týsdagur 3. september 2013síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. september 2013 · Nr. 101
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
Rannvá G. Fossaberg
Leygardagin
kundi
Cecil
Weihe sum tann fyrsti mað
urin traðka um mállinjuna í
Tórshavn Marathon, tá tíðin
vísti tveir tímar og 53 min
uttir. Tað var rennifelagið
Bragdið, sum 11. árið á rað
skipaði fyri renningini.
Og fyri fimtu ferð var
Cecil Weihe fyrstur á mál.
Hóast troyttur hevði hann
eina fantastiska kenslu, tá
hann stóð røttu megin mál
linjuna.
– Tað er ein super kensla.
Tað er altíð stuttligt, tá tað
gongst væl, og mál verða
rokkin, sigur Cecil Weihe, sum
seinastu 15 árini hevur hann
latið seg í renniskógvarnar
og runnið sær ein túr so at
siga hvønn dag.
– Eg veit, hvussu stóra og
positiva ávirkan ein renni
túrur hevur á kropp og
sinn, og tað er ivaleyst tí, eg
renni hvønn dag, sigur Cecil
Weihe.
– Fyri meg er renningin eitt
fríkorter í gerandisdegnum,
har eg fái samla tankarnar
og líkasum reinsa heilan.
Tað ger, at eg havi meira
orku og yvirskot í einum ger
andisdegi, sum til tíðir kann
kennast strongjandi, sigur
Cecil Weihe, sum uppruna
liga er av Skála, men sum
seinastu nógvu árini hevur
búð í Tórshavn.
Rennari av tilvild
Tað var annars heldur til
vildarligt, at Cecil Weihe fór
undir at renna og venja mið
víst fyri at luttaka í ymsum
kappingum.
– Eg havi altíð fingist við
ítrótt, og sum yngri spældi
eg fótbólti og róði eisini. Eg
byrjaði so at súkkla tá eina
ferð mitt í 90unum, men tað
er jú ikki heilt lætt at súkkla
um veturin, tá kavin ofta
legst tjúkkur á vegirnar, og
tað er hált. Tí avgjørdi eg
veturin 1997, at nú skuldi eg
royna at renna í staðin fyri
at súkkla, men eg veit ikki,
eg kom ongantíð á súkkluna
aftur, men helt fram við at
renna mínar dagligu túrar,
heldur Cecil Weihe skemtiliga
fyri.
Tað er ymiskt, hvussu
langt hann rennur hvørja
viku.
– Onkrar dagar renni eg
stuttar túrar á einar átta kilo
metrar, aðrar dagar renni eg
20 kilometrar, og so taki eg
onkran langan túr á um
leið 35 kilometrar. So upp á
eina viku fái eg heilt fitt av
kilometrum í beinini, um eg
vil, sigur Cecil Weihe, sum
ikki letur tað skiftandi veður
lagið í Føroyum renningina.
– Sjálvandi kundi veðrið
ofta verið betri, men nú eru
vit her, og so má mann bara
taka tað, sum tað kemur. Eg
vil siga, at tað eru nógvir
vátir og gráir dagar, men eis
ini nakrir ótrúliga góðir og
vakrir dagar.
Familjan má
góðtaka tað
Renningin fyllir nógv í ger
andisdegnum
hjá
Cecil
Weihe, ið dagliga starvast
sum bankamaður í Bank
Nordik. Skal hann fáa sum
mest burtur úr og klára seg
væl í teimum ymsu renni
kappingunum, er neyðugt
við einum heilsugóðum lívs
stíli.
– Eg eri rættiliga tilvitaður
um lívsstílin og eri noyddur
at hugsa um matin, svøvn
og ikki vera ov ofta í býnum,
greiðir Cecil Weihe frá og
heldur fram:
– Hvat mati viðvíkur, so
eti eg vanligan mat, men eg
hugsi um, hvat tað er, sum fer
niðurum. Til dømis eti eg so
at siga als ikki køku, men tað
havi eg ongantíð tíma at etið,
so tað er eingin trupulleiki
ikki at eta køkur, sigur Cecil
Weihe.
Hann vísir á, at renningin
fer við nógvari tíð, og at tað
skal planlegging til, um venj
ing, arbeiðið og familjulív
skal hanga saman.
– At renna so nógvar tímar
um vikuna krevur, at tín maki
og familja góðtaka tað. Hjá
okkum hevur tað ongantíð
verið ein trupulleiki, sigur
Cecil Weihe, ið hevur konu
og trý børn.
– Eg royni at leggja renni
Rennur
seg til orku
og vælveru
– Renningin gevur mær eina kenslu av vælveru og yvirskoti. Og so hjálpir
tað at renna ein túr, tá eg kenni meg strongdan. Soleiðis sigur 48 ára
gamli Cecil Weihe, sum hvønn dag rennur longri og styttri túrar. Um
vikuskiftið bleiv hann vinnari av Tórshavn Marathon fyri fimtu ferð
Onkrar dagar renni
eg stuttar túrar á einar
átta kilometrar, aðrar
dagar renni eg 20 kilo
metrar, og so taki eg
onkran langan túr á
umleið 35 kilometrar