hósdagur 8. august 2013síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 9. august 2013 · Nr. 90
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fakta
Uppgávan hjá løgtingsskrivstovuni er at eftirkanna øll
lógaruppskot, sum verða borin í løgtingið. 27. juli sendi
løgtingsskrivstovan sínar viðmerkingar til Innlendismálaráðið
í samband við lógaruppskotið um Eysturoyartunnilin. Talan
er um eina røð av viðmerkingum og spurningum, og er hetta
ein samandráttur av teimum:
Landsstýrismanninum verður nú heimilað einum felag
einkarrætt at byggja, reka, fíggja og eiga ein undirsjóvartunnil.
Er tað tilvitað, at orðið ”eiga” nú er sett inn í lógartekstin, spyr
løgtingsskrivstovan, sum antin mælir Innlendismálaráðnum til
at strika orðið ella í øðrum lagi broyta heitið á sjálvari lógini.
Tað verður nú nágreinað, at einkarrætturin eisini fevnir um
tilhoyrandi íbindingarvegir. Eru hugsandi støður, ið kunnu
íkoma av hesum, har land og/ella kommunur kunnu blíva
ósamd um rættindi og skyldur av hesum vegum, her uppi í
fíggjarligar ósemjur, spyr løgtingsskrivstovan.
Upphæddin á 15 milliónir fellur til gjaldingar, tá ið tunnilin
verður tikin í nýtslu sambært sáttmálanum um einkarætt.
Hvussu tryggjar landið sær at fáa tær 15 milliónirnar inn, um
okkurt óvæntað hendir, og tunnilin ikki verður tikin í nýtslu,
spyr løgtingsskrivstovan.
“Góðkenning av tunnilsverkætlanin, verður gjørd við støði
í teimum reglum og normum, sum vóru galdandi tann 25.
juni 2013.” Hetta er ein heldur leys orðing, og til tíðir kanska
eisini ódefinerbar orðing. Eftir hvørjum reglum og normum?
Hvør ásetir hesar reglur og normar? Og er ætlanin at fylgja
reglum og normum sambært norsku tunnilsverkætlanum til
dømis? Er nøkur vegleiðing, ið umrøður reglur og normar, ið
víst kann vera til? Mælt verður til at greina hetta nærri, skrivar
løgtingsskrivstovan.
Nevnt verður, at landsstýrismaðurin skal halda loyvishav
ara skaðaleysan við reiðum peningi fyri tapum, ið beinleiðis
standast av ítøkiligum framdum verkætlanum. Í gomlu
orðingini stóð, at tað skuldi hava við sær, at ferðslan í tunlinum
minkar ella veksur minni enn væntað. Hetta er nú strikað.
Hvussu skal tapið, ið stendst av øðrum framdum verkætlanum
gerast upp og hvør skal gera tað, spyr løgtingsskrivstovan.
§ 10, stk.1 loyvir skattligar avskrivingar. Men allýsingin
um útveganarkostnaðin er strikað. Mælt verður til at
allýsa hugtakið. Tað kann eisini tykjast óheppið at gera
skattaundantøk í serlóggávu, har møguleiki skal vera fyri
at læsa prosentstigan fastan. Kann vísast á aðrar lóggávur,
ið loyva hesum sama? Mælt verður til at greina nærri, hvat
hugsað verður um orðingina, “sambært teimum prosentstigum
sum vóru galdandi tann 25. juni 2013”.
Hevur løgdeildin hjá Innlendismálaráðnum gjørt sær eina
niðurstøðu um, hvørt tað er óheppið, at undantakið verður
orðað í serlóg heldur enn í skattalógini, spyr løgmans
skrivstovan.
Hvat er orsøkin til, at landsstýrismaðurin skal fáa heimild at
fara út um kommunurnar (í teimum førum, har kommunan ikki
setir fram ynski um tað) at veita myndugleikagóðkenning? Og
hvør skal meta um, hvørt tað er neyðugt grundað á fíggjarlig
atlit?
Lógaruppskotið hjá Kára P. Højgaard fór eftir 1. viðgerð
týsdagin í Rættarnevndina hjá løgtinginum. Í telduposti til
Rættarnevndina ger Anna Rein, løgfrøðingur á løgtings-
skrivstovuni, nevndini greitt, at Innlendismálaráðið ikki hevur
tikið viðmerkingarnar frá løgtingsskrivstovuni til eftirtektar.
r Innlendismálaráðnum
Nella Festirstein, deildar
stjóri á løgdeildini í Innlendis
málaráðnum, vil ikki upplýsa
innihaldið í felags skrivinum
frá deildunum. Tað ger hon,
vísandi til at skjalið er
stemplað innanhýsis.
