Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-05, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. september 2013síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 6. septmeber 2013 · Nr. 102 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 krígnum. Manningin var helvt um helvt norsk og føroysk. Vit fiskaðu undir Føroyum og sigldu síðan niður við fiskinum. Tað gav tó ikki tað stóra av sær. Skiparin var norðmaður og var ikki so væl kendur undir Føroyum. Men onku­ staðni mátti ein royna at fáa nøkur oyru. Í 1945 fór eg við ”Norðstjørnuni” at fiska. Skipari var Thorvald Andreas­sen av Oyrabakka. Vit sigldu til Aberdeen við fiskinum. Vit komu til Aberdeen dagin eftir frælsis­dagin 8. mai. Tá vit skuldu fara at landa, fingu vit at vita, at teir ikki vildu keypa fiskin. Tað var framvegis slíkur rómur á fólki um, at bardagin var av, at alt arbeiði lá stilt. Meiningin var so at sigla til Grimsby við fiskinum, men tá vit skuldu loysa frá kei, kom ein maður og segði, at vit kundu selja har kortini, og vit fingu ein góðan túr. Vit komu ongantíð fyri nakr­an stórvegis vanda í hesum vanda­ tíðum, og er øll grund fyri takksemi um hetta. Skiparin vildi hava meg við aftur "Norðstjørnuni", tá teir seinni fóru á sildaveiðu undir Íslandi. Men reiðaríið ásetti, at ein maður við tungum húsarhaldi skuldi fara við fyri meg. So máttu vit yngru og leysu víkja. Aftaná var eg við "Fugloynni" í fýra ár, eins og eg var við "Esther" og "Knørri". Í 1951 var eg við "Sólbrún", ein slupp í Oyndarfirði. Hetta var fyrstu ferð, eg var kokkur. Ikki hevði eg nakran serligan førleika tá. Men motorpassarin Meinhard Emil Joensen lærdi meg at baka breyð. Sum frá leið gekk bara væl við kokkarínum, og eg kom at sigla 25 ár sum kokkur. Til skips við Gøtumonnum Fyrra partin í 50-unum var eg fleiri ár við "Bernaise" hjá Pidda í Fuglafirði. Skipari var Anthon á Strondum. Eg var við, tá Anthon segði tey minniligu orðini: "Tað er nógv fyri at fara heim við fullum skipi í rokfiskarí". Í 1958 fór eg við gøtusluppini "Báran" við snellu til Íslands. Hetta var eitt av teimum fyrstu árunum at roynt varð við snellu, og hetta var eisini móti endanum á tíðini við sjálvdrátti. Hellu-Meinhard var skipari. Tað gekk hampuligt, og vit fingu 250 skippund eftir tveimum mánaðum. Seinni sigldi eg onkran túr á sild við "Báruni" sum kokkur. Her vóru eingir hentleikar uttan ein kolkomfýrur. Kolið mátti lemp­ast upp úr kolkjallaranum undir dúrk­ inum. Sanitetið var ein spann! Í 1960-unum var eg 9 ár, harav 8 ár sum kokkur, við "Kongshavn" á bátaveiðu undir Grønlandi við Jacob Højgaard sum skipara. Tað er greitt sera væl frá hesum lívinum í bókini hjá Magnus Dam Jacobsen: "Í Grønlandi við Kongshavn". Illveðurstúrur við "Marité" Í 1967 var eg við "Marité", sum fiskaði við bátum undir Grønlandi. Tað lá væl fyri at fáa fisk, og tann 4. oktober fóru vit heim við fullum skipi. Men tveir dagar seinni komu vit í illveður og máttu andøva. Í lýsingini 6. oktober fingu vit ein rangan sjógv, sum skolaði ann­ an maskinbátin av dekkinum fyri borð. Tað var av ringasta veðri, og tá tað