí.
– Heilt ofta merkist lítið
og einki, til sjúkuna, so tá ið
hon verður uppdagað, er tað
mangan í sambandi við onkra
fylgissjúku, eitt nú í sambandi
við, at sjónin er viknað, ella at
trupulleikar við hjartanum
og æðrakálking taka seg
upp.
– Men tá hevur sjúkling
urin ofta havt diabetir í eini
seks ella átta ár og hevur
longu fingið varandi mein
av sjúkuni.
Og tað eru nettupp fylgis
sjúkurnar, sum eru tann heilt
stóri vansin við diabetis, tí
tær eru rættiliga álvarsligar.
Forkvinnan í diabetisfel
agnum vísur á, at diabetis er
orsøkin hjá 40% av teimum,
sum hava trupulleikar við
hjartanum og æðrakálking.
Aðrar vanligar fylgissjúkur
eru, at diabetissjúklingar
missa sjónina partvís, ella
heilt, at nýruni ganga fyri
og at sjúklingar missa tær,
ein fót ella ein part av bein
inum.
– Í Danmark vísa tøl, at í
miðal liva diabetissjúklingar
seks ár styttri enn fólk ann
ars.
Kristianna Rein sigur, at
tað í hesum sambandi er tað
ikki bara sjálv sjúkan, sum
ger vart við seg, men tað er
eisini nógv torførari hjá fólki
við diabetis at fáa lívstrygg
ing, tí vandin fyri at doyggja
ov tíðliga, er so stórur.
Hon sigur, at sostatt er
talan um ein ógvuliga stóran
sjúklingabólk og samstundis
er talan um eina sjúku, sum
tað er øll orsøk til at taka í
størsta álvara.
Øvunda okkum
Men er hetta so ein sjúka, vit
í Føroyum taka í størsta álv
ara?
– Í Føroyum eru vit rætt
iliga væl fyri á summum økj
um afturímóti øðrum lond
um, staðfestir Kristianna
Rein.
– Tá ið vit greiða øðrum frá
støðuni í Føroyum, øvunda
tey okkum rættiliga illa, at
føroyskir diabetissjúklingar
hava ókeypis atgongd til
regluliga fótarøkt.
Kristianna Rein sigur, at
ein serligur vandi við diabetis
er, at blóðrenslið til beinini
og føturnar, verður typt og
tað endar mangan við, at tær,
føtur og bein mugu takast.
– Tí hevur reglulig fótarøkt
avbera stóran týdning og eg
ivist onga løtu í, at tað hevur
bjargað mongum undan at
missa ein gongulim.
– Vit hava eisini eina góða
skipan við kommunulækna,
sum eru ókeypis at fara til og
vit hava eina góða skipan við
Heilsutrygd, tí heilivágurin
er ikki dýrur.
Samstundis hava vit ógvu
liga vælvirkandi diabetis
ambolatorium í Suðuroy og í
Klaksvík, sum eisini røkir ein
part í Eysturoy.
Ørkymlandi
Kortini ásannar Kristianna
Rein, at gongdin seinastu tíð
ina ørkymlar tey.
– Vit hava at diabetis
ambolatorium á Landssjúkra
húsinum, sum als ikki upp á
nakran máta nøktar tørvin.
Jens Andreasen, diabetis
lækni, upplýsir, at á diabetis
økinum á Landssjúkrahús
inum arbeiðir ein serlækni í
diabetis, hann sjálvur, tveir
dagar um vikuna, mánadag
og hósdag.
Har arbeiða eisini tveir
sjúkrarøktarfrøðingar niður
setta tíð, men tilsamans er
talan 1,3 starv.
Talan var um hálvtannað
starv, men har varð eisini
skarvað burtur av.
Samstundis var einasti
kostráðgevarin, sum burturav
var til diabetissjúklingar,
sagdur úr starvi.
Tað er eingin, sum ivast í,
at talan var um eitt sparitil
tak og einki annað.
– Eg kann ikki koma til
aðra niðurstøðu, enn at
hetta var ikki ein partur í
eini serliga væl umhugsaðari
ætlan og tað er ørkymlandi
og ger sjúklingarnar ótryggar,
sigur Kristianna Rein.
Mett verður, at einir 3000 føroyingar hava fingið staðfest diabetis, sum
er kallað tann sníkjandi dreparin. Men fryktandi er fyri, at einir 3000
afturat hava sjúkuna, uttan at vita av tí. Kristianna Rein, forkvinna í
diabetisfelagnum í Føroyum, sigur, at tølini eru ræðandi. Í Føroyum er
viðgerðin góð, men gongdin seinastu tíðina ørkymlar okkum, sigur hon
Diabetis er orsøkin
hjá 40% av teimum,
sum hava trupulleikar
við hjartanum og
æðrakálking
Ræðandi
– Tað fáa so nógv fólk diabetis, at tað er ræðandi. Samgongan
hevur sett hol á eina ætlan, sum ikki tykist at vera serliga
væl umhugsað, men sum ætlandi skal bøta um viðgerðina.
Nú er tann stóri spurningur um samgongan eisini vil játta
pening til at seta ætlanina í verk, tí tað kostar pengar,
sigur Kristianna Rein, forkvinna í Diabetisfelag Føroya
Mynd: Álvur Haraldsen
6000 føroyingar
hava ein sníkjandi
drepara