Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. mai 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 33 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 85 - 5. mai 2004 Nr. 85 - 5. mai 2004 9 13 ungir føroyingar, sum eru næmingar á Linieskolen, standa í fremstu røð, tá Fríð- rikur krúnprinsur og Mary Donaldson 14. mai geva hvør øðrum sítt »ja« Á HÚSARHALDS- SKÚLA Teir ungu føroyingarnir, sum sleppa at standa í fremstu røð, tá kongiliga karetin koyrir gjøgnum Keypmannahavnargøtur við nýgifta krúnprinsapar- inum, eru: Mary Thorhalsdóttir, Lis Christophersen Hansen, Kristina Thastrup úr Vest- manna, Elsebeth Davidsen og Barbara Jensen úr Sør- vági - Elsa F. Helmsdag og Sunneva Maria Johannesen úr Tórshavn - Carla Martha Josenius og Randi Djurhuus fra Norðragøta - Ingibjørg Svabo Samuelsen og Vanja S. Jacobsen úr Sandavági og Guðrið S. R. Poulsen úr Miðvági og Durita Dahl Andreassen fra Hoyvik. Orsøkin er hendan: Linieskolen í Hadsten, sum er ein húsarhaldsskúli, hevur í ár nógvar næmingar úr Føroyum. Finn Wehner, sum er leiðari á Linieskolen var skjótur, tá brúdleypið varð dagfest og almanna- kunngjørt. Hann tók bein- anvegin telefonina og ringdi til Københavns Vandrerhjem og bílegði 70 pláss til næmingar og lær- arar. – Tey á vallaraheiminum høvdu ikki frætt tíðindini, tá vit ringdu, sgiur Finn Wehner.Men tey fingu úr at gera. – Dagin eftir skiltu tey betur, hví hetta var so um- ráðandi fyri meg. Tey blivu tá niðurkimað av fólki, ið vildu leiga seg inn á vall- araheimið. Men tíverri. Tey fyrstu 70 plássini vóru upp- tikin av Linieskolen, sigur Finn Wehner. Fyrireikað upp á alt Næmingarnir fara til Keyp- mannahavnar hósdagin 13. mai og verða har til leygar- dag. seinnapartin fríggja- dagin 14. mai stilla tey seg har, sum kongaliga karetin skal koyra framvið. Tey skulu njóta stemningin og vóna fyrst og fremst at sleppa at síggja Fríðrik og Mary. Umframt kongaliga brúdleypið, so skulu tey eisini vitja Experimentar- ium, Lousiana, Botanisk Have, Bakkan og ymiskt annað, sum er áhugavert í danska høvuðsstaðnum. Næmingarnir eru væl fyrireikaðir. Í ein mánað hava felagstímarnir snúð seg um høvuðsstaðin. Eis- ini brúdleypið hevur givið íblástur til undirvísingina. Næmingarnir hava júst – í sambandi við royala trú- lovilsið – fyrr í skúlaárin- um havt tema um Avstrália og heimaoyggj Mary, Tas- mania. Aboriginals og krúnprinsessur úr Føroyum Tveir føroyskir næmingar, Una Viviana Siggertsdóttir Nielsen úr vestmanna og Carla Martha Josenius úr Norðragøtu vóru i sam- bandi við Avstráliaevnið fyrr í ár umskapað til abo- riginals frá heimlandinum hjá komandi krúnprin- sessuni. Hvussu vakrar tær vóru, sæst á www.linieskolen.dk somuleiðis fekk Barbara Jensen úr Sørvági stóru æruna at verða umskapt til Mary, krúnprinsessu, í ein dag – ein leiklut, ið hóskaði henni sera væl so meinlík hon var krúnprinsessuni. Næmingarnir eru væl fyrireikaðir at fara til Keyp- mannahavnar at uppliva prinsabrúdleypið. Í ein mánað hava felagstímarnir snúð seg um høvuðsstaðin. Eisini brúdleypið hevur givið íblástur til undirvís- ingina. Næmingarnir hava júst – í sambandi við royala trúlovilsið – fyrr í skúla- árinum havt tema um Avstrália og heimaoyggj Mary, Tasmania. Ungir føroyingar í brúdleyp hjá Fríðriki og Mary Størsta bilastevnan í Klaksvík nakrantíð verður hildin kom- andi vikuskiftið. Framsýningin er opin leygardagin 8. og sunnudagin 9. mai, báðar dagar frá kl. 15–21 TÍÐINDASKRIV Umframt at bilar verða sýndir fram í KÍ-høllini, verður eisini sýnt fram í Ósá-skúlanum. 