hósdagur 27. juni 2013síða 9
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 28. juni 2013 · Nr. 73
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
1/2 mia
fyri íbind
ingarvegirnar
Tað hevur ljóðað, at danska felagið skuldi
eiga bæði útreiðslur og inntøkur av tunlinum,
og Kári P. Højgaard hevur fleiri ferðir sagt,
at føroyski skattgjaldarin ikki skal rinda eina
krónu.
Men sambært tølum úr Innlendismálaráðnum,
fara íbindingarvegirnir fara at kosta landinum
útvið eina hálva milliard krónur.
Ein hálv milliard skal sostatt rindast úr
landskassanum, fyri at privata felagið skal
kunna forvinna yvir 100 milliónir árliga næstu
30 árini.
Lukrativ
avtala
Sum skilst setir CIP 300 milliónir í verk
ætlanina, og so verður restin fíggjað við
lántøku. Men felagið krevur at fáa 9,8 % í
árligum avkasti av allari upphæddini, sum
verður mett at verða 1,2 milliard. Avkastið
verður sostatt yvir 100 mió árið - ella 10
milliónir um mánaðin.
Skuldi felagið ikki fingið væntaða avkastið eftir
fyrstu 30 árini, kann áramálið leingjast við 5
árum í senn upp til 20 ár afturat - altso 50 ár
tilsamans.
Fyri at fingið eitt líknandi avkast aðrastaðni,
kundi danska pensjónsfelagið sett pengar í
partabrøv. Tá kundi tað leysliga mett fingið
millum 5-10% eftir nógv ár. Tað er tó ofta
stórur váði knýttur at partabrøvum - nógv størri
enn váðin við at seta pengarnar í føroyska
tunnilin.
Ein triði møguleiki er at seta pengarnar í obliga
tiónir, sum verður mett at vera ein trygg íløga,
men har hevði avkastið helst verið undir 5%.
At seta pengarnar í Skálafjarðartunnilin við
knøppum 10% í avkasti árliga, má tí metast
vera sera lukrativt.
Í Vága- og Norðoyatunlinum er málið, at teir sum
skjótast skulu rindast aftur, so at prísurin at koyra
ígjøgnum kann niðurlagast og enda á 0,-.
Aðalendamálið við privata tunnlinum er beint
øvugt - at fáa so stórt avkast og tjena so nógvar
pengar sum gjørligt, áðrenn landið yvirtekur
tunnilin.
Tískil er sannlíkt, at prísirnir fara at liggja á eini
legu, har flest møguligir bilar koyra ígjøgnum fyri
hægst møguligan prís.
Privata felagið vil sjálvsagt hava so lítið slit
í tunlinum sum møguligt. Tað ræður um at fáa
sum mest av avkasti við sum minst av ferðslu - at
liggja beint undir pínumarkinum, so at siga. Um
prísurin t.d. fer úr 70 upp í 100 krónur, og tað
merkir at 30 % færri koyra ígjøgnum - so ger
felagið tað.
Sum skilst hevur Innlendismálaráðið í
sáttmálanum fráskrivað sær alla ávirkan á, hvussu
prísirnir verða settir.
50 ár við høgum prísum
•
fær løgtingið ikki alt at vita um øko
nomisku aspektini av sáttmálanum. Sjálvt
ikki, tá sáttmálin er undirskrivaður.
•
frásigur landið sær í sáttmálanum allar
møguleikar at broyta fortreytirnar, sum nú
liggja til grund fyri tunnilsgerðini. Tað kann
millum annað merkja, at løgtingið komandi
30 árini ikki kann gera nakrar broytingar,
sum kunnu tykjast kappingaravlagani.
•
verða bara danskir entreprenørar við
danskari arbeiðsmegi nýttir til tunnils
gerðina. Avtala er longu gjørd um hetta. So
statt verður føroysk servitan og arbeiðsmegi
hildin uttanfyri.
•
er ivasamt, um talan hevur verið um
veruliga útbjóðing, sum tað skuldi vera,
tí advokaturin, sum hevur umboðað danska
felagið bara hevur leitað eftir íleggjarum
í Danmark. Sum skilst bjóðaði hann undir
tíggju feløgum at vera við. og bara eitt felag
sýndi áhuga - tó við teirri treyt, at tað fekk
einarætt til verkætlanina.
•
hevur umsitingin í Innlendismálaráðnum
sjálv - umvegis eitt advokatvirki í Dan
mark -samráðst um sáttmálan. Tað er
undrunarvert, tí vanligt er, at umsitingin
og landsstýrismaðurin hava eftirlit við
arbeiðinum, og at tey, sum samráðast,
standa til svars fyri umsitingini og
landsstýrismanninum. Av tí, at umsitingin
og landssýrismaðurin sjálvi hava funnið ein
advokat at forhandla teirra vegna, hevur
eingin eftirlitsmyndugleiki verið í málinum.
•
er breið semja millum politikarar, fak
bólkar og serkunnleikan á økinum um, at
landstýrismaðurin hevur handfarið málið á
óhepnan hátt. Tað, at alt eftir ætlan skuldi
koyrast ígjøgnum - uttanum bæði løgting,
landsstýrið og almenningin - hevur skapt
stóra órógv.
•
hevði tað verið munandi lættari at fíggjað
aðrar tunlar, um Skálafjarðartunnilin varð
gjørdur av tí almenna.
Sum skilst:
skálafjarðartunnilin
Vandin fyri, at Føroyar
verða avtoftaðar næstu
10-20 árini er eitt
argument fyri, at váðin
við íløguni er so stórur