Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. mai 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 33 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 84 - 4. mai 2004 Nr. 84 - 4. mai 2004 9 Norsk Hydro hevur 100 ár á baki og 172 milliardir krónur í árligum umsetningi – og størri leiklut enn nakað annað felag í moderniseringini av Noreg. ORKA Búi Tyril tyril@PRnewsMedia.com Fáar fyritøkur er meira um- boðandi og grundleggjandi fyri norskt vinnulívi enn Hydro. Felagið er líka gam- alt sum tann norski staturin og hevur stóran leiklut í so at siga allari moderniser- ingini av Noregi. Tað byrjaði við ídnaðar- ligari framleiðslu av hand- ilstøðum; síðani var tað orka úr norskum fossum og annað slóðbrótandi vís- indaligt og tøknifrøðiligt arbeiði sum aftur við svenskum, fronskum og týskum kapitali gjørdi Hydro til eitt altjóða ídnað- arvirki. Aftan á nøkur ár við kreppum, niðurgangstíðum og tveimum oyðandi heimskríggjum, gjørdist Hydro ein enn størri fram- leiðari av plantuføðslu og fór so smátt undir at fram- leiða løtt metall eisini. Samstundis fór felagið upp í kolvetnis og petrokemisk- an ídnað. Seint í 1970unum vaks Hydro nógv, ikki minst gjøgnum uppkeyp av øðrum feløgum í Noreg og aðrastaðni. Við ábyrgd sum operatørur á Oseberg felt- inum kom felagið inn á eitt nýtt menningarstig sum oljufelag. Hydro yvirtók ÅSV og stovnaði Hydro Aluminium og umsetn- ingurin fleirfaldaðist. Fe- lagið internationaliseraðist samstundis í stóran stíl: í byrjanini av 1980unum vóru 75 prosent av arbeiðs- kraftini norsk; tíggju ár seinni eru hesi færri enn 50 prosent. Tey seinastu tíggju árini er Hydro vorðið enn meira internationalt. Europa er framvegis tann størsti marknaðurin men vøkstur- in er stórur í Asia og Amerika. Inntøkurnar hava verið góðar frá væl eydnað- um olju- og gassprojektum, og felagið hevur engagerað seg í kolvetni í millum annað Russlandi, Kanada og Angola. Virksemið er vorðið konsentrerað um vinnuøkini Olju og Orku, Aluminium, og Landbúnað. Aftan á yvirtøkuna av týska metallrisanum VAW er Aluminium nú størsta vinnuøki. Norsk Hydro telist ídag millum heimsins fremstu framleiðarar av olju og gassi í havumhvørvi. Felag- ið er leiðandi innan orku og aluminium, við virksemi í 40 londum. Hydro er heim- sins triðstørsti veitari av aluminium og verður rokn- að sum ein týðandi aktørur tá tað snýr seg um menning av endurnýggiligum orku- keldum. Tann norski stat- urin er størsti einstaki eig- ari men situr tó ikki á meirilutanum av parta- brøvunum. Umsetningurin í 2003 var 172 milliardir norskar krónur, harav góðar 10 milliardir í avlopi. Hydro hevur góð 44.000 fólk í starvi. ‘Shaping the energy future’ er høvuðsevni á tí stóru altjóða olju- stevnuni ONS 2004 í Stavanger í august – ein stevna ið gevur føroyingum høvi at knýta týðandi kon- taktir innan olju og gass, ikki minst gjøgnum higartil væl eydnað føroysk mentanarlig innsløg. FRÁLANDAVINNA Búi Tyril tyril@PRnewsMedia.com Fyrireikingarnar til olju- stevnuna ONS 2004 eru komnar væl áleiðis og framsýningar básarnir eru meira ella minni útseldir, upplýsir leiðslan fyri Off- shore Northern Seas. Tað stóra temaið fyri stevnuna í Stavanger 24-27. august ber heitið ‘Shaping the energy future’ og høvuðs- røðarin kemur frá hægsta toppinum