Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-06, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. august 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. august 2013 · Nr. 89 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Leo Poulsen Tankin um ein festival í Klaks­vík er væl eldri, enn sjálv­ur Summarfestivalurin. – Tað var í 2001, tá eg og Eyðun Klakstein tosaðu sam­ an, at hann tá bar upp á mál, at vit áttu at skipa fyri einum festivali í Klaksvík. Tað hendi so ikki tá, men vit skipaðu fyri einari konsert í høllini á Hálsi hetta árið við millum øðrum brøðrunum Olsen, sigur Steintór Rasmussen, sum hevur verið við øll árini, nú Summarfestivalurin verð­ ur fyri 10. ferð. Upprunaligi tankin var, at halda festivalin úti í Grøv, men hetta vísti seg at ger­ ast ov trupult, eisini tí yvir­ frið­ingarnevndin kom upp í leikin. – Í 2002 var G! festivalurin so á fyrsta sinni og longu árið eftir hevði hann vaksi seg stóran. Vit tóku so tráðin upp aftur, og vit fingu ávíst eitt økið í miðbýnum, sum vit í fyrsta umfari ikki vóru heilt álvuligir við. Men so við og við búnaðist tankin, men hann varð kortini ikki førdur út í lívið fyrr enn í 2004, sigur Steintór Rasmussen. Hann er í grundini glað­ ur um, at teir tóku sær tíð at fyriskipa fyrsta Summar­ festivalinum. – Vit fingu dýrdarveður fleiri dagar undan festival­ inum og nógvar dagar eftir eisini, so fyrsti festivalurin stendur ógvuliga sterkur í mininum hjá nógvum fólkum, sigur Steintór Rasmussen. Í dýrdarveðrinum fingu fólk so eina ørvísi summar upp­living. – Vit fingu so Ken Hensley og Boney M við umframt fleiri føroyskar bólkar, sigur Steintór Rasmussen. Stór nøvn Tað varð nógv tosað um, hvussu festivalurin skuldi eita, og tað end­aði so við heit­ inum, Summar­festivalurin. – Tað var so eitt heiti, ið eg sjálvur kom við. Vit vóru tilvitaðir um, at tað ikki skuldi minna um G! festivalin, og Norðoyafestivalurin var uppi og vendi eisini. Men tað endaði við Summar­festival­ inum, og tað er eitt navn, sum riggar væl, og sum hevur bor­ið okkum gjøgnum nógv, sigur Steintór Rasmussen. Hann minnist væl aftur á teir níggju Summar­festival­ arnar, ið higartil hava verið. – Eg havi rimiliga gott minni, og minnist tær løt­ ur, tá vit óttaðust fyri, at flog­farið ikki fekk lent, ella festivalin í 2007, tá alt mundi farið á flog. Men kortini er tað samlaða myndin av fólki, sum hugna sær og syngja við, ið stendur eftir í minninum. Hetta er føroysk mentan, hetta er samanhald og hetta flytir mørk, sigur Steintór Ras­mussen. Dramatikkur og roman­ tikkur fylla nógv, og tað vóru nógv fólk longu til tann fyrsta festivalin. – Tað var fyri okkum ein stór løta, tá Brian McFadden fór á pallin, tí tá føldu vit, at vit høvdu fingið rættiliga heims­stjørnu við rímiliga góðum dagsformi til Føroya, sig­ur Steintór Rasmussen. Í 2006 eydnaðist at fáa eitt enn størri navn at spæla á Summarfestivalinum. – Tað var nakað, ið eg brendi rættiliga nógv fyri saman við Erik Biskopstøð, at fáa Rodger Hodgson, sang­ aran í Supertramp, til Føroya. Ein positivur og vælmeinandi maður, sum var á veg við einari rúgvu av sangum, men tá vórðu vit raktir av ringum floglíkindum við mjørka, so tað gjørdist eitt sindur trup­ ult at fáa nøvnini heim, sigur Steintór Rasmussen. Tað eydnaðist kortini at