Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. august 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 9. august 2013 · Nr. 90 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rólant Waag Dam Í Føroyum eru tað almennu Før­oyar, sum rinda tað, tað kostar at reka ymsu ferjurnar og skipini, sum flyta fólk og farm millum oyggjarnar. Tað er Strandfaraskip Landsins sum røkir ymsu leiðirnar – og tað skal Strandfaraskip Land­sins í størst møguligan mun gera á handilsligum grund­ar­lagi. Nógv tann dýrasta rutan er farleiðin millum høvuðs­ stað­in og Suðuroynna – leið 7 millum Tórshavn og Tvøroyri. Henda rutan kost­ar 88.425.000 krónur. Inn­tøk­ur­ nar av rutuni eru 27.630.000 krónur og harvið kostar tað til­samans 60.795.00 krónur at reka Suðuroyarleiðina. Tilsamans vóru játtaðar 147.526.000 krónur til Strand­ fara­skip Landsins, men úrslit­ið vísti eitt hall upp á 906.000 krónur. Sambært árs­rokn­skap­ingum fyri 2012 stóðst hetta í stóran mun av hægri oljuprísum, óvant­að­ um skaðum, leigu av skipum og so framvegis. Sandoy og Nólsoy Hinar leiðirnar, sum Strand­ faraskip Landsins umsitur og rekur, kosta eisini nógvar peng­ar – um ikki heilt so nógv sum Smyril. At flyta Teistan millum Gomlu­rætt og Skopun kostaði í fjør tilsamans 23.013.000 krónur. 9.020.000 vóru í inntøkum, so til­sam­ ans kost­aði henda leiðin 13.993.000 krónur. Far­lei­ ð­in um Nólsoyarfjørð er næstan líka kostn­að­armikil. Samlaðu útreiðsl­ur­nar fyri rutuna, ið Ternan røkir, er 11.825.000 krón­ur, men inntøkurnar eru bara slakar tvær milliónir, 1.796.000, so tilsamans kostar Nóls­oy­ar­ rutan 10.029.000 krónur. Hinar ruturnar Hyggja vit skjótt eftir hinum oyggjaleiðunum, so kosta tær eisini nógvar pengar at reka, havandi í huga, at tað ikki eru serliga nógv fólk og farmur, sum hesar leiðir flyta dagliga. Kallsoyarleiðin kost­ar 4,6 milliónir krón­ur, Fugloy­arleiðin 5,8, Skúv­oy­ar­ leiðin 1,9 milliónir krónur og Mykinesleiðin 956.000 krón­ ur. Viðmerkjast skal í hesum sambandi, at Ritan, sum røk­ir farleiðina til Svínoy og Fugloyar, í 2012 fekk ein stóran skaða og at hon í 2011 skifti partar av stálbotninum – tískil kostaði henda farleið mun­andi meiri at reka hesi bæði árini, enn hon vanliga ger. Og Mykinesrutan er øðr­ vísi samanborið við hinar, tí hon er útlisiterað. Tað merkir, at henda leiðin verð­ ur rikin privat eftir sáttmála við veitaran. Grannalond bjóða út Sama skipan er galdandi fyri partar av rutunetinum á landi, har privat vinnu­rek­ andi hava átikið sær upp­ gávuna at røkja ávísar leiðir. Hetta er galdandi fyri bæði bussar og tyrluflutningin. Henda skipan, at privat átaka sær uppgávuna at røkja ávísar leiðir, er eitt ógvu­liga vanligt og útbreitt fyri­brigdi í londunum kring okkum. Hetta ger seg gald­ andi í eitt nú Skotlandi, Noreg, Danmark, Gotlandi og Íslandi. Við slíkum skipanum verð­ur avtalað gjørd við ein privatan veitara, har alt verður avtalað niður í minsta staklut: tænastustøði, ferða­ prísi, túratal og so framvegis. Kann ikki bjóðast út Aðrastaðni á hesum síðum rør stjórin á Smyril Line, Rúni Vang Poulsen, upp undir, at hesin møguleiki átti at verið um­hugsaður í Føroyum – at partar av rutunetinum, sum Strand­ferðslan í dag røkir, verður bjóða út. Men við galdandi lóggávu er hetta ikki aktuelt fyri til dømis Suðuroyarleiðina, tí í grein grein 4, stykki 2 í løg­ tings­lóg um farma- og fólka­ flutn­ing stendur beinleiðis, at tann leiðin – og fleiri við henni – ikki kunnu bjóðast út. 100 milliónir oyggjaleiðir STRANDFERÐSLAN Oyggjaleiðirnar kosta tí almenna omanfyri 100 milliónir krónur árliga. Dýrast er Suðuroyarleiðin, sum kostar 60 milliónir krónur at reka Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line, hevði verður opin og positivur, um hann fekk ein fyrispurning, um hansara fyritøka kundi átaka sær til dømis Suðuroyarsiglingina Mynd: Álvur Haraldsen