í Shell, upplýsir Kjell Ursin-Smith, stjóri í ONS Grunninum. »Vit hava altíð fokuserað á nýggja tøknifrøði og framsýningin í ár fer at undirstrika hetta enn meira,« segði Kjell Ursin- Smith fyrst í apríl við ein bólk av altjóða pressufólki ið vóru boðin til Noregs at fáa kunning um ONS 2004. Saman við einari messu annaðhvørt ár í Aberdeen og einari á hvørjum ári í Houston, er ONS heimsins einasta stóra, regluliga hildna stevna fyri altjóða olju- og gassvinnuna. ONS framsýningin og ráðstevn- an setir annaðhvørt ár, aftur við einari mentanarligari ONS Festival, eitt serligt lív í tann norska oljuvinnu høvuðsstaðin Stavanger. Fyri eina spírandi føroyska oljuvinnu gevur alt hetta heilt serlig høvi til at knýta týðandi sambond, meinar Kjell Ursin-Smith. Kjell Ursin-Smith kundi upplýsa at ein nýggjur heiðursprísur fyri meðal- stórar og smærri fyritøkur er lagdur aftur at tí kendu ‘innovatións virðislønini’ og fleiri virkir hava longu fingið skrásett síni luttak- andi verkevni. Millum lut- takararnar teljast fyritøkur ið skulu sýna fram í In- novatións Parkini, eitt nýtt tiltak undir ONS 2004 har tilsamans 25 smærri og størri fyritøkur, ið hava tað til felags at tær leggja stór- an dent á innovatión ella unik produkt, saman fara at skapa eina ‘high-tech park’ á framsýningar økinum. »Vit vænta okkum nógv av hesari parkini,« helt Kjell Ursin-Smith fram. »Hon man fara at verða samtaluevni hjá mongum vitjandi.« Við Rio undir lið Ráðstevnan á ONS 2004 skal seta gass og europeiskt trot á orku í brennidepilin. Onnur framstandandi evni á skránni eru nýggj tøkni- frøði fyri meira effektiva útvinning, herundir ikki minst hugtakið ‘e-felt’ ella á eingilskum ‘e-field’ ið snýr seg um at gagnnýta samskifti og tøknifrøði optimalt í sambandi við samskipan av arbeiði úti á feltunum. Høvuðstalarin verður Jeroen van der Veer, nevnd- arformaður fyri Royal Dutch/Shell bólkin. Hann skal seta ráðstevnuna við einari røðu um geopolitisk viðurskifti innan olju og gass fyri síðani at taka lut í einum panel orðaskifti. Millum hini í panelinum, við Colin Moynihan lordi sum orðstýrara, teljast Klaus Töpfer, Sameindu Tjóða vara aðalskrivari, og Eivind Reiten, forseti og hægsti executive leiðari í Norsk Hydro ASA. Ein annar serligur inni- haldspartur av ONS 2004 verður Young Professional Company Award, ein kapp- ing millum bólkar av ung- um yrkisfólkum um at gera mest sannførandi fram- løgur viðvíkjandi týðandi eyðkennum í gongdini sum heild og teimum stóru av- bjóðingunum í ídnaðinum. »Vit fylgja upp okkara suksess frá 2002,« við- merkti ein væl upplagdur Kjell Ursin-Smith. ONS Festivalin er ein av teimum pørtum ið ger ONS til eina unika stevnu. Í ár kunnu tey mongu vitjandi uppliva eitt sindur av seks spennandi havnabýum við atknýti til frálanda olju- vinnu, nevniliga okkara egnu Tórshavn, brasilska Rio de Janeiro, spanska Bilbao, italska Ravenna, og norsku Florø og Kristian- sand. Hvørt kvøld skulu leiðandi norskir og altjóða artistar framføra á tí stóra pallinum við havnalagið. »Sum vant fara vit at geva okkara gestum eitt serstakt høvi til at møta spennandi kontaktum undir ONS,« legði Kjell Ursin- Smith afturat. Týðandi sambond Tvær ferðir áður hava inn- sløg úr Føroyum verið mill- um attraktiónirnar á ONS Festival, og