8 bilasølur eru við í ár, og eru tær hesar: Berg Motors, Reyni Service, Ivan Johansen, Eyðbjørn Hansen, Mein- hardt Arge, Esmar Simon- sen, Norðbil og Nordcar. Umframt hetta hevur Før- oya Banki og Trygd ein stand á sýningini. Í sambandi við bilastevn- una hevur Føroya MC framsýning av motorsúkkl- um í nýístandsetta Logn- brá, har eisini Carstyling Føroya vísir fram prýðis- lutir til bilar. Nýggja restaurantin hjá KÍ er eisini opin ímeðan stevnan er opin. Um veðrið verður til vildar, kunnu fólk fáa møguleika at keypa sær bakseturtúrar á motor- súkklu, eins og skipað verður fyri motorsúkklu- koyring fyri børnum. Eisini fer Føroya MC at selja ymiskar fjepparalutir og fotomyndir í Lognbrá, har eisini motorsúkklufilmir verða vístir. Við skýlið verður eitt sjó- rænaraskip og karusell sett upp, har fólk kunnu keypa sær undirhald av hesum slagi. Atgognumerki á 40 kr. er eisini lutaseðil uppá fleiri gávukort frá Shell, ið er ein av stuðlunum til framsýn- ingina. Høvuðsstuðlar eru Føroya Banki og Trygd. Og eins og undanfarin ár, so kunnu tey vitjandi stemma uppá vakrasta bilin í høllini ella í Ósáskúlanum, ið fær steyp til ognar frá fyrireik- arunum. Tað er felagið IRIS, ið aftur í ár skipar fyri stóru bilastevnuni í Klaksvík. Størsta bilastevnan í Klaksvík nakrantíð Í sambandi við bilastevnuna hevur Føroya MC framsýning av motorsúkklum Sunneva Maria, Lis, Kristina, Durita, Elsa og Mary, Ingibjørg, Carla, Randi, Guðrið, Barbara og Vanja Elsebeth var heima í Føroyum, tá myndin varð tikin Næmingar á Linieskolen í Hadsten í Danmark: Mary Thorhalsdóttir, Lis Christophersen Hansen, Kristina Thastrup úr Vestmanna, Elsebeth Davidsen og Barbara Jensen úr Sørvági - Elsa F. Helmsdag og Sunneva Maria Johannesen úr Havn - Carla Martha Josenius og Randi Djurhuus úr Norðragøtu - Ingibjørg Svabo Samuelsen og Vanja S. Jacobsen úr Sandavági, Guðrið S.R.Poulsen úr Miðvági og Durita Dahl Andreassen úr Hoyvík Útlitini fyri at gerast heilt frísk aftur og fyri at liva eitt gott lív við bróstkrabba hava ongantíð verið betri, enn nú, sigur Jansy Gaardlykke, ráðgev- andi sjúkrarøktar- frøðingur og skrivari hjá Føroya Felag Móti Krabbameini BRÓSTKRABBI. Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Jansy Gaardlykke hevur ábyrgdina av ráðgeving- arstovuni hjá felagnum, har ein av hennara uppgávum er at seta fólk í samband við umboð fyri teir ymsu sjálvhjálparbólkarnar. Næsta týsdag skipar ein av hesum bólkunum, "Bót til Bata", fyri hugnaløtu fyri kvinnum, ið eru ella skulu skurðviðgerast fyri krabba- mein í brósti. Broyta myndina – Bróstkrabbi er ein álvars- lig sjúka, men útlitini fyri at gerast frísk eru ikki so døpur, sum fólk flest halda, og tey gerast alsamt betri, sigur Jansy. Men gamla ræðumyndin, um at krabba- mein næstan er eitt slag av deyðadómi, hongur fram- vegis við hjá nógvum. Vit hoyra næstan bara um tey, sum doyggja av sjúkuni og ógvuliga lítið um øll tey, sum verða frísk. Tí er tað ein øgiliga stóru skelkur at