fáa bólkarnar til Føroya. – Tað gjørdist næstan ein spirituell løta, tá Rodger Hodgson fór á pallin út móti morgni sunnumorgunin, har hann sang sangir sum Logical Song, Give a Little Bit og Breakfast in America. Tyrlan mátti flúgva hann til Klaks­víkar, men tað var alt tað vert. – Tað var ein fantastisk løta, staðfestir Steintór Ras­ mussen. Westlife á pall So kom árið 2007, tá alt mundi farið á flog. – Tað var tá, at Scorpions settu dagsskránna. Tað byrj­ aði væl við góðum veðri hós­kvøldið, men so regnaði megin­partin av fríggja­deg­ num til tað einaferð sleit í, og tá fingu vit eina av bestu kon­ sert­unum, vit nakrantíð hava havt við Scorpions. Og fólk tosa enn um ta konsertina, sigur Steintór Rasmussen. Dagin eftir regnaði tað og so bleiv tað illveður og so stormur og at enda ódnar­ veður. – Tað kundi verið hend ein vanlukka, tí eingin væntaði, at tað fór at gerast so ringt veður. Tað var ein løgin kensla, tí alt kundi verið farið um koll, og tað var eisini eitt sind­ur ringt at fóta sær eftir tann festivalin. Men eg haldi, at vit rímiliga tíðliga fótaðu okkum aftur og staðfestu, at hatta vóru kreftir, sum vit ikki rættiliga kundu stýra, sig­ur Steintór Rasmussen. Teir royndu so at koma fyri seg aftur í 2008, hóast veðrið heldur ikki var ov gott tá. – 2009 og 2010 vóru betri, og serliga 2010 stendur klárt í minninum tá Westlife spældu, og tað var ein stórur og flottur festivalur, har alt rigg­aði, sum tað skuldi, sigur Steintór Rasmussen. Teir høvdu hendan írska superbólkin, sum skuldi á pallin. – Undirtøkan var heilt góð og nógv fólk, men tað var eitt sindur av spenningi í, tí teir komu ikki til Føroya fyrr enn fáar tímar undan fram­ førsluni. Men tað var fínt, teir kláraðu tað til tíðina og høvdu eina super framførslu, og alt gekk sera friðarliga fyri seg, so politiið hevði einki at gera alt vikuskiftið, sigur Steintór Rasmussen. Robin Gibb størst men... Nú Summarfestivalurin verð­ur fyri 10. ferð, ber til at líta aftur á teir, sum hava ver­ ið framman undan. – Tað er sjálvandi eitt sind­ ur ilt at siga, hvørji størstu nøvnini hava verið, sum vit hava fingið heim til Summar­ festivalin. Hvørjum skal tú meta upp ímóti, hvør er best umtóktur, ella hvør er dýr­ astur. Men Mika, sum verður við hesa­ferð, er samlað sæð helst størsta navn­ið nakran­tíð, sigur Steintór Rasmussen. Hann er bæði ungur, aktuellur og vældámdur. – Hasi trý tingini saman­ lagt eru rættiliga fasinerandi fyri nógv fólk. At hava eina unga rockstjørnu á Vágsbøi, sum bæði skrivar sangir sjálv­ ur og spælir nógv ljóðføri og dansar og upptraðkar, tað verður spennandi, og Vit mugu trúgva upp á tað Fyri at kunna skipa fyri einum slíkum festivali mugu vit alla tíðina trúgva upp á, at tað letur seg gera. At tað ber til at fáa útlendsku bólkarnar til Føroya í øllum góðum, at fólkið kemur til festivalin og at veðrið heldur sær. Vit mugu byggja upp á tað góða álitið, bæði at tora og vága, sigur Steintór Rasmussen, sum í ár skipar fyri 10. Summarfestivalinum í Klaksvík – Fólk síggja bara tað eyð­sýnda so sum pallarnar og bólkar­nar, og nær hvørt til­takið byrjar. Lykilin til ein góðan festival eru allir teir túsund smálutirnir, ið ikki eru so eyðsýndir, men kortini eru neyðugir fyri at fáa ein góðan festival, sigur Steintór Rasmussen Mynd: Eydbii Myndir