í ár luttaka før- oyingar soleiðis fyri triðju ferð. Sum skilst skulu Eivør Pálsdóttir og Kristian Blak framføra føroyskan tónleik meðan sluppin Norðlýsið skal seta dám á í havna- lagnum og Birgir Enni skal vísa upp hvør dugur er í føroyskari matgerð, nakað ið eftir øllum at døma tók fólk í Stavanger á bóli fyri tveimum árum síðani. »Tað hevur verið til gleði og inspiratión fyri okkum at hava luttakarar úr Føroy- Skjótt verður skrúvað upp fyri tí heita gass- inum gjøgnum rør- leiðingar úr tí kalda Norska Havinum suð- ur til Bretlands og seinni eisini fastlands Europa - í einari risa íløgu fyri 66 milli- ardir krónur ORKA Búi Tyril tyril@PRnewsMedia.com Noreg er meira enn heim- sins triðstørsti útflytari av olju; um fá ár verður landið eisini triðstørsti útflytari av gassi. Hetta verður úrslitið av einari 66 milliardir krón- ur verkætlan við tað risa- stóra gassfeltið ‘Ormen Lange’ út fyri norsku norð- urvestur strondina, við gassleiðingum til reinsiverk á landi; úr Nyhamna skal heimsins størsta undirsjóv- ar rørleiðing, ‘Langeled’ leggjast 1200 kilometrar suður til Easington í Eng- landi. Í oktober 2007 skal gass- ið eftir ætlan streyma inn á bretska marknaðin og uppfylla umleið ein fimta- part av tí samlaða tørvinum hjá bretum hvat húsarhalds hita og aðrari gassdrivnari orku viðvíkur. Sambært Norsk Hydro, ið stendur sum operatørur fyri verk- ætlanina fram til fram- leiðslu tá ið Shell so tekur við, kann gassið frá Ormen Lange geva umleið 10 milliónum bretum hita í upp til 40 ár. Ormen Lange er næst- størsta gassfelt funnið í Noreg; tað liggur í Norska Havinum og strekkir seg einar 100 kilometrar fram við tí norsku strondini. Havdýpið í umráðnum liggur millum 850 og 1100 metrar og hetta ger Ormen Lange til fyrstu veruligu út- bygging í Noreg á so djúpum vatni. Tær útvinn- ingsbaru mongdirnar av gassi í feltinum eru mettar til umleið 400 milliardir kubikkmetrar og 28,5 milli- ónir kubikkmetrar av kon- densati. Nyhamna, við norsku vesturstrondina, er valt sum pláss fyri eitt reinsiverk á landi; haðani skal gassið útflytast gjøg- num eina nýggja rørleiðing via Sleipner boripallin í Norðsjónum til Easington við ta eingilsku eystur- strondina. Sleipner skal virka sum eitt knútpunkt fyri rørleiðingina, og seinni er ætlanin at binda bein- leiðis í europeiska megin- landið. 1.000.000 tons stál Aftan á at Stórtingið beint fyri páskir einmælt sam- tykti at góðkenna Ormen Lange loyvið og ta tilhoyr- andi Langeled samstarvs verkætlanina, hevur Hydro sum operatørur latið norska Kolvetnis- og Orkumála- ráðnum ‘Ætlanina fyri Menning og Rakstur’ (PDO) ið viðvíkur menning av feltinum, og ‘Ætlanina fyri Installatión og Rakstur’ (PIO) ið viðvíkur flutnings- skipanina. Ætlanin fyri Menning og Rakstur (PDO) inniheldur tvær høvuðs verkætlanir: eina frálanda framleiðslu skipan og eitt reinsiverk á landi. Ætlanin fyri Installa- tión og Rakstur (PIO) inni- heldur í høvuðsheitum eina norðaru rørleiðing, 42 tumma diametur, frá Ny- hamna til Sleipnir pallin; undirsjóvar ventilstøð við Sleipner økið og útbygg- ingar av Sleipner pallinum; og eina syðru rørleiðing, 44 tumma diametur, frá Sleipner til Easington; mót- tøkustøð Easington. Hydro sum fann gass- feltið Ormen Lange í 1997 fer nú í holt við at byggja undirsjóvar