Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-06, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. august 2013síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 7. august 2013 · Nr. 89 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin tað hava nógv fólk stóra virð­ing fyri, sigur Steintór Rasmussen. Annars hava verið nógvir bólkar, ið hava selt fleiri milliónir fløgur. – Westlife er sjálvandi ein. Tað er eitt heimsnavn, sum øll hava virðing fyri, og tað er Scorpions eisini, og tað sama kann sigast um Ronan Keating. So høvdu vit eisini Robin Gibb frá Bee Gees í Føroyum í 2009, og har má tú siga, at talan var um eina legendu, sum var við í størsta poppbólki gjøgn­um heims­ søguna. Teir vóru frammi í 60-unum og 70-unum og aft­ur í 90-unum, ein lívsleið, sum hevur rokkið um eina hálva øld, sigur Steintór Rasmussen. Talan var kanska ikki um ta størstu konsertina, men bara tað, at hann var á Vágs­ bø var nakað stórt. Lyftir føroyskan tónleik Tað er ein maður, ið Steintór heldur serliga nógv av. – Og so er tað mín per­ són­ligi favorittur, Rodger Hodgson, ið syngur sum ein eingil, og eisini valdi at donera ein stóran part av lønini til væl­gerandi endamál, sigur Steintór Rasmussen. Hann heldur, at talan er um eina góða blanding av solist­um og bólkum og gen­ rum. – Í ár er tað so Kim Larsen, ið stendur fyri tí norður­ lendska ískoytinum, og slær ein sjeytumma seym í Summar­festivalin. Hann hev­ ur sjálvandi verið í Føroyum áður, men nú verður hann so við á Summarfestivalinum, og tað verður nakað heilt ann­að, sigur Steintór Rasmussen. Men tað ræður sanniliga um ikki at gloyma før­oysku bólkarnar og ein­stak­ling­ arnar. – Og eg meini ikki bara við Summarfestivalin, men eisini G! festivalin og onnur stór til­tøk, sum hava verið í Før­oy­um, sum hava verið við til at lyft føroyskan tón­ leik upp og givið teimum ein fantastiskan pall, sigur Steintór Rasmussen. Hetta setur eisini krøv til tónleikararnar. – Talan er um ein góðan pall og gott ljóð, so tað setur eis­ini krøv til tónleikararnar sjálvar. Nú spæla vit á Summar­festivalinum, og so skal tað eisini ljóða væl, og tað hækkar støðið alla tíðina, sigur Steintór Rasmussen. Nøgdsemi størsta avbjóðingin Men tað er ikki bara sum at siga tað, at skipa fyri einum so stórum tiltaki. – Tað krevur nógva orku. Fólk síggja bara tað eyð­ sýnda so sum pallarnar og bólkar­nar, og nær hvørt til­ takið byrjar. Lykilin til ein góðan festival eru allir teir túsund smálutirnir, ið ikki eru so eyðsýndir, men kortini eru neyðugir fyri at fáa ein góðan festival, sigur Steintór Rasmussen. Alt samstarvið við myndug­leikarnar, øll fólkini á festival­økinum, tey, sum hjálpa til onkusvegna. – At gera alt klárt til øll tey, ið skulu vitja festivalin, og her hugsi eg um barnaland, tjaldingarpláss og pláss til húsvognar. At mýkja støðuna, so tað verður liviligt, stuttligt og spennandi at vera á øki­ num, uttan at tað gongur út yvir trygdina. At duga at visuali­sera festivaløkið og síggja nøgdsemið millum fólk, tað er kanska størsta av­bjóð­ingin, sigur Steintór Rasmussen. Tað ræður um alla tíðina at hugsa nýggjar tankar. – Hjá summum er tað upp­lagt at koma á Summar­ festival, tí tey hava familju í Klaksvík, ella kunnu koyra ímill­um. Og so er tað tey, ið eru tíðliga á veg og bíleggja eitt hotellkamar ella koma við húsvognum. Tí ræður tað um alla tíðina at vera rúm­ ligur, bæði í orðsligari mein­ ing og í yvirførdum týdningi, sigur Steintór Rasmussen. Hann vísir á, at eitt dømi er at lata skúlarnar upp, so fólk kunnu koma har at búgva, ella at skipa fyri nøktandi plássi til húsvognarnar. – Og eisini at finna upp á okkurt til børn, so tey kunnu hugna sær eitt langt viku­ skifti, og tað krevur kanska, at vit leggja bæði orku og tímar í verkið fyri at fáa tað at bera til, sigur Steintór Rasmussen. Eitt av nýggju tiltøkunum, sum hann er rættiliga spentur upp á, at eitt tjaldingarøki til ungdómin. – Tað hava altíð verið nógv ung á Summarfestivalinum, men tey hava líkasum ikki havt nakrastaðni at verið, so nú hava vit skipa eitt tjald­ ingar­stað til tey. Vit hava roynt at skipa tað heilt niður í minsta smálut, so tað verður spennandi at vita, hvussu tað fer at rigga, sigur Steintór Rasmussen. Góð trygdarætlan Hann heldur at tað er eing­in orsøk at stúra fyri, at starvs­ fólkini ikki fara at klára upp­ gávuna. – Tað er heldur hetta, hvussu veðrið fer at vera. Veðrið hevur ikki alt at siga, men tað hevur kortini rættiliga nógv at siga. Men vit kundu jú framman undan sagt, at vit ikki tordu at skipa fyri einum festivali, tí vit ikki vistu, hvussu veðrið fór at verða, og vit hava eisini fing­ ið onkran lúsing á tann hátt. Men har er einki val, vit eru noyddir at trúgva upp á, at so ella so skal tað bera til, sigur Steintór Rasmussen. Men teir mugu eisini gera seg klárar at hýsa fólki, um tað skuldi borið so á, at veðrið ikki verður so gott. – Tí ræður tað um at ankra alt sera væl, men eis­ ini hava stóran bygningar opnar til fólk at koma inn í, og so annars hava eina góða trygdar­ætlan saman við politinum, brandmonnum og vaktar­fólkum, sigur Steintór Rasmussen. Talan er um eina rúgvu av fólki, sum er á ferð. – Vit kunnu ikki ansa eftir hvussu skjótt fólk koyra, tá tey fara í bilarnar, ella hava eftirlit við, hvussu tey sigla, men soleiðis er tað, tá fólk fara til størri tiltøk, eitt nú ólavsøku. Og tí mugu vit hava tað álit á hvørjum øðrum, at vit ansa væl eftir okkum sjálv­um, sigur Steintór Rasmussen. Tað eru partar, sum fyri­ skipararnir ikki kunnu hava eftirlit við. – Men banka upp undir borð­ið. Teir festivalar, sum vit hava skipað fyri og aðrir við, hava víst seg at spæla væl av, sigur Steintór Rasmus­sen sum eisini vónar, at Summarfestivalurin 2013 fer at spæla væl av. leo@sosialurin.fo