Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-05, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. september 2013síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. septmeber 2013 · Nr. 102 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Óli Jacobsen Hellurnar vóru bygdar í 1849, tá fyrstu niðursetufólkini komu hig­ ar. Fólkatalið gjørdist tó ikki tað stóra. Tað kom upp á 85 fólk í 1935, og nú liggur tað um 30. Helena Samuelsen greiðir frá bygdini í bók síni Hellurnar. Í bygdini hevur verið heilt fitt av virksemi til tíðir. Stundum hevur tað verið útróður og fiskaarbeiði og stundum sild og arbeiði av henni. Salli varð føddur í 1914 og hann greiddi frá: Mamman úr Íslandi Vit vóru 4 systkin. John Sigurd, Svava, Jóhannes og eg. Pápi mín Magnus (1872 - 1955) legðist longu uppi í 1930. Mamma, Sigurbjørg, var íslendsk. Tað búðu tvær íslendskar konur á Hellunum, og vóru hetta mamma og kona pápabeiggja mín Tummas, Eirika. Teir høvdu funnið sær konu í Íslandi, tá teir róðu út á Bakkafirði, sum nógvir føroyingar gjørdu. Omma úr Íslandi, Solveig, flutti við mammu til Føroyar, og her doyði hon eisini og varð jarðað í Fuglafirði. Eg havi tískil nógva ætt í Íslandi. Tá pápi legðist uppi, máttu vit børnini sjálvi syrgja fyri húsinum, so tað bleiv ikki tann stóra inntøkan tá í tíðini. Til skips 15 ára gamal Sum flest aðrir menn fór eg sum 15 ára gamal til skips. Fyrsti túrur var við ”Múlin” hjá Pól Olsen, Funn­ ing Pól, sum var keypmaður í Vest­ manna, og sum uppkallaði skipið eftir Funningsmúlan. Tað var í 1930. Vit fóru yvir á Eystur­landið. Hetta var fyrsti túrur, sum henda sluppin hevði motor, men sum aðrir motorar tá í tíðini var hann lítil. Skipari var Pól Magnus úr Útistovu í Leirvík. Hann var abbasonur tann kenda útróðrarmannin Jóan Karl av Skála, fyrr umrøddur í Miðvikuni. Undir túrinum fór skipið fallitt. Tá var ikki sama trygd sum nú á døgum, so inntøkan hendan túrin gjørdist eingin. Tað var ikki nógv at keypa fyri, tá ein kom aftur. Men hetta var sjálvsagt ringast fyri familjumenninar. Men tíðir broytast, og tá eg bleiv eldri kundi eg aftur forvinna pening. Men tað var ikki bara at siga tað at vera á sjónum, har tað kundi vera sera buldrasligt. Eg var eisini við deyðsiglarum árini aftaná. Tey skip, sum eg annars sigldu við fram til 1934, vóru hesi: "Pilot" úr Fuglafirði. Reiðari var Sámal Peter Petersen, og Óli Andreas Christ­iansen við Gjógv var skipari. "William Martin", við Jørgen Høj­ gaard sum skipara, og so var eg við "H. M. Stanley" úr Vági og "Energy" av Tvøroyri. Illveðrið í 1935 hjá "Blithesome" Men í 1934-35 var eg við "Sigur­ farinum" hjá Seglhúsinum í Klaks­ vík. Heimtúrurin í 1935 gjørdist minni­ligur. Vit vóru fleiri skip, sum fóru inn í Føroyingahavnini, har vit gjørdu klárt at fara heim. Har lá eisini "Blithsome" klár at fara heim. Tað var gott veður, tá vit fóru úr Føroyingahavnini. Vit sigldu so eystureftir. Tá vit komu eystur um Julianehåbsvíkina komu vit í ísbrúnna, og vit sóu ongan veg at sleppa út aftur. Barometrið stóð í botni. Vit hildu gott útkikk eftir møguleika at sleppa út onkurs­ vegna. Til endans sóu vit eitt glopp, har vit kundu sleppa ígjøgnum. Tá vit komu útum, var veðrið longu blivið ringt. Fyri