brunnar og rør- leiðingar á feltinum. Undir- sjóvar loysnin hjá Hydro verður væntandi ein míla- steyri í tí tøknifrøðiligu menningini innan norskan olju- og gassídnað, og tá tað enorma gassfeltið fer í framleiðslu um trý ár, skal einki síggjast til nakað oman fyri vatnskorpuna. »Okkara satsing upp á innovatión og umhvørvis vinarliga útvinning av náttúru tilfeingi gevur okk- um eina skyldu at loysa hesar avbjóðingar upp á best møguliga máta,« segði Bengt Lie Hansen, stjóri fyri Hydro Utforskning og Produksjon Norge. »Verkætlanin og rakstur- in verða lagað eftir høgum krøvum um heilsu, um- hvørvi og trygd… Bygg- ingin av reinsiverkum, rør- leiðingum og terminalum skal eftir ætlan í gongd nú í vár. Process anleggini hjá Ormen Lange koma at reinsa einar 20 milliardir kubikkmetrar av gassi um árið - hetta mótsvarar um- leið ta árligu orkunýtsluna hjá øllum Noreg. Bygging- in av rørleiðingunum fer at krevja eina millión tons av stáli og fer at leggja hald á ein stóran part av heimsins samlaða kapaciteti fyri framleiðslu og montering av rørleiðingum.« Tann óviðgjørdi brunn- streymurin frá Ormen Lange skal fyrst førast í land til Nyhamna í tveim- um 120-kilometur longum 30 tumma rørleiðingum. Á landi verður gassið so processað og gjørt klárt til útflutnings fyri síðani at verða leitt suðureftir gjøg- num Langeled undirsjóvar rørleiðingina. Arbeiði til 16.000 Eitt er støddin og tað bú- skaparliga umfangið av verkætlanini; eitt annað tær tøkniligu og jarðfrøðiligu avbjóðingarnar. At byggja 24 brunnhøvd ið frá hav- botninum ein kilometur undir vatnskorpuni skulu knýtast í rørini inn á land, krevur framkomna undir- sjóvar robott tøknifrøði. Hartil kemur at tempera- tururin á hesum havdýpi liggur niðan fyri frost- markið, hvat ið kann elva til at íspettir myndast sum kunnu blokkera flotið í rør- leiðingunum um fram- leiðslan skuldi steðga á. Tí er tað avgerandi at tryggja gott flot í rørleiðingunum, og hetta vil Hydro loysa gjøgnum at áhaldandi til- føra frostvætu við brunn- høvdini, soleiðis at streym- urin frá brunninum ikki frystir til. Frostvætan verð- ur so skild úr aftur í reinsi- verkinum og brúkt umaftur uppi á landi. Enn ein avbjóðing liggur í landslagnum á havbotnin- um har nógvir heyggjar reisa seg 30-60 metrar upp frá og gera botnin ójavnan. Rørleiðingin má leggjast gjøgnum hesi landsløg so- leiðis at tey fríu rørspennini ikki gerast ov long - annars uppstanda óynsktar risting- ar; tað ræður samstundis um at ansa eftir at tey ikki eru í vanda fyri at koma føst í trol ella annan fiski- reiðskap. Síðani hevur hetta sera veðurringa um- ráðið eisini nakrar av heim- sins harðastu undirsjóvar streymum. Og so mugu rør- leiðingarnar eisini leggjast um eitt 300 metrar høgt og steyrrætt undirsjóvar berg. Bengt Lie Hansen, sum eisini er formaður í stýris- nevndini fyri partnara- skapið kring Ormen Lange, duldi ikki fyri sínari frøi tá hann fyrr í apríl kundi handa tí norska ráðharran- um fyri olju og orku, Einar Steensnæs, Ætlanina fyri Menning og Rakstur (PDO) og Ætlanina fyri Installa- tión og Rakstur (PIO). »Tað kennist stórt at kunna levera ætlanirnar vit hava arbeitt við so leingi,« viðmerkti hann. »Vit hava arbeitt grundliga fyri at skjalprógva at loysnin við at fyrst senda gassið upp á land til processing og klár- gering til útflutning er ein burðardygg og álítandi loysn. Vit eru glað fyri at eitt samlað partnaraskap hevur váttað at ætlanirnar eru haldførar og útgera eitt gott grundarlag fyri íløguna upp á 66 milliardir krónur.