týsdagur 3. september 2013síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 4. september 2013 · Nr. 101
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
túrarnar soleiðis til rættis, at
tað órógvar sum minst. Tá
eg renni ein túr upp á einar
tríggjar tímar, plagar tað
gjarna at vera sunnumorgnar
klokkan átta, at eg fari út. Og
annars so plagi eg at venja
beint eftir arbeiðstíð, soleiðis
at eg veruliga kann halda frí
um kvøldið.
Gevst ikki enn
Síðani Cecil Weihe byrjaði
at renna fyri 15 árum síð
ani, hevur hann luttikið í
nógvum kappingum. Higar
til er tað blivið til 13 mara
thon.
Umframt
at
hava
runnið marathon í Føroyum
hevur hann eisini luttikið í
marathon Keypmannahavn,
Odense og París. Sjálvur
hevur hann onga beinleiðis
uppskrift uppá, hví tað fellir
honum lætt at renna teir 42,
2 kilometrarnar ferð eftir
ferð.
– Sjálvandi skal nógv venj
ing til, men eg haldi eisini, at
tú skalt hava evnini til at
renna langt. Summi eru bygd
til at renna stuttar túrar á
fimm
kilometrar,
meðan
onnur klára betur at renna
langt, sigur Cecil Weihe og
heldur fram:
– Men tað krevur nógva
venjing. Eisini teir dagarnar
veðrið ikki er til vildar, syrgi
eg fyri, at eg fái vant. Tá plagi
eg at intervalvenja á einum
rennibandi, so á tann hátt
noyðist eg ikki altíð út í vind
og regn, heldur Cecil Weihe
fyri.
Onkur vildi kanska hildið,
at tað kann gerast keðiligt í
longdini bara at renna. Men
tað heldur Cecil Weihe ikki.
– Eg geri fyri so vítt ikki
annan ítrótt afturat renn
ingini. Geri onkrar venjingar
fyri at styrkja búkin og
ryggin, men tað er so tað. Eg
tími at renna og mær dámar
væl spenningin, sum liggur í
einum marathon. Fyrstu ferð
eg luttók í einum marathon
var í 2002, og tá var eg allan
túrin ivasamur, um eg nú fór
at klára at gjøgnumføra teir
42,2 kilometrarnar. Men eg
megnaði tað, og líka síðani
havi eg kappast við mær
sjálvum um at fáa betri og
betri tíðir fyri hvørt mara
thon eg luttaki í, sigur
Cecil Weihe, sum ætlar sær
at renna fleiri marathon
afturat.
– Eitt marathon slítur
nógv upp á kroppin, men
sjálv venjingin fram til eitt
marathon er góð eftir mínum
tykki. Mær dámar væl henda
ítróttin og ætli mær so av
gjørt ikki at gevast enn,
sigur Cecil Weihe, sum longu
hevur ætlanir um sítt næsta
marathon.
– Tað verður einki mara
thon afturat til mín í ár, men
í apríl ella mai mánaði er
marathon í Keypmannahavn.
Sjálvandi verði eg við tá.
rannva@sosialurin.fo
Eitt marathon slítur
nógv upp á kroppin, men
sjálv venjingin fram til
eitt marathon er góð
eftir mínum tykki. Mær
dámar væl henda ítróttin
og ætli mær so avgjørt
ikki at gevast enn
– Eg eri rættiliga tilvitaður um lívsstílin og
eri noyddur at hugsa um matin, svøvn og ikki
vera ov ofta í býnum, sigur Cecil Weihe
Myndir: Absalon Hansen
FAKTA
Navn: Cecil Weihe
Aldur: 48 ár
Starv: Bankamaður
í Bank Nordik
Bústaður: Tórshavn