fáa staðfest krabbamein, og ofta mugu vit brúka nógva orku uppá at fáa sjúklingin til at hugsa øðrvísi um sjúkuna og um, at meir enn helvtin av sjúklingunum verða heilt frísk aftur. Kvinnuligheitin – Fyrsti tankin hjá kvinn- um, ið fáa staðfest bróst- krabba, er ofta bara at fáa bróstið burtur, sum skjót- ast, um tað merkir, at tær so kunnu liva. Bróstið verður næstan ein ímynd av sjúk- uni, sum tær vilja gera alt fyri at fáa burtur, sigur Jansy. Ikki fyrr enn seinni, tá fyrsti skelkurin hevur lagt seg, og tær kanska eru vorðnar frískar, byrja tær at hugsa um, hvat hetta merkir fyri tær sálarliga og ikki minst fyri teirra kropps- fatan. Tær eldru kvinnurnar taka tað kanska ikki so tungt at missa annað bróst- ið, men nógvar av teimum yngru kenna tað, sum tær hava mist ein týdningar- miklan part av teirra kvinnuligheit. Og tað er lætt at skilja, tí ein vanlig kvinna eigur jú at hava tvey bróst. Og hetta verður ikki lættari at góðtaka, tá tú hugsar um, hvussu bróst- fikserað okkara verð er. – Tað finnast nógvir møguleikar í dag at endur- skapa bróstið, ikki bara við teimum vanligu protesun- um men eisini við silikone, vatnballón ella við at taka vøddavevnað aðrastaðni frá kroppinum. Og tað kann gerast so nátúrligt, at onnur als ikki varnast tað. – Í nógvum førum er tað møguligt at fáa eina bróst- varðveitandi skurðviðger. Men í Føroyum er tað fram- vegis mest vanligt, at alt bróstið verður tikið, tí tá er ikki neyðugt við eftirfylgj- andi stráluviðgerð, sum skal gerast í Danmark og er sera orkukrevjandi. "Bót til bata" Heilsuverkið ger sjálvsagt eitt stórt og gott arbeiðið fyri bróstkrabbasjúklingar. Tó hoyra vit ofta sjúkling- arnar siga, at tað sum hevur hjálpt teimum mest er at tosa við onkran, sum hevur verið ígjøgnum tað sama. Og her er tað, at sjálv- hjálparbólkurin "Bót til bata" kann hjálpa. Hetta er ein bólkur við umleið 10 kvinnum, sum allar hava verið skurðviðgjørdar fyri bróstkrabba. Tær hava fing- ið upplæring í at stuðla, ráðgeva og vegleiða aðrar kvinnur, ið eru ella kanska eisini skulu skurðviðgerast fyri sjúkuna. Kvinnurnar í "Bót til bata" hava allar verið frískar í í minsta lagi tvey ár og eru so mikið væl fyri sálarliga, at tær kunnu stuðla aðrar. – Bara tað, at hitta eina fríska kvinnu, sum eisini er skurðviðgjørd, hevur ómetaliga nógv at týða, sigur Jansy. Tað gevur eitt bjartskygni, sum heilt víst eisini skundar undir lek- ingargongdina. Hesar kvinnur vita, hvat tær tosa um, tær hava verið ígjøg- num alla viðgerðina og kenna alt til óttan, ivan og kensluligu broytingarnar, ið fylgja við. Tær duga at seta røttu orðini á, soleiðis at ein kvinna, ið kanska júst hevur fingið staðfest sjúk- una, nýtist als ikki at koma við longum frágreiðingum um, hvussu hon hevur tað. – Allar hava tær sjálvandi eisini royndir við, hvussu starvsfelagar og onnur kanska hava hildið seg burtur, tá tað frættist um sjúkuna. Og tað er á leið tað ringasta, tú kanst gera. Í berum ótta fyri ikki at siga ella spyrja nakað skeivt, velja fólk eisini ofta onki at siga. Um tú ikki heldur teg duga at fara til kvinnuna og spyrja, hvussu tað gongur, er tað besta bara at siga við hana, at tú also ikki veit, hvat tú skalt siga. So er tað upp til kvinnuna sjálva, hvussu ella um hon hevur hug at