Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-16, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. apríl 2013síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. apríl 2013 · Nr. 43 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Áki Bertholdsen Ósunnur matur skal vera nógv dýrari enn heilsugóður matur. Tað heldur Kristianna Rein, forkvinna í diabetisfelagnum í Føroyum. Netupp ósunnur kostur er ein av stóru syndarunum, nú diabetis vindur so nógv upp á seg, at tað er mestsum vorðin ein fólkasjúka. Men forkvinnan í diabetis­ felagnum heldur, at tað ber væl til at venja fólk at eta betri mat. – Bretar siga, at »Health Is Wealth« ella heilsa er ríki­ dømi. Hon heldur, at vit eiga at byrja við at leggja góðar kost- og livivanar niður í børnini, longu frá barnagarðsaldri og skúlaaldri. Ein máti kundi verið, at drigið livivanar og kost­ vanar beinleiði upp í undir­ vís­ingina. – Og tað skuldi eingin skúli verðið bygdur, sum ikki hevði góðar matstovur, legg­ ur forkvinnan í diabetis­felag­ num í Føroyum afturat. Ymistk mvg Men tað ber eisini væl til at bera so í bandi, at tann heilsu­góði maturin verður nógv bíligari enn tann ósunni maturin. Tað kann gerast við at hava ymiskt mvg á ymsum sløgum av mati, so at tann ósunni maturin verður nógv dýrari enn tann heilsugóði maturin. Hon tekur ikki politikarar fyri fult, tá ið teir siga, at tað ber ikki til at hava ymiskt mvg á ymsum vørum. Sjálv ferðaðist í Fraklandi í tríggjar vikur seinasta summ­ar og har legði hon til merkis, at tað var ymiskt mvg á ymsum vørum. Hvørja ferð eg keypti, stóð á kassaseðlinum, hvat hvør einstøk vøra kostaði og, hvussu nógv mvg var á hvørji ein­astu vøru. Í Fraklandi var 5% í mvg á neyðsynjarvørum, sum fyri ein stóran part matur, á øðr­ um vørum var mvg 15%, men men á øli og rúsdrekka var mvg 24%. Hon sigur, at eisini í Týsk­ landi og øðrum londum er ymiskt mvg á ymsum vørum, so tað er onki spøri í tí. Hon heldur, at tað ber bara at hyggja seg um í handl­unum fyri at ásanna, at tað hevði verið upp á sítt pláss at gjørt okkurt. – Tað er ótrúliga nógvur vánaligur matur at fáa í handlunum. Hon vísir á, at allir handl­ ar hava fullar hillar av kipsi og øðrum av sama slagi og kølidiskarnir eru fullir av soda­vatni og lidnum og hálv­ lidnum rættum. Samstundis kann hon bara geva Snorra Patursson, kost­frøðingi rætt, tá ið hann harmast um, hvussu syrgiligt úrvalið av matier syrgiligt. – Tað er bara at hyggja at teimum barnamatarskráum, matstovur hava til børnini, tí tað er sjáldan annað enn pits­ur sodavatn, ísar og ann­ að líknadi í ovurmát, Kristianna Rein ásannar, at hetta verður kanska eisini ein spurningur um eina hug­ burðsbroyting, tí tað vísir seg, at fólk eru ikki serliga sinnað at rinda nakað serligt fyri nak­að so týdningarmikið, sum matin. – Eg minnist, at pápi mín plaga at siga, at ein fjórðingur av lønini reyk til mat, ein fjórð­ingur fór til rentur og av­drátt, ein fjórðingur til ljós og hita og ein fjórðingar skuldi setast inn. Men nú á døgum brúka fólk bara ein lítlan brotpart av lønini til mat. aki@sosialurin.fo Sunnur matur skal verða bíligari enn ósunnur matur Nógvur matur er so vánaligur, at hann er ikki verdur at eta og tí eiga politikarar at tryggja, at tann heilsigóði maturin verður bíligari Tað verða tvey sløg av diabetis, diabetis 1 og 2. Diabetis 1 er tað, sum fyrr vanliga varð kallað ung­dómsdiabetis. Tað eru ofta ungfólk, sum fáa tað og orsøkin til tað, er, at brisið er heilt hildið uppat at gera insulin. Fáa sjúklingar ikki insu­ lin lutfalsliga skjótt, er sjúk­an deyðilig. Diabetis 1 verður eis­ ini vanliga kallað gamla­ manna­sukursjúka. Tað eru oftast eldri, ella í hvussu so er tilkomin fólk, sum fáa hetta slagi av diabetis. Men tað elvir til órógv, at tey, sum fáa diabetis 2, verða yngri og yngri og aðrastaðni fáa einntá tann­ áringar og børn diabetis 2. Á seturskjaki í Havn í farnu viku, varð upplýst, at yngsti føroyingur, tey vitstu um við diabetis 2, var 21 ára gamal. – Diabetis 2 kemur so sníkjandi og hevur mangan ógvuliga veik, ella slett ongi, sjúkutekin og tí er hon ring at uppdagað, sigur Kristianna Rein. – Av tí, at talan ofta er um eldri og miðaldarlig fólk, geva tey ikki teimum veiku sjúkuteknunum gæt­ ur, men sláa seg til tols við, at hetta eru bara vanlig ellis­brek. Orsøkin til diabetis 2 er, at framleiðslan av insu­lini í brisinum minkar og sam­ stundis versnar insu­lini í dygd og ger tískil minni og minni nyttu. – Tað kunnu væl ganga fleiri ár, áðrenn nakar varn­ ast, at ein sjúklingur hevur diabetis 2, sigur Kristianna Rein. aki@sosialurin.fo Tvey sløg Tað er ótrúliga nógvur vánaligur matur at fáa í handlunum Mynd: Álvur Haraldsen