Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-08, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. august 2013síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 9. august 2013 · Nr. 90 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rólant Waag Dam Smyril Line er reiðara­ virki, hvørs høvuðs­virk­ semi er fólka- og farma­ flutn­ingur. Spurdur vil stjórin í Smyril Line, Rúni Vang Poulsen, vil ikki ítøkiliga siga, at tey í hansara fyritøku høvdu gjørt eitt betri ella bíligari enn Strandfaraskip Land­ sins. Hann kennir tó væl til skipaninar í granna­ lond­um okkara, har tað er púra vanligt, at partar av almenna rutunetinum er útbjóðaðir, soleiðis at pri­vat vinnurekandi røkja hes­ar uppgávunar. Heldur tú, at tað hevði verið eitt gott hugskot at bjóða til dømis oyggja­ leiðir­nar út? - Tað er ringt at siga, men hasa skipanina ken­ na vit frá londunum kring okkum, har tað hev­ur víst seg at rigga væl. Vit hava tó ikki roynt hetta í Føroyum enn, so tað er trupult hjá mær at siga, um tað er nakað, sum hevði riggað her. Men høvdu tit bjóðað upp á at reka eina rutu, um tit fingu møguleikan? - Um vit fingu fyri­ spurn­ing um at bjóða uppá eina ella fleiri leiðir hjá Strandferðsluni, so vildu vit sjálvsagt við­ gjørt hetta positivt, og gjørt tað neyðuga grein­ ingar­ar­beiðið, ið skal til fyri at finna út av, hvat krevst at røkja hesa leiðir, og ikki minst til hvønn prís, vit høvdu klárað at bjóða hetta til. Í hesum sam­bandi skal nevnast, at vit sannlíkt høvdu funn­ið synergiier millum okkara verandi virksemi og hetta møguliga nýggja virksemi, tí skipa­rakst­ ur, ferðafólka- og farma­ flutningur er jú okkara kjarnu­virksemi. Hvat merkir tað? - Eg meini bara, at vit longu nú hava eina um­ siting og skipadrift, so okkara verandi virksemi ligg­ur rættiliga tætt upp at hesum, sigur Rúni Vang Poul­sen og leggur aftrat: - Tá hetta er sagt, so samstarva vit sum er við Strandfaraskip Landsins um ymiskt, millum annað tá Smyril var í dokk og líknandi. Út frá hesum royndu­num kunnu vit stað­festa, at hetta sam­ starv­ið hevur riggað av­ bera væl, sigur stjórin í Smyril Line. fyri Vit hava neyðugu før­leikar­nar Stjórin í Smyril Line, Rúni Vang Poulsen, fæst ikki at siga, um tey í Smyril Line høvdu rikið Suðuroyarleiðina bíligari enn Strandfaraskip Landsins gera. Men hann sigur tó, at við teirra verandi virksemi eru møguleikar fyri at sameina nakrar av uppgávunum, ið Strandferðslan røkir í dag Her sæst eitt yvirlit yvir tað, ymsu oyggjaleiðirnar kosta at reka í milliónum krónum. Tølini stava frá Ársroknskapinum 2012 hjá Strandfaraskipum Landsins