koma inn á sjúkuna, og tað vil hon sum oftast fegin. Lívið gongur víðari Jansy vísir hinvegin á, at nógvar kvinnur við bróst- krabba ikki eru so fegnar um at traðka fram alment og tosa um sjúkuna. – Tað er ikki tí tær skammast ella ikki vilja góðtaka sjúkuna. Tað er tí, tær ikki sjálvar fata seg sum sjúkar og vilja sleppa at savna seg um at liva eitt vanligt lív, sum øll onnur. Tær verða javnan mintar á sjúkuna við tað, at tær ganga til eftirlit, og tað er meir enn ríkiligt. Tað føroyska samfelagið er eisini so lítið, og fólk kenna so lætt hvønn annan aftur. Ongin bríggjar seg um, sum tað fyrsta, at verða settur í samband við eina álvarsama sjúku, hvørja ferð ein vísir seg onku- staðni. Bróstkrabbi vil altíð vera ein partur av tínum lívi, men so avgjørt ikki alt títt lív framyvir, sigur Jansy. Ein kjans afturat Lívsáskoðanin hjá kvinn- um við bróstkrabba broytist ofta grundleggjandi, og tær flestu byrja at tosa um eitt lív áðrenn og aftaná, at sjúkan varð staðfest, greiðir Jansy frá. – Onkur av teimum hevur samanborði tað við at detta niður í einum flogfari og sleppa frá tí við lívinum. Tær hava fingið ein kjans afturat, og hann skal brúk- ast. Tær byrja at raðfesta heilt annaleiðis og skyna avgjørdar ímillum, hvat hevur týdning, og hvat ikki hevur. Fyri tær er lívið ikki ein sjálvfylgja longur. Tað er ein gáva, sigur Jansy Gaardlykke at enda. Eitt nýtt lív við bróstkrabba • Meir enn helvtin av kvinnum, ið fáa staðfest bróst- krabba verða frískar aftur ella liva væl við sjúkuni • Umleið 20-25 kvinnur í Føroyum verða raktar av bróstkrabba hvørt ár, og talið er vaksandi. Enn vita læknar lítið um orsøkirnar. • Tað ber ikki til at tosa um avísar vandabólkar í hesum føri. Allar kvinnur eru í líka stórum ella líka lítlum vanda. • Tað er altavgerandi at sjúkan verður staðfest skjótast til ber.Tí eiga vit at taka ráðini og vegleiðingarnar um sjálvskanning av bróstunum í størsta álvara. • Mett verður, at fleiri enn 200 kvinnur í Føroyum hava havt ella liva við bróstkrabba í dag. FAKTA Føroya felag móti krabbameini hevur í løt- uni 3 sjálvhjálparbólkar: "Bót til bata", Stomi-bólk- urin og Foreldrabólkur at børnum við krabba- meini. Sjúklingar og avvarandi, sum venda sær til felagið, kunnu soleiðis altíð sleppa at tosa við onkran, sum av egnum royndum veit, hvat sjúkan snýr seg um. Bólkarnir skipa fyri hugnaløtum við fyri- lestrum eina ferð um árið. Næsta tiltakið hjá felag- num verður ein hugna- løta hjá "Bót til Bata", har Karen Heinsen, sosial- ráðgevi fer at halda fyrilestur um assertión. Eisini fer Heidi Hvidbro,ið sjálv er skurðviðgjørd fyri bróstkrabba, at greiða frá Noregstúri í oktober, har fokus varð sett á krabbamein í brósti. Hugnaløtan verður á Hotel Føroyum 11.mei kl. 19.00 Meir fæst at vita á heima- síðuni hjá felagnum á www.krabbamein.fo Ráðgeving Tær eldru kvinnurnar taka tað kanska ikki so tungt at missa annað bróstið, men nógvar av teimum yngru kenna tað, sum tær hava mist ein týdningarmiklan part av teirra kvinnuligheit. Og tað er lætt at skilja, tí ein vanlig kvinna eigur jú at hava tvey bróst. Og hetta verður ikki lættari at góðtaka, tá tú hugsar um, hvussu bróstfikserað okkara verð er, sigur Jansy Gaardlykke Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 9 8