ikki at enda inni í ísinum aftur, royndu vit at sleppa so langt út frá brúnni, sum vit kundu. Hvussu langt vit komu út, veit eg ikki. Men nakað mundu vit vera komnir útum, tí klokkan 18.30 fingu vit ein stóran sjógv, har skipið legðist á liðina, og lastin skeytst. So tað var ringur hýrur umborð. Tað var ikki so nógvur fiskur í lastini, men nógv salt var eftir, og var tað farið í annað borðið. Vit fóru so nakrir aftur í lastina at lempa. Tá vit komu framaftur í lugarið, lógu fleiri mans á knæ í bøn til Gud. So nógv gekk á teir. Har var ikki nógv at gera. Men vit gjørdu tað, sum vit kundu. Fyri at kyrra sjógvin tóku vit bumm­ ullina úr redningsvestunum og koyrdu olju í. Tá tað var liðugt, koyrdu vit eisini olju í klæðini og koyrdu út fyri bógvin. Hetta vísti seg at hjálpa. Tað er kent, at olja hevur tann eginleika, at hon kann kyrra sjógv. Skipið fekk ongan sjógv aftur, og tað rættaði seg eisini væl uppaftur. Vit vóru fleiri skip sum fylgdust. Eg minnist tó bara "Carlton" og "Blithe­some". Allar sluppirnar høvdu trupulleikar av veðrinum, og tað var eisini ódn. Tað má sigast at vera eitt roysningsbragd, at teir á "Coraliu" bjargaðu manningini á "Blithesome" undir hesum um­ støðum. Skipari hendan túrin á "Sigurfarinum" var Jógvan hjá Jóa í Klaksvík, sum tá eisini átti í skipinum, meðan Petur á Fløtti í Oyndarfirði var flaggskipari. Jacob Andreas legði stilt uppundir illveðrið Í árunum 1937-1939 var eg við "Godthaab" hjá Mortensen á Tvør­ oyri. Skipari var Jacob Andreas Poul­sen, í Mýruni, í Syðrugøtu. Í 1938 var hetta tiltikna illveðrið á Suðurlandinum, tá ið "Fossanes" fór við allari manningini. Vit vóru á veg til Íslands tá. Á ve­gnum løgdu vit stilt vestanfyri Mykines, hóast veðrið ikki var serliga ringt. Men barometrið var metlágt, og Jákup Andreas man hava ánað okkurt, og hetta bjargaði okkum í hvussu er frá at koma júst í hetta illveðrið. Ja, Jákup Andreas var skilamaður. Vit vóru eisini saknaðir, og eina­ ferð kemur eitt íslendskt verjuskip fram á okkum. Tað kundi boða frá, at her stóð væl til. Men vit koma so til Íslands og senda telegramm heim. Men vit fóru beinleiðis heim aftur. Veðrið var framvegis so vánaligt, og sjógvurin so ljótur, at her var einki at gera. Komnir heim verður staðfest, at róðrið hevur fing­ið skaða. So her var hepni í óhepni. Sigldi undir krígnum So gongur tíðin, og síðan kom kríggið. Í 1940 var eg við "Brimnes", sum Hellu Meinhard, búsettur í Norðragøtu, førdi. Uttan at vita av minubeltinum, sum bretar høvdu lagt, sigldu vit beint í tað á veg úr Íslandi til Tvøroyrar. Vit sóu, at tað var mors­ að til okkara av einum herskipi, men vit skiltu ikki ørindini. Men hetta spældi kortini væl av. Eg sigldi tað mesta av tíðin undir krígnum við ”Forsøk”, sum var ein av teimum norsku bátunum, sum rýmdu undan týskarum undir Salli Johannesen: Var í sama illveðrinum sum Blithesome Ein av mínum fyrstu skipsfeløgunum í 1958 var Salli Johannesen av Hellunum. Hann er deyður nú, men tað eydnaðist í tøkum tíma at fáa hann at greiða frá parti sínum sjólívi Foreldrini hjá Salla, Magnus og Sigurbjørg saman við børnum v.f. Salli, Johnsigurd, Svava og Johannes Salli sum ungur fiskimaður við Sigurfarinum h.m. saman við Elinbert úr Fugloy.