Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-20, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. juni 2013síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 70 · 21. juni 2013 2 VIKUSKIFTI Tónleikur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Í næstu viku skal avgerðin um, hvar Euro­vision sangkappingin næsta ár skal haldast, takast. Tað er greitt, at kapp­ ing­in verður í Danmark, men síðani danskarar vunnu europeisku kapp­ing­ ina í Malmø, hevur dúliga verið kjakast um, hvar í Danmark europeiska Grand Prixið skal haldast. Danmarks Radio stendur fyri kapp­ ing­ini, og tey hava boðið býum í Dan­ mark at bjóða seg fram til at verða vertur. Tá ið frestin at gera vart við seg var úti nú í vikuni, høvdu fýra býir bjóðað seg fram. Teir eru Keyp­manna­ havn, Herning, Horsens og Fredericia. – Vit eru sera fegin um, at stórur áhugi er fyri at hava Grand Prixið, og nú skulu vit hava samráðingar við teir ymsu kandidatarnar, sigur Pernille Gaardbo, sum er ein av framleiðarunum av Grand Prixnum, við tíðindastovuna hjá Berlingske. Herning ella Parkin Trý støð í Keypmannahavn eru upp á tal – tey eru Parkin, Konsertsalurin hjá Danmarks Radio og B & W bygningarnir á Refhaleoynni. Í Horsens bjóðað tey Fongslið fram, í Herning er tað Boxen, og í Fredericia Margrethe Hallirnar. Veddingarfyritøkurnar eru ikki á ein­um máli um, hvør er favorittur at vinna kapp­renningina um Grand Prixið, men líkt er til, at Boxen í Herning og Parkin í Keypmannahavn eru tvey góð boð. Danmarks Radio hevur seinnu ár­ ini verið í Herning við fleiri stórum til­ tøkum, men Per Zachariassen, sum skal verða sjónvarpsframleiðari av kapp­ ing­ini, hevur havt X Factor finaluna í Parkini. Skjót ikki boð­ beran Redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin Forsíðumynd: Petur Slyne / Mynd: Álvur Haraldsen klumman Inna Törnroos Næsta ár skal Danmark hýsa stóru Grand Prix sangkappingini, og komandi dagarnar skulu fýra býir royna at ávirka avgerðina um, hvar Grand Prixið skal haldast Tá ið pedofilgreinirnar hjá Ekstrabladet komu á gøtuna fyri nøkrum døgum síðani, vóru fólk skjót at døma boðberan – tabloid­ blaðið Ekstrabladet – fyri at verða óseriøst og ikki álítandi. Kann verða at summar tabloidir hava uppiborið hetta (dømi eru brittiska News of the World og føroyska Oyggjatíðindi). Men ger ikki mistakið at skera allar yvir ein kamb. Tabloidirnar eru mangan tann miðil, sum grevur djúpast, har ongin annan torir, og sum prentar teir sannleikar, ið broyta samfelagið til tað betra. Eg eri von at verja tabloidpressuna, tí eg sjálv havi arbeitt fyri bæði Expressen og Aftonbladet, sum eru líknandi Ekstrabladet og BT (tó er svenska tabloidpressan tíbetur frí fyri nakin konufólk). Eitt, sum eg lærdi meg hesi árini, var, at ongin kannar sínar søgur so væl sum tey blaðfólk, sum arbeiða á tabloidinum. Vita tit hví? Jú, tí tey eru von við at fólk seta spurningar við teirra trúvirði. Eg lærdi meg eisini, at yvirskriftir sum »Færøerne – pedofilernas paradis« selja – tí skriva tabloidirnar tað. Eg sigi ikki, at tað er rætt ella serliga seriøst, men tabloidirnar liva av at selja síni bløð, og tá mugu yvir­ skriftirnar verða hvassar, so at lesarin steðgar upp og verður forvitin. Míni ár á tabloidpressuni gjørdust fýra, og tað eru helst árini, tá eg lærdi mest um journalistikk yvirhøvur. Eg eri glað fyri at sleppa frá at forsvara mítt arbeiðspláss dag og dagliga. Men tá týdningarmiklar greinarøðir sum tann í Ekstrabladet koma á breddan, vaknar tann síðan í mær aftur. Tí tabloidirnar eru ikki bara fullar av sex og harðskapi. Tað er kanska tað, sum sæst best, men aftan fyri er nógvur góður journalistikkur, ið avgjørt er verdur at lesa og virða. So segði hann... Fýra býir vilja hava Eurovision – Skalt tú fáa nakað ígjøgnum, so mást tú klára at leggja títt mál soleiðis fram, at tað eisini er til fyrimuns fyri tann politikaran, sum skal taka endaligu avgerðina. Mikkjal Helmsdal, fráfarandi skúlastjóri í Hoydølum Kapping er millum danskar býir um at fáa Eurovision til býin næsta ár