gjørdist ljóst hendan morgunin, var neyðugt at fara fram á dekkið, tí hin maskinbáturin hevði slitið seg leysan og slongdist aftur og fram á dekkinum. Tað kundi vera vandi fyri, at hann breyt lúkukarmin, og at lúkan fór niður ígjøgnum. Tá hevði kunnað verið rættuliga galið. Skiparin Edmund Hansen mátti fara út gjøgnum ein av rútunum á stýrihúsinum at fáa skorað nøkur gomul bildekk millum bátin og lúkukarmin. Men báturin máttu fáast fyri borð, áðrenn hann gjørdi óbøtandi skaða. Hann fekst ikki til sjós í heilum líki. Tí máttu menn fara á dekkið at sora bátin so mikið, at rovini fingust fyri borð, og hetta eydnaðist eisini. Skipið hevði annars eisini fingið leka á hekkuni, sum eingin visti um uttan skiparin og maskinmenninir. Maskinrúmið varð avstongt, og bert skiparin hevði samband við hesar báðar, ið stríddust fyri lívinum við lensipumpum at halda balans við sjógvin, sum rann inn í skipið. Fyri at sleppa burtur úr ill­veðr­i­ num fór vit at lensa og sigldu undan vindinum við fullari maskinmegi. Aftaná 16 tímar var sloppið, og veðrið gjørdist gott. So komið varð á Miðvág í øllum góðum 13. oktober. Fiskurin vigaði 201 t. og parturin var kr. 15.000, og var hetta hildið at vera sera gott tá. Ein av manningini hendan túrin var Ove Joensen, okkara sjóhetja úr Nólsoy. Vit vóru eitt sindur í ætt, og mær dámdi hann sera væl. Hann var raskur og fittur at vera saman við. Men eitt sindur spesiellur var hann. Fylti 60 ár á Kappanum Síðan fór eg at sigla við frysti­skip­ in­um "Svanur" hjá Skipafelagnum. Vit sigldu nakrar túrar við laksi frá Grønlandi til Gloucester í Amerika. Ein túr fóru vit til Grikkalands við saltfiski. Vit komu inn í ein bý í Grikkalandi, har tað var myrkalagt. Hetta var tí, at tað var við at bresta kríggj á millum stríðandi partarnar á Kypern, grikkar og turkar. Teir vóru bangnir fyri, at hesin býur skuldi vera bumbaður. Vit lógu við keiina, men vit tordu ikki at fara í land. Vit fóru so til ein annan bý. Har var betur, og vit landaðu har. Tá vit vóru lidnir, skuldu vit til Kypern eftir víndrúum, men vegna spentu støðuna fóru vit ikki. Síðan fóru vit aftur til Grøn­ lands. Eg sigldi til eg var 62 ár, og tá eg fylti 60 rundaðu vit Kappan, sum eg annars havi verið við til at sigla framvið nógvar ferðir. Nógv at takka Gudi fyri Gjøgnum øll árini á sjónum, hevur ein upplivað nógv ymiskt, bæði ringt og gott. Man minnist allar, sum fórust undir krígnum. Hetta situr enn fast í minninum, hvussu trist hetta var. Vit, sum komu frá tí við lívinum, hava nógv at takka Gudi fyri, at hann var við okkum á ferðini. Salli er nú farin í Harrans hendur. Hann er ein av teimum mongu skipsfeløgum, sum eg minnist væl afturá. Vit høvdu samband okkara millum til tað seinasta. Komandi Miðvika Komandi Miðvika verður nøk­ur søgubrot í samband við 175 ára “føðingardagin” hjá gamla sýslumanni í Fuglafirði Daniel J. Danielsen Salli umborð á Kongshavn, har hann var kokkur Manningarsamkoma hjá teimum við Kongshavn. Her saman við kokkadronginum Egin Salli var nógv ár við Kongshavn. Henda myndin er av dekkinum á Marité aftaná sjógvin, sum Salli greiðir frá