hósdagur 27. juni 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. juni 2013 · Nr. 73
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
skálafjarðartunnilin
Jón Brian Hvidtfeldt
- Sum útgangsstøði er Skála
fjarðartunniln ein áhuga
verd íløga fyri okkum. Tað
siga Finn Danberg og Jan
Jacobsen, ávíkavist nevnd
arformaður og stjóri í Føroya
Lívstrygging, sum fylgja væl
við gongdini við Skálafjarð
artunnlinum.
Ikki so løgið, tá LÍV eigur
fleiri innfalsvinklar í størstu
íløgu í infrakervið.
Fyri sjey árum síðani var
Føroya Lívstrygging við til
at stovna P/F Skálafjarðar
tunnilin saman við Kaup
thing Banka. LÍV hevur
um dagarnar keypt helvt
ina av partabrøvunum frá
Eik Banka fyri eina loyni
liga upphædd, og eigur nú
einsamælt P/F Skálafjarðar
tunnilin.
- Hetta er gjørt fyri at
maximera virðið á okkaa
íløgu, ljóðar heldur tekniska
svarið frá Jan Jacobsen.
Sambært stjóranum ligg
ur P/F Skálafjarðartunnil
in inni við data, sum kunnu
gerast sera áhugaverd í somu
løtu arbeiðið við Skálafjarð
artunnlinum fer ígongd.
- Talan er um seismisk data
um jarðfrøðina í økinum, har
tunnilin skal borast. Data, ið
minimera váðan við at gera
tunnilin, sigur Jan Jacobsen.
Spurdur, um P/F Skála
fjarðartunnilin við sínum
kanningum hevur funnið ta
bestu linjuføringina, sigur
Jan Jacobsen:
- Tey geva eina góða hyll
ing.
Hvørji data mangla?
- Talan er um smærri
kanningar, ið skulu gerast
afturat. Mest preciseringar
av verandi data, sigur Jan
Jacobsen.
Um orsøkina at keypa
helvtina hjá Eik Banka í P/F
Skálafjarðartunnilin,
siga
nevndarformaðurin og stjór
in í LÍV sum við ein munn, at
tað er fyri at tryggja íløguna.
Við at selja felagið ella við
at fara aktivt inn í tunnils
projektið?
- Tað primera fyri okkum
er, at fáa okkurt burturúr,
svarar Jan Jacobsen stutt.
Stjórin leggur tó aftur
at, at LÍV ongantíð verður
ein primus motor í Skála
fjarðartunnlinum. Til tað er
verkætlanin ov stór.
Áhugaverd íløga
Afturi í 2006 var LÍV aktivt
inni
í
tunnilsprojektinum,
saman við Kaupthing Banka,
ið seinni bleiv yvirtikin av Eik
Banka. Partapeningurin var
upprunaliga seks milliónir
krónur, men er í nøkrum um
førum hækkaður upp í 11,8
milliónir krónur. Sum longu
nevnt vil LÍV ikki upplýsa,
hvat felagið hevur goldið fyri
partabrøvini frá Eik Banka.
Sosialurin veit, at stjórin
fyri LÍV um dagarnar hevur
verið á fundi við umboð fyri
Copenhagen Infrastructure
Partners (CIP) og Innlendis
málaráðið.
- Hatta havi eg onga við
merking til, sigur Jan Jacob
sen.
Heldur
ikki
nevndar
formaðurin, Finn Danberg,
hevur nakra viðmerking til
fundarvirksemi millum LÍV
og CIP.
Báðir greiða teir tó frá, at
sum útgangsstøði er ætlanin
við Skálafjarðartunnlinum
framvegis
ein
áhugaverd
íløga fyri LÍV.
Finn
Danberg
vísir
í
sama viðfangi á reglurnar
um váðaspjaðing, ið Føroya
Lívstrygging arbeiðir eftir.
- Yvirskipað kanst tú siga,
at vit placera ongantíð meira
enn eitt lítið, eitt siffrað pro
senttal av samlaðu aktivu
num hjá okkum sama stað,
sigur Finn Danberg.
Samlaðu aktivini hjá Før
oya Lívstrygging liggja um
fýra milliardir krónur.
Nevndarformaðurin
Ingi Højgaard hevur verið
nevndarformaður
í
P/F
Skálafjarðartunnilin
síðan
felagið var stovnað í 2006.
Nú hevur advokaturin eisini
sett seg í stjórasessin í nýggja
tunnilsfelagnum,
Faroese
Infrastructure, sum Copen
hagen Infrastructure hevur
stovnað við 500.000 krónum
í partapeningi.
Hvørki stjóri ella nevnd
arformaður í P/F Føroya
Lívstrygging vilja gera við
merkingar til, hví Ingi Høj
gaard nú eisini er stjóri í
Copenhagen Infrastructure.
Sama ger seg galdandi
fyri høvuðspersónin sjálvan.
Ingi Højgaard vil ikki so
frætt sum gera viðmerkingar
til, hvør hansara leiklutur er
sum stjóri fyri Faroese Infra
structure. Ikki fyrr enn vit
lesa upp viðtøkurnar fyri
felagið, sigur stjórin knapp
ur, at hann sjálvandi arbeiðir
fyri áhugamálini hjá felag
num.
Sambært
viðtøkunum
er endamálið við Faroese
Infrastructure
at
”gera,
fíggja, viðlíkahalda og reka
tunnilsarbeiði undir Skála
fjørð og Tangafjørð í Føroy
um og annað virksemi í hes
um sambandi.”
Hóast
viðmerkingarnar
eru millum lítlar og ongar, so
stendur eftir, at sami maður
situr í lyklapositión – bæði í
P/F Skálafjarðartunnilin og
P/F Faroese Infrastructure.
LÍV liggur framvið
Føroya Lívstrygging fylgir neyvt tunnilsmálinum. Sum einsamallur eigari av
P/F Skálafjarðartunnilin situr LÍV inni við jarðfrøðiligum data um tunnilin
og linjuføring, felagið er væl kunnað um fíggjarligu konstruktiónina, og við
Inga Højgaard í stjórasessinum í P/F Faroese Infrastructure hevur Føroya
Lívstrygging ein mann við borðið, um privata verkætlanin gerst veruleiki
Ingi Højgaard hevur verið nevndarformaður í P/F Skála
fjarðartunnilin síðan felagið var stovnað í 2006