– Tí fái eg ikki komið tí
nærri, sigur Nella Festirstein.
Spurd, hví so lítið er at
frætta um málið, svarar
deildarstjórin turt:
– Hetta er væl eitt polit
iskt, eldfimt mál.
Yvir løgtinginum
Tað er ikki bara innanhýsis í
Innlendismálaráðnum,
at
viðmerkingar eru gjørdar til
lógaruppskotið hjá Kára P.
Højgaard, landsstýrismanni.
Ein uppgáva hjá løgtings
skrivstovuni er at eftirkanna
øll lógaruppskot, ið verða
borin í løgtingið. 27. juli sendi
løgtingsskrivstovan Innlend
ismálaráðnum fleiri viðmerk
ingar til tunnilsuppskotið.
Men til fánýtis. Í telduposti
til Rættarnevndina hjá løg
tinginum skrivar Anna Rein,
løgfrøðingur á løgtingsskriv
stovuni soleiðis:
– Innlendismálaráðið svar
ar aftur í telduposti 31. juli, at
tey takka fyri viðmerking
arnar, men at lógaruppskotið
er sera nær tengt at tí sam
ráðingarúrsliti, sum partar
nir náddu fram til síðst í juni
mánað, og av teirri orsøk er
tað avmarkað, hvørjar broyt
ingar
Innlendismálaráðið
kann gera í lógaruppskoti
num.
Anna Rein staðfestir í
sama viðfangi, at Innlendis
málaráðið hevur ikki tikið
viðmerkingarnar hjá løgtings
skrivstovuni til eftirtektar.
Dupultleiklutur
Tað eru sum nevnt bara tveir
persónar í Innlendismála
ráðnum, sum hava viðgjørt
lógaruppskotið um at lata
privat felag einkarætt at
byggja, reka og fíggja undir
sjóvartunnilin. Teir eru Rúni
Joensen, aðalstjóri, og Kaj
Johannesen, fulltrúi. Tá Sosi
alurin biður um alment innlit
í málið eru tað júst teir báðir,
sum viðgera innlitsumbøn
ina.
Tað eru also somu persón
ar, ið viðgera sjálvt lógarupp
skotið, sum eisini skulu við
gera umbøn um innlit í tær
viðmerkingar, sum fakkunn
leikin í aðalráðnum hevur
gjørt til sama lógaruppskot.
Svarið til innlitsumbønina
var sum nevnt noktandi.
Kári kallaður
í Landsstýris
málanevnd
Landsstýrismaðurin í innlendismálum
skal nú standa skúlarætt í
Landsstýrismálanevndini. Bæði tí at
hann tvíheldur um at sáttmálin við
privata íløgufelagið er loyniligur, og
tí at hann hevur dult upplýsingar fyri
løgtinginum.
Jón Brian Hvidtfeldt
Landsstýrismálanevndin vil hava lýst út í æsir
leiklutin hjá landsstýrismanninum í innlendismálum
í tunnilsmálinum. Landsstýrismálanevndin góðtekur
ikki, at Kári P. Højgaard tvíheldur um at sáttmálin
við Copenhagen Infrastructure Partners skal vera
loyniligur, tá løgtingið nú skal taka støðu til hann.
Og Landsstýrismálanevndin góðtekur heldur ikki,
at landsstýrismaðurin í samband við ein fyrispurning
ikki gav løgtinginum teir upplýsingar, sum hann
sjálvur hevði biðið um og eisini fekk frá sínum egna
sakkunnleika í Landsverki.
Tað er niðurstøðan hjá eini samdari landsstýrisfund,
sum mikudagin av sínum eintingum viðgjørdi leiklutin
hjá Kára P. Højgaard í tunnilsmálinum.
– Talan er í veruleikanum um tvey ymisk mál, sum
landsstýrismaðurin skal svara fyri, sigur Sirið Stenberg,
forkvinna í Landsstýrismálanevndini.
Nevndin er tí samd um at kalla Kára P. Højgaard inn
í nevndina at svara spurningum.
– Fáa vit allar upplýsingar um higartil loyniliga sátt
málan, so er sjálvandi einki mál meira. Men fáa vit ikki
tað, so má nevndin taka støðu til, hvat vit so gera, sigur
Sirið Stenberg.
Forkvinnan í Landsstýrismálanevndini metir tað
eisini vera sera álvarsamt, at landsstýrismaðurin í
innlendismálum ikki lat løgtinginum upplýsingarnar
frá Landsverki.
- Ein landsstýrismaður hevur ikki loyvi til at
dylja upplýsingar fyri løgtinginum, staðfestir Sirið
Stenberg.
Samráðið verður mikudagin í næstu viku.