« Partnarar í Ormen Lange eru Hydro (útbyggingar fasu operatørur), Shell (rakstrar fasu operatørur), Petoro, Statoil, BP og Exxon Mobil. Langeled samstarvs verkætlanin, við luttøku av somu feløgum umframt ConocoPhillips og Gassco, hevur til endamáls at byggja, reka og eiga flutn- ingsskipanina millum Ny- hamna og Easington. Langeled flutningsskip-an- in bestendur av einari rør- leiðing upp á umleið 1200 kilometrar tilsamans og verður harvið heimsins longsta undirsjóvar gass- leiðing. »Ormen Lange fer at økja norskan útflutning av gassi við 25 prosentum til meira enn 100 milliardir kubikkmetrar um árið og fer at gera Noreg til trið- størsta gass útflytara í heiminum,« staðfesti Bengt Lie Hansen. »Útbyggingin er størsta einstaka projekt í Noreg og umboðar ein munandi part av øllum frálanda íløgum í Noreg tey komandi fýra árini. So mikið sum 16.000 fólk fara beinleiðis og óbeinleiðis at arbeiða við útbyggingini.« Frá Orminum Langa gongur heim- sins longsta undirsjóvar rørleiðing um á ONS,« viðmerkti Kjell Ursin-Smith víðari. »Fyrst við egnum bási á okkara framsýning og seinni eisini sum luttakarar við egnari pavillion á festi- valini hjá okkum. Soleiðis sum eg síggi tað hevur tann mátin føroyingar hava luttikið uppá givið bæði teimum og okkum nógv.« »ONS er ein framsýning við 1200 altjóða framsýn- ar-um, harav 60 prosent koma úr øðrum londum enn Noreg. Vit eru einasta fram-sýning í heiminum ið hevur øll tey stóru oljufeløgini við sum framsýnarar og tað eigur tí at vera serstakliga áhugavert fyri bæði før- oyskar fyritøkur og før- oyskar myndugleikar at vera til staðar. Her er høvi at møta teimum røttu fólkunum í okkara vinnu. Tá ið føroysk felt einarferð í framtíðini fara at verða útnevnd sum rakstrarverd, eru tær røttu kontaktirnar longu har gjøgnum luttøku á ONS.« »Eg ivist heldur ikki í at øll tey sambond sum eru etablerað á politiskum stigi, bæði landspolitiskt og á kommunalum stigi, fara at hava týdning í fram- tíðini.« »Føroyar hava harafturat verið ein partur av Festival- ini. Eg var sjálvur ofta í tjaldinum hjá føroyingum fyri tveimum árum síðani og har uddi við fólki. Fólk ið ynskja meira kunning um tykkara undursama land, og sum gjøgnum mat og drekka og serlig føroysk produkt sum ullvørur, glas og steinvørur, fingu ein smakk av tí føroyska. Fyri ikki at gloyma tey ment- anarligu innsløgini - vit gleða okkum serstakliga nógv til at hoyra Eivør Pálsdóttir og Kristian Blak.« Høvi til stór sambond í oljuvinnuni Kjell Ursin-Smith, stjóri í ONS Grunninum. Foto: Maria Olsen / PRnewsMedia.com So norskt sum norskt kann vera Tore Torvund, Executive Vice President, Norsk Hydro ASA. Foto: Maria Olsen / PRnewsMedia.com Bengt Lie Hansen, stjóri fyri Hydro Utforskning og Produksjon Norge og formaður í stýrisnevndini fyri partnaraskapið kring Ormen Lange, undir einum borðhaldi saman við altjóða pressufólki. Foto: Maria Olsen / PRnewsMedia.com Tekning yvir undirsjóvar útbyggingarnar av Ormen Lange gassfeltinum í Norska Havinum. Grafikkur: Norsk Hydro C M Y K 9 8