hósdagur 8. august 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 9. august 2013 · Nr. 90
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tunnilssáttmáli stýrir
Jón Brian Hvidtfeldt
– Jú, vit høvdu nógvar við
merkingar til lógaruppskotið.
Men eg kann ikki koma tí
nærri.
Tað sigur ein annars fá
orðað Nella Festirstein, deild
arstjóri í løgdeildini í Inn
lendismálaráðnum.
Lógaruppskotið, ið hon
sipar til, er uppskot til løg
tingslóg um broyting í løg
tingslóg um einkarætt at
byggja, reka og fíggja undir
sjóvartunnil undir Skálafjørð
og Tangafjørð.
Lógaruppskotið er dagfest
25. juli, varð borið í løgtingið
beint áðrenn ólavsøku og
fekk 1. viðgerð týsdagin. Tað
sermerkta við hesum upp
skotinum er, at tað er skrivað
beinleiðis upp ímóti einum
sáttmála við ein triðjapart,
Copenhagen Infrastructure
Partners.
Sjálvur sáttmálin er fram
vegis loyniligur, eftir ynski
frá danska íløgufelagnum.
Hóast tað er Innlendismála
ráðið, sum er hin parturin av
sáttmálanum, so er sáttmálin
eisini loyniligur fyri teimum
flestu í aðalráðnum.
Tað eru landsstýrismaður
in Kári P. Højgaard, aðal
stjórin Rúni Joensen og full
trúin Kaj Johannesen sum
einsamællir hava umboðað
Innlendismálaráðið í hesum
máli. At hjálpa sær hava teir
uttanhýsis serfrøði úr Dan
mark. Hinvegin er serfrøðin
inni í Innlendismálaráðnum
ikki brúkt.
– Nei, vit hava bara sæð
lidna lógaruppskotið. Og so
hava vit sum ”fakráð” gjørt
okkara viðmerkingar til tað,
váttar Nella Festirstein.
Hóast hon er deildarstjóri
á løgdeildini í føroyska løg
málaráðnum, so hevur Nella
Festirstein ikki sæð sáttmál
an millum Innlendismála
ráðið og Copenhagen Infra
structure Partners.
– Nei, eg havi ikki sæð
sáttmálan. Hetta er ikki
nakað, ið vit sum so hava
arbeitt við inni í ráðnum,
sigur Nella Festirstein.
Deildarstjórin á løgdeildini
dugir heldur ikki at siga, um
viðmerkingarnar frá ráðnum
eru tiknar við í lógarupp
skotið.
– Vit gjørdu okkara við
merkingar, og meira veit eg
ikki. Eg veit ikki, hvat tær eru
brúktar til, sigur Nella Festir
stein.
Atfinningar
Nógv hava funnist at lógar
uppskotinum frá Innlendis
málaráðnum, síðani tað varð
alment. Atfinningarnar hava
bæði verið politiskar, løg
frøðisligar og eisini av meira
tekniskum slag.
Hóast tunnlar fylla nógv í
Innlendismálaráðnum í hes
um døgum, so er aðalráðið at
rokna sum eitt løgmálaráð,
skipað við eini løgdeild, eini
kommunudeild og eini um
hvørvisdeild. Harafturat um
situr ráðið samferðslumál.
Eftir at lógaruppskotið
um Eysturoyartunnilin varð
orðað, gjørdu tær tríggjar
deildirnar
í
Innlendismálaráðnum sínar
viðmerkingar til tað. Tað
varð gjørt í leiklutinum sum
”fakráð”, ið skal tryggja at
lóggávuarbeiðið er í lagi.
Viðmerkingarnar vórðu
gjørdar í einum felags skrivi
frá teimum trimum deild
unum. Sosialurin hevur biðið
um innlit í hesar viðmerk
ingar, men svarið er noktandi.
Skjalið er stemplað sum
”innanhýsis” og verður innlit
tí ikki latið í tað. Heldur ikki,
tá blaðið biður um meirinnlit,
vísandi til almenna áhugan
fyri málinum. Tá er svarið, at
talan er um viðmerkingar,
sum bert hava verið ætlaðar
til innanhýsis nýtslu.
Sáttmálin, sum Innlendismálaráðið hevur gjørt við Copenhagen Infrastructure Partners, vigar meira í lóggávuarbeiðinum enn bæði serkunnleikin inni í Innlendismálaráðnum og á
løgtingsskrivstovuni. Á myndini eru Kári P. Højgaard, Rúni Joensen, Kaj Johannesen, Kurd Bardeleben og Ewald Kjølbro á veg av kunnandi fundi fyri løgtinginum fyrr í summar.
Føroyska løgmálaráðið er avmonterað í sínum egna lógaruppskoti um Eysturoyartunnil. Sum fakráð hevur
Innlendismálaráðið gjørt sínar viðmerkingar, men hesar verða hildnar loyniligar. – Hetta er eftir øllum at døma
eitt politiskt eldfimt mál, sigur deildarstjóri á løgdeildini í ráðnum.